leygardagur 20. mars 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 56 - 20. mars 2004
Nr. 56 - 20. mars 2004
7
Íbúgvararnir í Bíggja
Sóknar Kommunu
skulu í dag siga sína
hugsan um at leggja
kommununa saman
við Sørvágs
Kommunu
KOMMUNU-
SAMANLEGGING
Edvard Joensen
Bø: Bíggjar- og gásadals-
fólk fara til valborðið í dag
at siga sína hugsan um
kommunusamanlegging-
ina, lagt er upp til millum
Bíggja Sóknar og Sørvágs
Kommunur.
Tað hevur ikki eydnast
okkum at fáa viðmerkingar
frá
borgarstjóranum
í
Bíggjar Sóknar Kommunu,
Jógvani Páll Joensen. Men
fólk, Sosialurin hevur tosað
við, siga, at tey vænta eina
javna atkvøðugreiðslu.
Tað er eitthvørt, sum
bendir á, siga tey, at tað
verður javnt millum part-
arnar, sum eru fyri og í
móti samanlegging. Tey
vænta ongan greiðan meiri-
luta. Hvørgan veg, siga tey.
Eitt mál, sum ivaleyst fer
at hava stóran týdning fyri
avgerðina, fólk taka, er
barnaansingin. Tað er ungt
fólk, sum býr í Bø, og børn-
ini eru fleiri í tali. Bygdin
er ein bygd við framtíðini
fyri sær, sum tey siga her
úti. Umleið 70 fólk búgva í
Bø, og av teimum eru ikki
færri enn 23 í skúlaaldri og
yngri, so í so máta stendur
væl til, siga bíggjarfólk. Í
hinari bygdini í kommun-
uni, Gásadali, er støðan
øðrvísi. Har eru bara til-
komin og eldri fólk.
Eitt annað mál, sum eis-
ini fer at vera í huganum á
teimum, sum fara at greiða
atkvøðu, er skattaprosentið.
Skattaprosentið í Bíggja
Sóknar Kommunu er lægri
enn í Sørvági, so tað er
møguligt, at tað fer at
ávirka onkran, siga fólk,
Sosialurin hevur tosað við
undan atkvøðugreiðsluni.
Talan er um vegleiðandi
fólkaatkvøðu, sum hildin
verður í skúlanum í Bø.
Umleið 90 fólk hava at-
kvøðurætt í kommununi.
Starvsfólk á flog-
vøllinum hava
trupulleikar av at
sleppa av við bilarnar
í arbeiðstíðini, hóast
parkeringsplássini
framman fyri
terminalin standa
tóm stóran part av
degnum
PARKERING
Edvard Joensen
Vágar: Tað eru framvegis
fólk, ið ikki vilja gjalda fyri
at fáa bilin ansaðan, meðan
tey eru uttanlands og tí seta
hann á tey plássini, ið ann-
ars eru ætlað starvsfólkun-
um á flogvøllinum.
Parkeringsviðurskiftini
uttan fyri terminalin á flog-
vøllinum hava verið vána-
lig. Men nú er vaktarhald
við
langtíðarparkerings-
plássini, sum virkar væl.
Eisini er tíðaravmarking
sett á plássini framman fyri
terminalinum, og tað ger, at
tað altíð ber til at sleppa av
við bilin, um tú hevur eini-
hvørji ørindi á flogvøllin-
um. Avmarkingin er tveir
tímar.
Men so eru tað summi
fólk, sum eftir øllum at
døma halda tað vera ov
nógv at gjalda eina lítla
upphædd um dagin fyri at
hava bilin undir forsvarlig-
um eftirliti, meðan tey eru
uttanlands.
Tey seta so bilarnar aðra-
staðni. Og fleiri teirra velja
at seta sínar bilar oman fyri
farmaterminalin,
har
starvsfólkini á flogvøllin-
um annars hava sínar bilar
standandi.
Úrslitið er so, at starvs-
fólkini noyðast at parkera
aðrastaðni og tískil renna út
í tíð og úrtíð at flyta bilar
og parkeringsskivur.
Tað er órógvandi og irri-
terandi, siga fólk, sum
arbeiða hjá ymsu fyritøk-
unum, sum halda til á flog-
vøllinum.
Tað er landsverkfrøðing-
urin, sum hevur ábyrgd av
parkeringsplássunum uttan
fyri terminalin á flogvøllin-
um.
