Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. mars 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 56 - 20. mars 2004 Nr. 56 - 20. mars 2004 5 NORRØNT SAMSTARV Tíðindaskriv Aftur í ár eru føroyingar bodnir við á norðurlendsku summarleguna í Hillerød í Danmark. Legan er fyri 11 til 14 ára gomul úr Danmark, Finn- landi, Grønlandi, Íslandi, Norra, Svøríki, Álandi, Estlandi, Lettlandi, Litava og Føroyum. Hon verður frá 28.juni til 4.juli. Summarlegan er í náttúruvøkrum umhvørvi, har sum skipað verður fyri hópinum av uttandura og innandura ítrívum, spølum og ítrótti. Útferð verður gjørd til Keypmannahavnar, eitt nú í Tivoli. Prísurin er 1.500,00 kr. umframt ferðina til Hille- rød og heim aftur. Á heimasíðuni www.nordlejr.dk fæst meira at vita um summar- leguna, sum er fyri 90 ung úr 11 londum. Umsóknarfreistin er til 23. apríl. Umsóknarblað fæst frá Norrøna Felagnum í Føroyum, J.Paturssonar- gøtu 24 í Havn, tlf. 217999. Umvælingarnar av Norrönu á skipa- smiðjuni í Hamburg hava gingið eftir ætl- an. Í gjár var skipið á royndartúri, og í morgin er nýggja Norröna aftur í vanligari sigling NORRØNA Sjálvt um arbeiðið at um- væla nýggju Norrönu hevur verið meiri umfatandi enn fyrst hildið, heldur tíðar- ætlanin um at fáa skipið aftur í sigling leygardagin. Óli Hammer stjóri upp- lýsir, at roknað var við, at tað skuldi skiftast 35 tons av stáli út, men nú skipið er liðugt umvælt, eru heili 65 tons av stáli útskift. Áhugin fyri nýggju Norrönu er framvegis stór- ur, og páskatúrurin er onki undantak. Higartil hava umleið 1.100 fólk bílagt ferðaseðil, umframt 300 bilar. Stjórin á Smyril Line upplýsir, at meðan nýggja Norröna hevur verið til umvælingar, hevur gingið væl at hildið tørn við gomlu Norrönu. - Vit kunnu siga, at tað í óhappinum var heppið, at skaðin hendi hesa tíðina og ikki undir summarsigling- ini. Tað hevði verið til óbótaligan skaða fyri fe- lagið, sigur Óli Hammer. Fyrsti túrur hjá nýggju Norrönu verður leygardag- in klokkan 16 úr Hanst- holm. Á veg til Føroya leggur Norröna inn í Bergen og Lerwick. UNDIRHALD Tíðindaskriv Leygarkvøldið tann 20. mars verður Karaoke og DJ-show í Virkinum á Sandi. Fyri nøkrum vikum síðani vóru teir sum skipa fyri hesum tiltakið har suðuri fyri fyrstu ferð við tiltakinum. Og eins og aðrastaðni kring landið, varð tað ein stór »succes« Tað stendur ikki á, at fara upp á pallin at tralla eitt gott lag, og tað at fáa øll hini í salinum at syngja við er ei heldur nakar trupul- leiki. So nú sleppa Sand- ingar aftur at royna seg sum »stjerne for en aften«. Men annað undirhald er tó eisini á skránni, tí navnframi James Olsen fer nevniliga eisini upp á pallin fyri at syngja. Við hannsara altíð góða og skemtiliga humøri, er altíð lív í har sum hann er staddur, og helst verður ikki øðrvísi hesa ferð. Ung úr 11 londum á summarlegu Karaoke og DJ-show á Sandi KONSERT Tíðindaskriv Árliga vórkonsertin hjá kórinum í Fríðrikskirkjuni verður í dag, leygardagin kl 17. Skráin er fjørlbroytt: heilt frá kórverki av Fran- cois Coupertin, eini rættu- liga krevjandi motett av týska tónaskaldinum Hugo Distler fyri ikki at tala um ta so undurføgru russisku Ave Maria, skrivað av Sergei Rachmaninov. Eisini verður høvi at hoyra eina hugtakandi Kyrie úr fronsku messuni: Messe Basse fyri kór og sopran-solo, skrivað av Gabriel Fauré, har Eyð- bjørg Hansen er solistur – hetta umframt sálmar, merktir av teirri páska- høgtíð, ið nú fer at stunda til. Í støðum syngur kirkju- kórið a capella, aðrastaðni verður sangurin stuðlaður av fylgispæli, og høvi verður við konsertina eisini at hoyra kamarmusikk spældan á instrument sum floytu, violin, cello og cembalo. Kórleiðari er Mikael Jó- han Heinesen. Norröna aftur í sigling Fjølbroytt kirkjukonsert í Fríðrikskirkjuni Í dag, leygardag, verður Smyril flotaður av sponsku skipasmiðjuni. Men avgerðin um atløgu- viðurskiftini liggur framvegis í Menta- málaráðnum, har landsstýrismaðurin hevur eitt greitt til- mæli frá Fornminnis- nevndini um at friða økið kring Tinganes at halda seg til FRIÐING Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Ein