Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. mars 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 56 - 20. mars 2004 Nr. 56 - 20. mars 2004 11 Vit hava í blaðnum viðgjørt málið um ætlaninar at byggja eitt háhús, har Degns hús standa í dag. Hetta er fyri so vítt eitt áhugavert mál, tí talan er um at varðveita miðbýin, og tað, ið eftir er av upprunaliga umhvørvinum. Hetta mál er enn ikki komið á borðið hjá friðingarmyndugleikunum. Tað er hinvegin eitt heilt annað og nógv størri mál, nevniliga økisfrið- ingin av Tinganesi. Fyri at verja aldagamla søguliga umhvørvið í Tinganesi hevur Fornminnisnevndin gjørt av at friða økið rundan um Tinganes. Tinganes er mentanarligur dýrgripur hjá øllum føroyingum. Her byrjar okkara elsta søga, og hesin býlingur er framúr væl hildin, og er hetta nakað vit fyrst og fremst kunnu takka býraðnum fyri. Tað er tí lítið at ivast í, at Tórshavnar býrað fer at taka væl ímóti uppskotinum at friða økið rundan um Tinganes. Býráðið hevur fram um nakran annan myndugleika ábyrgdina av, at Tinganes verður varðveitt óskalað fyri eftirtíðina. Hetta merkir sjálv- sagt, at Býráðið má ansa eftir, at eingin útbygging verður loyvd, sum kann skaða ella órógva um- hvørvið í Tinganesi. Hevur býraðið stóra ábyrgd í hesum máli, so er ábyrgdin hjá landsstýrinum ikki minni. Í Tinganesi heldur umsitingarvaldið við løg- manni á odda til undir sera bæriligum og tignar- ligum umstøðum. Her eigur ikki at verða gjørt nakað, sum kann skaða hetta sermerkta umhvørvið. Skuldi tað kortini hent, at friðingin ikki verður sett í verk, soleiðis sum Fornminnisnevndin hevur mælt til, hava bæði býráð og landsstýri ein stóran trupul- leika. Báðir myndugleikar koma fyri eftirtíðini at standa sum teir, ið lótu standa til, meðan Tinganes varð offrað til frama fyri eina sera ivasama út- bygging av Tórshavnar havn. Hvussu ivasom henda útbygging er sóu vit, tá Norrøna fór á land. Henda syndarliga hending avdúkaði, hvussu trupul havnin er hjá stórum skipum. Tað má tí spyrjast, um tað er skilagott at halda fram við útbyggingini, soleiðis at enn fleiri stór skip enntá í senn, skullu leggja at inni á botni á Eystaruvág. Her mugu vera aðrar loysnir og aðrir útvegir. Halda avvarandi havnamyndug- leikar fast við útbyggingarætlaninar, so fara neyvan 4000 undirskrivtir at koma til borgastjóran í Havn. Heldur verður talið tað dupulta, og tað er ikki huga- ligt útlit hjá einum býráðsmeiriluta í hálvgingum valári. Tað ljóðar, at málið skal takast upp á sam- gongufundi eisini. Kunnu kommunalu myndug- leikarnir ikki finna eina skilagóða loysn í hesum máli, so mugu vit bara seta okkara álit á, at okkara landsmyndugleikar, teir, sum hava innivist í Tinga- nesi og harvið best duga at síggja álvaran í hesum máli, syrgja fyri at fremja ta skilabestu loysnina, ikki bara Havnini at gagni men tjóðardepli okkara Tinganesi at gagni. DAGSINS MEINING Sosialurin Eitt annað friðingarmál VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Sigmundur Høgnasson Vit føringar eru í dag so mikið hepnir, at vit eru ein av minstu tjóðum í heimin- um við egnum sjálvstøð- ugum máli. Vit hava ikki sum t.d. hetlendingar og nógvar aðrar smærri tjóðir í heiminum verið fyri