leygardagur 20. mars 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 56 - 20. mars 2004
Nr. 56 - 20. mars 2004
9
– Tað, sum eg haldi er
ógvuliga óheppið, er,
at dansi-og skeinki-
loyvið verður sett upp
ímóti kristindómin-
um. Kristindómurin
hevur sínar aktivitetir
og fær frið at hava sítt
virksemi. Dansur og
skeinking er eitt heilt
annað mál, og hesi
viðurskifti eiga ikki at
verða sett upp ímóti
hvørjum øðrum, sig-
ur Laura Olsen, sum
var ein av stigtakar-
unum til borgara-
fundin
BORGARAFUNDUR
Orð: Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Myndir: Maria Olsen
Fimleikarhøllin í Glyvra
skúla var nærum fullsett á
borgarafundinum
hós-
kvøldið, sum ein bólkur av
foreldrum at umgdómi og
onnur tóku stig til.
Laura Olsen, sum var ein
av stigtakarunum, sigur, at
eini 200-300 fólk vóru á
fundi hetta kvøldið.
Hon sigur, at hetta var ein
góður og siðiligur fundur,
sum í fyrsta lagi snúði seg
um at fáa at vita, hví Runa-
víkar býráð feldi eina um-
sókn um dansi-og skeinki-
loyvi í kommununi. Somu-
leiðis var málið at finna út
av, hví kommunan ikki vil
loyva, at smiðjubygningur-
in hjá Frithleifi Olsen á
Rytuvíkarhálsi
verður
keyptur til bowlinghøll, tí
bygningurin liggur á einum
ídnaðarøki.
– Vit skipaðu fyri fundin-
um fyri at fáa greiði á, hvat
veruliga liggur til grunds
fyri teimum avgerðum, bý-
ráðið hevur tikið.
Pínlig byrjan
Laura heldur, at byrjanin av
fundinum var eitt sindur
pínlig, sum hon tekur til, tí
tað var býráðsformaðurin,
Rodmundur Nielsen, sum
einsamallur
tosaði
og
svaraði spurningum vegna
býráðið.
– Í býráðnum var Rod-
mundur fyri at geva Kenn-
eth Rasmussen dansi-og
skeinkiloyvi, men hann
hevði eisini til uppgávu á
borgarafundinum at tosa
fyri tey í býráðnum, sum
ikki tóku undir við hesum.
Hon sigur, at so hvørt,
sum fundurin leið, og
spurningar vórðu settir
beinleiðis til ávísu býráðs-
limirnar, fingust hesir at
grundgeva fyri, hví teir
høvdu atkvøtt, sum teir
høvdu.
– Tað, sum eg haldi er so
óheppið, er, at dansi-og
skeinkiloyvið verður sett
upp ímóti kristindóminum.
Hetta haldi eg vera ótrúliga
keðiligt.
Kristindómurin
hevur sínar aktivitetir og
fær frið at hava sítt virk-
semi. Dansur og skeinking
er eitt heilt annað mál, og
hesi viðurskifti eiga ikki at
verða sett upp ímóti hvørj-
um øðrum.
Laura vísir á, at tað eru
fleiri ungdómar, sum bæði
ganga á møti og ganga í
dans, og tí er eingin mein-
ing í at seta hesi tingini upp
ímóti hvørjum øðrum.
– Vit eiga at trúgva uppá
og hava álit á, at ungdóm-
urin dugir sær hógv. Krøv-
ini til skeinking eru so
strong, og karmarnir eru so
væl skipaðir, at als ikki er
neyðugt, at dansur og
skeinking føra til ólevna.
Hon vísir á, at deyða-
drukkin fólk sleppa ikki inn
at drekka, har skeinking er.
Skikka tey sær ikki væl
millum onnur, sleppa tey
heldur ikki at vera verandi.
Tú noyðist at uppføra teg
sámuliga, skalt tú njóta eitt
tilboð,
har
dansur
og
skeinking fer fram.
Við skeivum eygum
– Eg haldi, vit síggja hetta
við
skeivum
eygum.
Hvussu var ikki, tá ið
parabolirnir komu? Tá var
alt á gosi, tí nú fór ungdóm-
urin bara at sita við hús og
hyggja at pornufimlum. Í
dag er parabolur næstan á
hvørjum horni. Tú hyggur
at tí, tú ætlar tær – og hevur
tú hug at fara í dans eitt
kvøld, so fert tú tað. Hetta
snýr seg um, at hvør ein-
stakur eigur at duga sær
hógv, sigur Laura Olsen,
sum vísir á, at tað var Kári
Thorsteinsson, sum leiddi
fundin í Glyvra skúla við
hepnari hond.
At enda sigur hon, at tey,
sum eru fyri, at býráðið gev-
ur dansi-og skeinkiloyvi,
sjálvsagt virða, at onnur
hava eina aðra meining.
– Tað er ein erlig søk at
halda, at dansi-og skeinki-
loyvi ikki eiga at tvinnast
saman, men tað er hug-
stoytt, tá ið kristindómur og
hesi viðurskifti verða sett
upp ímóti hvørjum øðrum.
Tað tænir í hvussu er ong-
um endamáli, sigur Laura
Olsen at enda.