samd Fornminnisnevnd heldur fast við kravið um at friða økið kring Tinganes. Hetta er veruleikin, ið Jógvan á Lakjuni, lands- stýrismaður í mentamálum, hevur at halda seg til, nú málið um atløguviðurskift- ini hjá Smyrli í høvuðs- staðnum er endað á hansara borði. Jógvan á Lakjuni hevur í vikuni fingið eitt upprit frá fyrisitingini hjá sær í Mentamálaráðnum. Uppritið lýsir tey forn- frøðiligu atlitini í málinum, og tað eru hesi, ið lands- stýrismaðurin skal halda seg til. Og hesi stava í høv- uðsheitum frá ráðgevandi myndugleikanum á økin- um, nevniliga Fornminnis- nevndini. Men Jógvan á Lakjuni vil ikki seta málið so fýrkantað upp. Hann vísir á, at her er talan um eitt stórt mál, sum hann í næstum fer at taka upp á landsstýrisfundi. – Í síðsta enda er tað eg, sum skal taka avgerðina, men eg vil fegin tryggja mær undirtøku fyri tí, sum eg geri, sigur Jógvan á Lakjuni Spurdur, hvørt hann ikki bara eigur at fylgja sak- kunnleikanum á økinum, sigur Jógvan á Lakjuni, at nógv samfelagsatlit eru í málinum. – Tí ætli eg mær at hoyra allar partar, sigur landsstýr- ismaðurin. Estetiskur skaði Í sínum tilmæli, ið er grunda á ummæli frá Fornminnissavninum, vísir Fornminnisnevndin á, at umhvørvið við Tinganes longu er munandi skemt, nú Norrøna hevur fingið at- løgupláss í innasta partin- um at havnini. Fornminnisnevndin vísir á, at skemdin er styrkt av høga terminalbygningin- um, sum er settur upp við atløguplássið. Og nevndin metir, at bæði bygningur og skip, orsaka støddini, als ikki sampakka við tey estetisku og landlagsligu atlit, sum eiga at verða tikin at tí søguliga umhvørvi, sum er í hesum parti av Havnini. Nevndin er ónøgd við, at útsýnið millum Skansan og Tinganes, tvey av týdningarmestu forn- minnum í Føroyum, verður forðað. Og harumframt vil eitt atløgupláss til Smyril við síðuna av Norrønu endaliga forkoma teimum estetisku og landslagsligu atlitunum, sum tikin eiga at verða kring tað søguliga um- hvørvið. Eingin skaði Í heyst kom Tórshavnar Havn við eini frágreiðing, ið skuldi lýsa viðurskiftini, um ein atløgubryggja varð gjørd til Smyril við síðuna av atløgubryggjuni til Nor- rønu. Í frágreiðingini verður staðfest, at sambært gald- andi ferðaætlanum verða tað tveir dagar um vikuna, har Norrøna og Smyril koma at vera á Havnini í senn. Frágreiðingin staðfestir, at tað er eingin varandi loysn at lata Smyril liggja á øðrum stað enn inni á Bursatanga, millum annað orsakað av herdu krøvun- um frá IMO til skip og havnir. Tí er tað einasta rætta at gera nýtt atløgu- pláss til Smyril við síðuna av atløguplássinum til Nor- rønu. Og niðurstøðan í hesi frá- greiðing, sum millum ann- að byggir á eina frágreiðing frá norsku ráðgevingarfyri- tøkuni Statkraft Grøner, er, at arbeiðið kann gerast á tryggan hátt, soleiðis at fornminnini ikki taka skaða, og at umhvørvið í økinum ikki líður nakran skaða. Stórur skaði Fornminnisnevndin sigur í sínum tilmæli til landsstýr- ismannin í mentamálum, at spreinging í samband við eina møguliga dýping av økinum við Tinganes, hev- ur vanda við sær, at eingin kann veita trygd fyri, at skaði ikki hendur, og at hendur skaði kann vera óbøtandi. Harumframt metir Forn- minnisnevndin ikki, at um- støðurnar at leggja so stór skip innast í havnini er álít- andi, og vísir til óhappið hjá Norrønu herfyri. Nevndin sigur í sínum til- mæli, at ein samsvarandi vanlukka á Tinganesi kann væl hugsast at elva til óbøtaligan skaða á forn- minnini har. Fornminnisnevndin er av tí áskoðan, at ætlaðu havna- útbyggingarnar ikki virða tey mentanarsøguligu og friðingarverdu áhugamál- ini, ið knýtt eru at Tinga- nesi. – Tað má finnast ein loysn, so nýggi Smyril verður partur av havnalagnum í Havn. Tað sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður SAMFERÐSLA Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Alt landsstýrið gerst nú partur av málinum um atløguviðurskiftini hjá Smyrli í Havn. Vinnumálaráðið hevur eina umbøn frá Tórshavnar Havn liggjandi um at gera eina nýtt atløgupláss til Smyril, so hann kann røkja farleiðina til Suðuroyar á besta