tí van- lagnu, at størri tjóðarmál hava køvt tað føroyska málið. Men tað vil ikki siga tað sama sum, at vit nú kunnu seta okkum afturav og hyggja at hvussu leikur fer. Mál okkara hevur altíð staðið fyri skotum uttanífrá ikki minst úr Danmark. Vit hava tey seinastu uml. 50 árini havt gott fólk, sum hava tjúklað um málið. Vit kunnu nevna Jóannes av Skarði, Jeffrei Henriksen, Jóan Hendrik Winther Poulsen. Og tá tað kemur til tann vísindaliga partin av málinum, hava vit eisini verið stak hepnir. Nevnast kunnu nakrir, Rasmus Ras- mussen, Jóannes Rasmus- sen, Hanus Debes Joensen. Vit hava í dag Fróðskapar- setur Føroya, har tú kanst fáa hægri útbúgving innan føroyskt, og vit hava ena málstovu, sum tú kanst ringja til, um tú ivast í føroyskari stavseting. Vit hava væl útbúgvið fólk kring landið, so her skuldi alt verið í lagi. Men, sum eg skilji á teimum eldru, so stendur syrgiliga illa til í flestu fjølmiðlunum. Tá tey greiða mær frá, dugi eg væl at síggja og hoyra villirnar. Hetta eru ikki vanligar prentvillir, men villir ið ganga aftur og aftur. Eg loyvi mær at nevna nøkur stuttlig dømi. Vit hava tey síðstu seks árini hoyrt fyrrverandi løg- mann ferð eftir ferð siga »uppá núverandi tíðs- punkt«. Rættari og lættari hevði verið at sagt júst nú, ella í løtuni. Somuleiðis hevur hann ofta sagt »Tað hava vit tikið hædd fyri«. Betur hevði verið at sagt, tað hava vit lagt uppfyri. Annars er at siga, at nærum allir politikararnir og sjón- varpsmennirnir »hyggja eftir«. Á føroyskum eitur tað, hyggja at. (Høgni W. Larsen). Á Rás 2 varð ein lýsing lisin upp fleiri ferðir. Hon ljóðaði soleiðis: »Komið og síggi nýggju boxstivlarnar til børn við lynlási«. Ein átti ikki at flent at (og ikki hesum), men ofta er ringt at halda sær. Sum eg skilji á pápa mín- um, var tað føroyska málið nógv ávirkað av »dan- ismum«, tá hann gekk í barnaskúla, og lærararnir gjørdu sær stóran ómak fyri at fáa tær burtur og málið hevur havt tað hampuliga gott í 60’unum og 70’unum (J. H. Winther Poulsen). Tað, sum síðani er hent, er helst tað, at málið er vorðið ógvuliga harðligt ávirkað gjøgnum nýggju fjølmiðlar sum sjónvarpið og alnótina. Danir hava júst nú givið eina nýggja orða- bók út, sum eitur Den Danske Ordbog. Í samband við útgávuna hava teir eitt fyribrigdi, sum verður nevnt »danglish«. Hetta er (sum tað sæst av orðinum) partar av danska málinum sum harðliga er ávirkað av enskum. Hetta er mest galdandi á arbeiðsøkinum og helst innan telduvirk- semi. Fleiri málfrøðingar meta, at danska málið longu hevur mist ein stóran part av sínum eginleikum, tí enskt er komið ístaðin (Samvirke: 76). Tá vit hugsa um Føroyar í einum alheimssaman- hangi, so er mál okkara ómetaliga viðkvæmt, og vit hava ikki ráð til, at slíkt hendir her hjá okkum. Samanumtikið, so eru vit føringar hepnir. V. U. Hammershaimb bygdi skriftmál okkara á farna norrøna málið, so vit sluppu undan málføris- trupulleikunum, sum t.d. norðmenn enn berjast við. Tað er sum um tíðin hevur verið við okkum, um Jacob Jacobsen kom áðrenn V. U. Hammershaimb, hevur ein ivast í, um vit høvdu havt eitt skriftmál í dag. Jacob Jacobsen hevði ivaleyst bygt skriftmálið á ljóðfrøði (fonetiskt) rætt- skrivingina hjá Svabo. Jacob