Oyvindur
Brimnes,
landsverkførðingur, sigur,
at honum kunnugt, virkar
ansingin væl, eins og hann
eisini hevur skilt, at tíðar-
avmarkaða
parkeringin
framman fyri terminalinum
hevur havt ætlaðu ávirkan-
ina.
Um parkeringina við
farmaterminalin sigur hann
stutt og greitt, at bilar, sum
ikki hava ørindi har, eiga
ikki at vera har. Skelti er
sett upp við innkoyringa
tann vegin, sum sigur frá, at
bert er loyvt teimum, sum
hava ørindi á økinum, at
koyra inn hagar.
Landsverkfrøðingurin
sigur, at tað økið hevur
landsverkførðingurin avtal-
að við flogvallarleiðsluna
at umsita.
Tað eydnaðist ikki at fáa
orð á flogvallarovastan,
áðrenn blaðið fór til prent-
ingar.
Tóm parkeringspláss við flogvøllin
Fólkaatkvøða verður í Bø í dag
Vegleiðandi fókaatkvøða verður í Bø um samanleggin millum Bíggjar Sóknar- og Sørvágs
Kommunur í dag. Gásadalsfólk atkvøða eisini í Bø
Mynd: Edvard Joensen
Fleiri parkeringspláss til
langtíðarperingina standa
tóm. Men niðan fyri, har
básar eru merktir til
starvsfólkið, er fult. Eisini av
bilum, sum ikki eiga at vera
har. Tískil verður eisini
parkerað uttan fyri
básarnar…
Mynd: Edvard Joensen
…og tá illa vil til, standa bilarnir í røðum hvør uttan á øðrum
Mynd: Edvard Joensen
– At seyður hevur
atgongd til lands-
vegin, kann verða
atvoldin til álvarsligar
ferðsluvanlukkur. Tí
fari eg sum formaður
í Ráðnum fyri
Ferðslutrygd at taka
hetta málið upp, so
seyðurin fæst av
vegnum, ongantíð ov
skjótt, sigur Rúna
Sivertsen, sum sjálv
var úti fyri eini
tílíkari hending á veg
til hús hóskvøldið
FERÐSLA OG SEYÐUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Allir bilførarar, sum koyra
eftir landsvegunum millum
bygdir, munnu hava uppliv-
að, at seyður gongur á
vegnum ella knappliga – og
heldur óvæntað – leypur út
á vegin og fyri bilin. Ikki so
sjáldan er um reppið, at
óhappið hendir. Er sýnið
vánaligt, og mótkoyrandi
ferðsla er, kann støðan
gerast rættiliga vandamikil,
tá ið slíkt hendir. Er hálka
og ringt sýnið, kann enda
heilt galið, um tú roynir at
stýra uttanum seyðin.
Sum bilførari skal tú altíð
koyra eftir umstøðunum,
men umstøðurnar kunnu
eisini gerast so truplar, at er
seyður á vegnum, er vandi
fyri, at tað ringasta hendir.
Herfyri var seyður á
vegnum atvoldin til ein
ógvusligan samanstoyt á
Tvøroyri, har ikki færri enn
tríggir lastbilar og ein
persónbilur endaðu í rokan-
um. Tíbetur hendi eingin
persónsskaði, men materi-
elli skaðin var ikki so lítil.
Óskil!
Hóskvøldið, tá ið formað-
urin í Ráðnum fyri Ferðslu-
trygd, Rúna Sivertsen, var á
veg til hús, var hon fyri eini
tílíkari hending, har ein
seyður knappliga og óvænt-
að leyp út á vegin og endaði
inni í síðuni á bilinum.
– Eg kom koyrandi eftir
landsvegnum í Norðragøtu,
og beint áðrenn eg skuldi
snara inn á vegin niðan til
Leirvíkstunnilin, leyp ein
seyður niður av túninum
við Plastvirkið og beint í
síðuna á bilinum.
Rúna sigur, at hon var
komin inn á innaru breyt-
ina, og tí var ferðin ikki so
nógv, tá ið seyðurin á ein
løgnan hátt leyp út á vegin.
– Tíbetur misti eg ikki
tamarhaldið, men fór hend-
ingin fram, áðrenn eg hevði
sett ferðina niður, er ilt at
siga, hvat kundi verið hent.
Hon sigur, at í eini átta ár
hevur hon koyrt rættiliga
nógv á landsvegnum mill-
um Leirvík og Havnina, og
tað er mangan komið fyri,
at hon er vorðin ógvuliga
kløkk av seyði.