Hópur av fólki umrøddu dansi-
og skeinkiloyvi
Tóta hevði eisini orðið á fundinum. Undir liðini á henni situr Kári Sverrison
Eini 200-300 fólk vóru á borgarafundi í Glyvra skúla hóskvøldið, har tey viðgjørdu
ungdómsmál í Runavíkar kommunu. Ein stórur partur av fundinum snúði seg um, at ein
meiriluti í býráðnum hevur sítt fyri at geva Kenneth Rasmussen dansi-og skeinkiloyvi. Málið
um bowlinghøllina, sum ætlandi skuldi verða á Rytuvíkarhálsi, var eisini havt á lofti
Onkur, ið hevði sett bilin á skeivt stað í tí "skeivu" løtuni, var
óheppin, tí P-vørðurin hevði verið fram við, meðan fundurin
var í Glyvra skúla
Suðuroyar Skeiðs-
depil skipar fyri
áhugaverdum
evnisdegi í Stóra
Pakkhúsi í Vági í dag
EVNISDAGUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Spurningurin um gagn-
nýtslu av fiski og fiskaúr-
dráttum er ein hin mest
átrokandi í føroysku fiski-
vinnuni í dag. Traditionella
flakavinnan hevur stórar
trupulleikar við at klára seg
í kappingini úr Kina og
Baltisku londunum, og er
tað tí neyðugt at leita eftir
alternativum. Lyklaorðini
seinastu tíðina hava snúð
seg um gagnnýtslu av øll-
um pørtum av fiskinum og
virking av hjávørum. Bio-
tøkni er í hesum sambandi
nevndur sum ein møgu-
leiki, og verður hetta evnið
eisini viðgjørt á evnisdeg-
num. Harumframt verður
eisini alsamt størri dentur
lagdur á at halda fiskin so
feskan sum gjørligt, m.a.
við niðurkøling umborð -
og verður eisini greitt frá
royndum við niðurkøling
og skiljing av fiski umborð.
Soleiðis sigur Suðuroyar
Skeiðsdepil í tíðindaskrivi
og í dag verður evnisdagur í
Stóra Pakkhúsi í Vági, har
hetta verður tikið upp. Heiti
er; Gagnnýtsla av fiski og
fiskaúrdráttum.
Byrjað verður kl. 14.00
og skráin er henda:
Kl. 14.00
Bjóðað verður vælkomin
Kl. 14.05
Virðisøking av hjávøru -
møguleikar og avbjóðingar
v/ Egil Olsen (stjóri á Faroe
Marin Biotech)
Kl. 14.50
Fiskivinnutengda biotøkni
v/
Hóraldur
Joensen
(granskingarleiðari)
Kl. 15.20
Kaffi steðgur
Kl. 15.40
Royndir við niðurkøling og
skiljing av fiski umborð v/
Kára Hansen (reiðari á
Grunningi)
Kl. 16.10
Fígging av nýggjum verk-
ætlanum innan fiskivinn-
una v/ Símun Hammer
(leiðari av Virkisráðgeving
Spf)
Kl. 16.40
Kjak
Evnisdagurin endar kl.
17.00
Luttøkan er ókeypis
Heri Mohr
Í fjør gekk musicalin
PHANTOM
OF
THE
OPERA fyri fullum húsi í
Det Ny Teater í Keyp-
mannahavn triðja árið á
rað. Eina slíka undirtøku
kann onki annað leikhús í
Danmark breggja sær av.
Hetta er ein av fleiri
sangleikum, sum Andrew
Lloyd Webber hevur gjørt
tónleikin til.
Og nú hevur Norður-
landahúsið í Havn gloppað
dyrnar og loyvt skúla-
dansara- og tónaungdóm-
um - umleið 80 í tali - at
framføra sangleikin JÓSEF
OG
ÓTRÚLIGA
LIT-
FAGRA DREYMAKOTIÐ
eftir Webber & Rice, um-
settur til føroyskt av
Dánjali Hoydal og Onnu
Kristin Bæk. Leikstjórnað
hevur Jákup Veyhe.
Hevði satt at siga upp-
givið at síggja sangleikin, tí
ógjørligt var at fáa billett,
sølan gekk heit sum heitt
breyð, men til alla Guds
lukku hevði teldan onkurs-
vegna drillað, tí fyrrapartin
týsdagin 16. í h. lógu 200
billettir óseldar í onkrari
skuffu, er mær fortalt,
hóast útselt varð fráboðað í
góðari tíð.
Glaður og spentur setti
eg meg á góðan sess, og
tjaldið fór til viks!
Fólk flest eru yvirhøvur
ótolin, og millum manna
verður hildið, at frægast
man vera at dylja hendan
eginleikan, men tað átti
ikki at verið so, tí, er tað
nakað, sum fer avstað
við fúkandi ferð, so er
tað tíðin. Soleiðis tyktist
løtan umleið 1 1/2 tími
hendan
seinnapartin
í
Norðurlandahúsinum
at
vera farin alt ov skjótt, og
eg ivist ikki í, at tey umleið
7000, sum hava sæð og
hoyrt sangleikin JÓSEF,
hava rópt innantanna: -
Meira, meira, syngið
meira.
Hendan løtan var satt at
siga ein av teimum, ið ikki
verða gloymdar. Vit kunnu
loyva okkum at siga, sum
normaðurin á sinni í villari
gleði áhaldandi segði: - Det
var toppen! Jamen, det var
toppen! Ella sum ein klaks-
víksingur segði: - Hatta var
veldugt!
Sangurin "Dagar í Kána"
var ein sonn perla, a
catching song, men einki
eigur at verða tikið fram
um annað í leikinum, tí alt
var professionelt gott, og
tað gav yl í sálina.
Stórt ug, l3 til øll 80.
P.S.
Tað er spell, at tað ikki
stendur í skránni, hvussu
sangleikurin Jósef eitur á
enskum.
HM
Stórt UG = 13
VIÐMERKINGAR
Gagnnýtsla
av fiski í
Pakk-
húsinum
Í dag er evnisdagur í Stóra Pakkhúsi um gagnnýtslu av fiski
Mynd: D. Holm
C
M
Y
K
9
8