Jacobsen menti okk- um haraftur ímóti eitt vís- indaligt mál. Gjøgnum stríð og strev í Føringafelagnum tað tíð tað var, mentist so hitt føroyska málið við rúgvu av vøkrum fostur- landssangum av nógvum góðum monnum. Samdir vóru teir ikki altíð, men vit Tá húsini hjá Knút Lamba og tey í Funningsstovu vórðu rivin, og Føroya Sparikassi kroysti hatta stóra húsið inn í staðin, gjørdi Føroya Forngripa- felag eitt stórt arbeiði fyri at vísa á tað stóra virðið, ið lá í hesum býarpartinum við Tinghúsvegin, sum Rasmus Effersøe í sínari tíð stílaði fyri. Tíverri vann okkara stríð ongan frama, men tá túrur- in kom til Sloans og Heine- sens hús, var uppfatanin tíbetur so mikið broytt til tað betra, at Telefonverkið ikki fekk loyvi til at ríva tey og seta ein stóran bygning í staðin. Tað kom tí dátt við, og sera óvæntað, tá Jan Christ- iansen, borgarstjóri, legði hesa kollveltandi ætlanina fyri Tinghúsvegin fram í Sosialinum nr. 44 frá 4. mars 2004. Tá sagt verður, at byggisamtyktin loyvir einum so stórum húsi har á staðnum, má vera svarað, at hon so sanniliga eisini loyvir húsunum hjá Antoni Degn at verða standandi. Vónandi eru vit nú komin so langt í uppfatan, at slík oyðandi hending ikki verð- ur framd. Vit eiga at fara serliga væl um tað, sum sermerkir ávísu býarpartarnar – tað er hetta, ið fær varandi virði. Føroya Forngripafelag vil tí inniliga heita á Tórs- havnar býráð um ikki at fremja hesa ætlan, tí nú er nóg mikið oyðilagt við Tinghúsvegin, og tað, sum nú stendur eftir, vil vera ein perla fyri framtíðina. Farið væl um fornminn- ini í býnum, tí tað eru tey, fremmandafólkini fyrst bíta merki í, og flestu av heima- fólkunum gleðast um tey. Vit vilja eisini takka Jógvani Arge fyri hansara støðutakan í Grækaris- messurøðuni, og vóna, at hann fær góða undirtøku í býráðnum. Tað er royndur lutur, at eitt fólk verður mett eftir, hvussu tað fer um søgu sína. f. Føroya Forngripafelag Mortan Winther Poulsen NB! Her kann passandi skoytast upp í til Birgar Johannesen (Dimmalætting 16. mars), at okkara trúgv og vón er, at bókasavnið í Erlings Jalsgøtu er í góðum hond- um hjá Føroya Lívstrygg- ing og at tí verður langt LÍV lagað í uppruna líkin- um, ið er væl staðfest á tekningini hjá Floru Heil- mann. Húsini hjá Anton Degn Føroyska málið og alheimsávirkanin Framhald á síðu 12 BÍBLIULESTUR Tíðindaskriv Nú hevur í fleiri vikur ver- ið spurt um, nær bíbliulesi- ætlanin hjá Bíbliufelagnum kemur. Ymiskt hevur verið, ið seinkað hevur útgávuni av nýggju bíbliu- lesiætlanini, men nú er komið undir land. Stiftsnevnd- in hjá Bíbliufelag- num harmast og biður um umber- ing fyri seinkan- ina, samstundis sum hon heitir á lesaran at taka væl ímóti nýggju lesi- ætlanini. Hugskotið til nýggju bíbliulesiætlanina er gamalt. Tað eigur skotski presturin, Robert Murray McCheyne, sum andaðist í 1843, bara 29 ára gam- al. Henda lesiætlanin er kend og verður nýtt um allan heimin. Bíbliulesiætlanin brýt- ur við eina gamla sið- venju hjá Bíbliufelag- num. Í fleiri ár hevur Bíbliufelagið givið út lesiætlan, sum hvør bara hevur fevnt um ein part av Bíbliuni. Nýggja lesi- ætlanin fevnir um alla Bíbliuna, og ger lesarin sjálvur av, hvussu nógv hann lesur. Henda ætlan