hátt. Og Mentamálaráðið hev- ur eitt greitt tilmæli frá Fornminnisnevndini, ið staðiliga mælir frá at gera eitt nýtt atløgupláss til Smyril, tí tað kann skaða fornminnini í Tinganesi. Smyril í Havn Jóannes Eidesgaard, løg- maður, er avgjørdur í spurninginum um, at Smy- ril skal hava eitt atløgupláss í Havn. Talan verður ikki um at lata Smyril sigla aðrastaðni, slær løgmaður fast. Men nærri eini loysn vil hann kortini ikki koma. Hann vísir á, at øll eru áhugað í at varðveita Tinga- nes. – Men vit kunnu ikki liva við, at Smyril er heimleysur í Havn, og tí má ein loysn finnast, so skipið gerst partur av havnalagnum, sigur løgmaður. Hann ætlar sær nú fyrst at fáa eina frágreiðing frá Bjarna Djurholm, lands- stýrismanni í vinnumálum, og Jógvan á Lakjuni, lands- stýrismanni í mentamálum, og eisini verður málið tikið upp á landsstýrisfundi í næstum. Hvar skal Smyril liggja Pláss skal vera fyri Smyrli í Havn 3186 undirskriftir vórðu hósdagin handaðar Jan Christiansen, borgarstjóra í Havn UNDIRSKRIFTIR Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Seinnapartin hósdagin handaði Ingi Mohr, fyrrverandi býraðslimur í Havn, 3186 undirskrift- ir til Jan Christiansen, borgarstjóra. Undirskriftirnar eru mótmæli móti ætlanum at taka niður gomlu Degnshús, ið standa við Tinghúsvegin í Havn, og í staðin byggja ein nýggj- an bygning í fimm hæddum. – Hetta er órtúligt. Listarnir lógu einans frammi fáar dagar, og kortini var undirtøkan so góð. Hetta eru greið boð frá borgarunum í Havn um, at tey vilja varðveita húsini, sigur Ingi Mohr. Nakrir listar liggja framvegis í handlum í Havn, og hesir verða savnaðir saman mána- dagin, og verða síðan latnir borgarstjóranum. Eingi lyfti – Hóast vit ikki fingu tilsøgn um nakað frá borgarstjóranum, so havi eg vónir um, at úrslitið verður, at húsini verða varðveitt, sigur Ingi Mohr. Hann vísir á, at býráð- ið á sinni samtykti at lata 200.000 krónur til at varðveita húsini. Nú skal málið aftur í nevnd, og eisini er Forn- minnisnevndin inni í málinum. – Essensurin er, at vit mugu varðveita býar- myndina í Havn, sigur ein væl nøgdur stigtak- ari. Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, fekk hósdagin 3186 undirskriftir, har mælt verður til at varðveita Degnshús, frá Inga Mohr og Jóhan Mortensen, stigtakarum Varðveitið Degnshús Soleiðis kemur økið við Bursatanga og Tinganes at síggja út, um atløgubryggja verður gjørd til nýggja Smyril við síðuna av plássinum til Norrønu C M Y K 5 4 Den er uforlignelig. Ikke mindst, når du selv står ved roret i klart vejr, skibet skyder 23 knob, og du kan se 12 sømil ud i horisonten. Kan du samtidig se skønheden i at beherske enorme hestekræfter? Og kan du se en fremtidig udfordring i at få skibets besætning til at yde deres allerbedste – og ikke mindst – tage ansvar for både mennesker og store værdier? Så er du måske én blandt de 90 cadetter, vi søger til start på uddannelsen. Som skibsoffi cer hos A.P. Møller – Mærsk A/S får du adgang til et spændende lederjob i et af verdens største og mest velanskrevne rederier og en karriere, der udfordrer både dine faglige og menneskelige evner ud over, hvad et 8-16 job kan tilbyde. Du får en attraktiv løn, lange sammenhængende ferieperioder og et bredt spektrum af færdigheder fra erhvervsøkonomi til røgdykning. Desuden bliver du del af et helt særligt fællesskab om bord på en sejlende arbejdsplads. Alt sammen med fokus på håndtering af detaljen – grundlaget for den pålidelighed, der tegner Rederiets profi l. Uddannelsen, som er den højeste lederuddannelse indenfor søfart, veksler mellem teori og praktisk sejlads, hvor du får henholdsvis S.U. og løn. Du vil allerede under praktikperioderne få en stor del af det ansvar og de udfordringer, der venter dig i en international karriere som skibsoffi cer. Læs meget mere om uddannelsen og jobbet på maersk-skibsoffi cer.dk, hvor du samtidig kan bestille informationsmateriale og ansøgningsskema. Et smukt syn? – så skulle du se udsigten fra broen! maersk-skibsoffi cer.dk VI SØGER 90 CADETTER TIL START DEN 2. AUGUST 2004. KONTAKT OS NU!