– Eg minnist serliga ein
morgun í Hósvík, tá ið ein
seyður knappliga steyk
fram við síðuni á bilinum. Í
myrkrinum henda morgun-
in – við nógvari mótkoyr-
andi ferðslu, var eingin
møguleiki at síggja seyðin.
Hevði hann ikki farið aftur
við bilinum, kundi stórur
skaði verið hendur, tí
ferðslan var so nógv, sigur
Rúna.
Seyðurin, sum leyp inn í
síðuna á bilinum hjá for-
manninum í Ferðslutrygd
hóskvøldið, var so illa far-
in, at hann mátti avlívast á
staðnum.
– Bóndin, Árant, kom
framvið og skjeyt seyðin,
sigur Rúna, sum hevur tikið
myndirnar, vit prenta sam-
an við hesi greinini.
Óskilið steðgast
Rúna Sivertsen fer nú sum
formaður í Ráðnum fyri
Ferðslutrygd at taka málið
við seyði á landsvegunum
upp.
– Hetta óskilið má halda
uppat, ongantíð og skjótt.
Seyður á vegunum kann
vera atvoldin til álvarsligar
ferðsluvanlukkur, og tí má
seyðurin fáast burtur av
vegunum og ikki ganga og
renna
millum
bilarnar.
Hetta líkist ongum! Tað
kann ikki vera rætt, at
mannalív verða sett í váða,
tí seyðurin partú skal ganga
og mala úti á vegunum, har
ferðslan er, sigur formaður-
in í Ráðnum fyri Ferðslu-
trygd, Rúna Sivertsen.
Seyður leyp fyri bilin hjá formanni RFF’s:
Óskilið skal halda uppat!
– Tað gongur tann
vegin, at hegn í fleiri
støðum er sett upp
fram við lands-
vegnum. Hetta er ein
avtala, vit gera við
teir, ið eiga hagan.
Men vit hava ikki
skyldu til at halda
vegirnar fríar fyri
seyði, sigur Oyvindur
Brimnes, landsverk-
frøðingur
FERÐSLA OG SEYÐUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Landsverkfrøðingurin,
Oyvindur Brimnes, sigur,
at stovnurin, sum annars
hevur ábyrgdina av lands-
vegnum og trygdini á hes-
um, hevur ikki skyldu til at
syrgja fyri, at seyður ikki
sleppur út á vegin.
– Vit hava ikki skyldu til
at seta upp hegn, so seyður-
in ikki sleppur út á vegin.
Oyvindur sigur, at lands-
verkfrøðingurin tó í samráð
við teir, ið eiga hagan, í
feiri førum hevur gjørt av-
talu um at seta hegn upp
við landsvegin.
– Hetta hava vit eitt nú
gjørt í samband við nýgerð
av vegum. Í slíkum førum
hava vit gjørt ta avtalu við
eigararnar, at vit seta hegn-
ið upp og gjalda kostnaðin
av hesum, tó upp til eitt
vist. Síðan hava eigararnir
sjálvir átikið sær at viðlíka-
halda hegn og pelar.
Spurdur, hvussu stórur
partur av landsvegnum er
hegnaður av fyri seyði,
sigur Oyvindur, at tað dugir
hann ikki at meta um í eini
handavending.
– Men tað er nógva-
staðni, at seyður ikki slepp-
ur út á vegin, sigur hann.
Landsverkfrøðingurin
sigur, at vit hava umleið
450 kilometrar av landsvegi
í Føroyum og skuldi alt
verið hegnað av, hevði talan
verið um 900 kilometrar av
hegni.
– Hetta er eitt rættiliga
langt strekkið og er ein
óyvirkomilig uppgáva uppá
stutta tíð. Men tað gongur
tann vegin, at fleiri og fleiri
vegastrekkir verða hegnaði
av, soleiðis at seyðurin ikki
sleppur út á vegirnar, sigur
Oyvindur Brimnes, lands-
verkfrøðingur.
Bóndin í Norðragøtu, Árant, noyddist av avlíva seyðin, sum leyp inn í síðuna á bilinum hjá
formanninum í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Rúnu Sivertsen. Rúna tók hesar myndirnar
Landsverkfrøðingurin:
Ikki skyldu at halda seyði av landsvegnum
– Vit hava umleið 450 kilometrar av landsvegi í Føroyum og
skuldi alt verið hegnað av, hevði talan verið um 900 kilometrar
av hegni tilsamans, sigur Oyvindur Brimnes, sum tó leggur
aftrat, at tað er nógvastaðni á landsvegunum í dag, at seyður
ikki sleppur út á vegin
C
M
Y
K
7
6