kann tí, í mun til tær undanfarnu, nýtast ár um ár. Ymiskir lesihættir Fremst í lesiætlanini stendur m.a: - Lesur tú dagliga kapittulin í einum raði, kemur tú ígjøgnum fyrru helvt av Gamla Testa- menti tað fyrsta árið, Nýggja Testamenti og Sálmarnar tað næsta árið, seinnu helvt av Gamla Testamenti triðja árið, og so aftur Nýggja Testa- menti og Sálmarnar fjórða árið. - Lesur tú dagliga tveir teir fyrstu kapitlarnar í teimum báðum fyrstu røðunum, kemur tú ígjøgnum fyrru helvtina av Gamla Testamenti, alt Nýggja Testamentið og Sálmarnar í eitt ár. Lesur tú so næsta árið tveir teir næstu kapitlarnar, lesur tú umframt Nýggja Testamenti og Sálmarnar seinnu helvt av Gamla Testamenti. - Lesur tú dagliga allar fýra kapitlarnar í teimum fýra røðunum, kemur tú ígjøgnum alla Bíbliuna eina ferð og Nýggja Testamenti og Sálmarnar tvær ferðir í bara eitt ár. Serstøk bíbliulesiætlan Bíbliulesiætlanin stuðlar sostatt lesaranum at varðveita yvirlitið yvir Bíbliuna. Men hon er eisini serstøk á tann hátt, at hon nýtur tær fýra "byrjanirnar", sum eru í Bíbliuni: Fyrsta Móse- bók um skapanina; Matteusar evangeliið um Jesu føðing; Ezra, tá ið Ísraels fólk fekk nýggja byrjan og Ápostlasøgan, tá ið fólkasløgini fingu nýggja byrjan. Í lesiætlanini eru um- framt bíbliulesiætlan m.a. eisini áhugaverdar myndir við teksti, tíðar- festingar í Bíbliuni og kunning um tær báðar føroysku bíblutýðingar- nar. Byrja nú Ráðini frá stiftsnevndini eru, at lesarin blaðar upp til mánaðin og dagin í tí ári, tú ert í og byrjar at lesa ein ella fleiri kapitlar dagliga. Tú kemur jú aftur til teir tekstir, sum standa frammanundan, og sum tú ikki hevur fingið lisið. Bíbliulesiætlanin verð- ur við vón um góða mót- tøku send øllum húskjum í Føroyum komandi dag- arnar. Í umbúna er, at lesiætlanin skal liggja frammi í kirkjum og samkomuhúsum í Føroy- um. Eisini ber til at venda sær til Bispaskriv- stovuna, um tørvur er á fleiri lesiætlanum, sigur Stiftsnevndin fyri Bíbliu- felagið í tíðindaskrivi. Bíbliulesiætlan fyri øll Gulla Øregaard (Tankar eftir framførsluna 17.mars 2004) At rósa sangleikinum "Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið" er ikki lætt, tí orðini røkka so stutt Andrew Lloyd Webber og Tim Rice eru ikki hvør sum helst, og tað eru Anna Kristin Bæk og Dánjal Hoydal heldur ikki 7 túsund áskoðarar hava sæð leikin í uppseting hjá Føroya Studentaskúla og HF skeiði við góðum kreft- um frá Tórshavnar Musikk- skúla og við rørslu og dansivenjing hjá dugnaligu Jònu Kristin Thomsen, koreografi. Minnist løtu fyri umleið 25 árum síðani á gamla Hotel Føroyum, sum var har, sum Tryggingarfelagið Føroyar húsast á Konga- brúnni í dag. Útlendingar saman við føroyskum mentamonnum løgdu tekningar fram og við blonkum eygum greiddu teir frá komandi álvaheyggi í Sortudíki. Seinri kom navnið "Norð- urlanda húsið í Føroyum". Danin Steen Cold var har. Dánjal Pauli Danielsen á Velbastað var har. Býar- arkitekturin Gunnar Hoydal var har og fleiri við teim- um. - Alt var í síni byrjan. Àrini eru farin og mangar ríkar løtur hava verið í álvaheyggi. Løtan í kvøld í stórasali var av teimum heilt stóru. Ungdómar og børn løgdu okkum áskoðarar fyri sínar føtur, og vit sameindust í vakra sanginum, dansinum og brúsandi tónleikinum. Upplivingin í stóra salin- um var av slíkum slagi, at tað gerandisliga hvarv, og tónleikurin tók teg við á ferð við øllum sansum opn- um og viljaleysur var tú tikin í annan heim. Stórbara tøkniliga útstýrið í húsinum var avbjóðað til fulnar. Dugnaligu ljóð- og ljós- fólkini kappaðust við liv- andi sangarar, dansarar og tónleikarar til eitt ótrúliga litfagurt heildarbílæt í framúr góðari pallmynd hjá Jòannesi Gaard. Tankarnir sveima og mynd av norska arkitekt- urin Ola Steen og svianum Miklos Olevetsky ljóð- og ljósverkfrøðingurin, sum gjørdu henda listaskálan, kemur fram fyri meg. - Kundi unt teimum løtuna í kvøld at sæð hvussu húsið livur dreymin víðari. Hvussu ber tað til, at vanligir ungdómar kunnu gera hetta kvantulopið leik- listarliga? Kann tað hugsast at tað er ein serligur máttur í samanrenningi av tøkni, rúmi og skapandi kreftum? Anna Kristin Bæk, Dánj- al Hoydal, Hans Olivur Joensen, Sigrid Sivertsen, Atli Petersen, Eirikur Skála, Jákup Veyhe, Zacha- rias Sørensen og alt fram- leiðsluliðið hava við hesi uppseting prógvað, at tað ber til at gera stórar og glæsiligar uppsetingar,sum eru á hædd við tað, sum vit síggja í stórbýum runt um í heiminum. Børnini og ungdómurin sum í kórsangi, dansi og spæli saman við leikara- prestatiónum í topp hjá Reistrup, Thorsteinsson og Co. fluttu mørk vóru veru- liga til staðar. - Hugsa sær, um ein tími í enskum ella støddfrøði kundi fingið hesa orku fram. Sangtalentini Jóannes Lamhauge, Ann Chanett Danielsen, Erla Bech Jensen og fleiri við teimum bóru okkum gjøgnum løt- una, har tú varnaðist eina spæligleði hjá øllum - Gleðin tók okkum áskoð- arar og fekk stóra pallin at virka enn størri. Enn kom hugsanin. Tað kann ikki ganga heilt galið í Føroy- um, tá ið ungdómurin er so gávaður, og sum øllum kunnugt, eigur hann fram- tíðina. Tillukku øll somul sum ríkaðu mentunarlívið í Føroyum. Ólavur Hátún Sangleikurin Jósef hevur nú havt sína seinasta sýning, og eftir sita vit mongu við upplivingini í sál og sinni av allarhelst tí dygdarbestu og fjølbroytt- astu føroysku framførsluni, sum higartil hevur verið í Norðurlandahúsinum. Her skal onki verða tikið fram um annað, alt var á slíkum professionellum støði, at tú mátti sita undr- andi frá byrjan til enda. Tøkk skulu tit eiga tit leikarar, dansarar, ung- dómskór og barnakór, tón- leikarar, sangsolistar, tekst- týðarar, klædnasniðgevar og pallsmiðir umframt øll tit mongu, sum skipaðu fyri í tí leikilistarliga og tí tónleikaliga. Til Føroya Studentaskúlan & HF- skeið, Tórshavnar Musikk- skúla og til Norðurlanda- húsið skal ein heildartøkk ljóða fyri, at tey tóku hendur saman og aftur lótu okkum sanna, at vit eiga ein gávuríkan, fagran og fúsan ungdóm, sum boðar frá góðum fyri hetta land í komandi tíð. Framførslukvøldið í Norðurlandahúsinum sat eg saman við Garðari Cortes, fremsta manninum innan sangskúla- og operuheimin í Íslandi. Eftir framførsluna segði hann: »Eg havi sæð og hoyrt hendan leik fleiri ferðir í professionellari uppseting bæði í London og í Reykjavík; men hend- an framførslan var tann besta, eg higartil havi upplivað!« UMMÆLI Lit- og ljóðfagur sangleikur Sangleikurin Jósef C M Y K 11 10