leygardagur 20. mars 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 56 - 20. mars 2004
Nr. 56 - 20. mars 2004
13
Ólavur Hátún
Í hesari drúgvu framhalds-
grein má nú vera komið
fram til at vísa á nøkur
vandamál í okkara skrift-
máli og royna at geva eitt
íkast til eitt ynskiligt orða-
skifti, ið kann føra til bata.
Her er tá fyrst at siga, at
greinskrivarin er ikki sjálv-
ur málfrøðingur og hevur
ikki aðrar fortreytir enn tær,
at hann hevur talað hetta
mál í sjeyti ár, hevur verið
fólkaskúlalærari í 8 ár og tá
eisini undirvíst í føroyskum
og hevur eisini ávísa út-
búgving og undirvísingar-
royndir í fremmandamáli.
Men tað krevur nú heldur
ikki tað høga akademiska
bakstøði at fáa eyga á ør-
kymlandi
fyribrigdir
í
okkara rættskriving.
Lat okkum leggja fyri við
at taka fram dømir um
villingarsom viðurskiftir,
har somu ljóð í málinum
verða stavað ymist, og
onnur, har somu stavir í
skriftmálinum
umboða
ymisk ljóð í málinum :
i ella y
Dømir: bylgja / bilgjast -
biðja / styðja - girða (stika
inni) / gyrða (spenna reim
ella gjørð um) - hill / syll -
kvikur / kykur - snigil /
trygil.
Fyrr kundu vit sigla við
Smirli til Mikinesar, men
seinni funnu máfrøðingar
útav, at betri var, um Smyril
fór til Mykinesar.
í ella ý
Dømir: bíta, líta, skíta, slíta
/ gýta, lýta, nýta, sýta - físa
/ snýsa - flís / lýs - síggja,
skríggja / flýggja, lýggjur -
trý / tríggir, tríbekkur.
Persónlig tilráðing er at
hava bara eitt i og eitt í,
sum
"Broyting"
eisini
mælti til.
a ella æ
Dømir: ala, fjala, mala,
rala (um ljóð), skala, svala
/ græla, hæla, næla, ræla
(um veðragjóling), spæla -
Grani / Frænir - hali /
hælur - basa, fjasa, grasa,
knasa / hæsa av, hvæsa,
læsa, ræsa - sat og las /
græt og læt - nana / ræna -
salur, svalur / sælur - æl /
skal - geva gætur / fáa
fatur -vanta (mangla) /
vænta (hava í vænti).
Tað eru so mong onnur
dømir á hesum stavset-
ingarøki, har fólk ongan
møguleika hava at finna
røttu loysnina uttan við
orðabók í hond. Spurning-
urin er, um ikki meira
verður vunnið enn mist, um
skrivað verður, sum ljóðar,
t.d. fjæla, fjaldi - læsa, lasti
- ræka, rakti - svælur,
svalligur o.s.fr.. Men sjálv-
andi er hetta eitt torført
mál. Við slíkari rættskriv-
ing høvdu fylgt fleiri eins-
nevni (t.e. orð við ymsari
merking, sum verða stavað
eins), sum sæst millum
dømini omanfyri, og eisini
máttu tá suðringar við
teirra serliga framburði
kunnað havt síni stavset-
ingarligu frámerki - um tað
so sakaði nakað fyri heild-
ina (sí seinni um slíkt).
hv ella kv
Dømir: hvalur / kvalið -
hveiti / kveita - hvammur /
kvæmur - hvepputur /
kvapsutur - hvirla / kvirrur
- hvørki / kvørkrar.
ll framborið sum dl ella ll
Dømir: allur, falla, fella,
skalli / Malla, Nella, Palli,
lallasligur - ball (sigarett) /
ball
(veitsla) - bella
(skaða) / bellur (partur av
troli) - at gella / ein gella -
fjøll, hvøll / døll - fylla /
fillur - hill, syll / pill, snill-
ur - millum, villa / mylla,
karðavilli.
Vit mugu skriva skulu,
sum ongin sigur, tí skullu er
jú sambært úttalunormin-
um at frambera sum skudlu.
rn framborið sum dn ella
rn
Dømir: fyrna, kirna / firn-
ast, girnast - barn , garn,
skarn / tarn, tørn, varnast
- fornur / orna - tað farna /
gjarna.
Niðurstøða um hesi sein-
astu trý viðurskiftir: Fylgið
Broyting at stava eftir
framburði.
Annað stavsetingarligt
villingarsemi:
Sló og dró uttan g, men
slógu og drógu við g - biður
uttan j av biðja, men styðjar
við j av styðja - sóu , stóðu,
drógu, svóvu , sum øll hava
líknandi framburð, men
verða stavað ymist.
Her er eitt óreglusemi,
sum tað saktans kundi verið
bøtt um.
Nevnast kann her eisini
g-ið, sum umframt sítt
natúrliga g-ljóð stundum er
at frambera sum j (logi),
stundum sum v (fløga) og í
øðrum førum onki ljóð um-
boðar (tog).
Føllini.
Tað hevur í seinastuni verið
nakað frammi um, hvussu
illa eitt nú fjølmiðlafólk
fara um føllini. Tað nervar
eisini meg, tá ið so er, og eg
haldi, at blaðfólk og frá-
søgufólk í okkara loftmiðl-
um eiga at vanda sær um
hesi málsligu viðurskiftir.
Men tað sagt, mugu vit
eisini viðurkenna, at eins
og fallskipanin gjøgnum
øldirnar er vorðin munandi
einfaldari t.d. í enskum,
donskum og svenskum, er
kenslan fyri henni eisini
víkjandi hjá okkum. Havi
t.d. hoyrt hámentaðan norð-
ing siga, at tað var honum
mestsum ógjørligt í sínari
dagligu tala at gera rætta
munin á hvør- og hvønn-
falli, og soleiðis er eisini
vorðið aðrastaðni í landin-
um. Í skrift má tað tó vera
ynskiligt at royna at halda
aftur í hesari broyting, uttan
at tað tó skal gerast til
nakra málsekterismu sum
t.d. við hvørsfallinum, sum
tað við fyrimynd í íslendsk-
um, meira enn natúrligt er,
hevur verið roynt at gróð-
urseta av nýggjum í okkara
máli.
Ivaleyst okkara torfør-
asta mállærufyribrigdi er
ir- ella ur-endingar.
Vit lærdu fyrr ta reglu, at
veiktbend sagnorð enda við
-ir í 2. og 3. persóni í nútíð,
og at tey sterktbendu og j-a
-sagnorðini (sum t.d. skilja)
skuldu enda við -ur. Nú er
reglan tann heldur einfald-
ara, at hevur tú ljóðskifti frá
nútíð til tátíð, so skalt tí
skriva -ur. Men fyri tað
fyrsta eru her jú undantøk
sum
t.d.
við
nevnda
"skilja", ið ikki skiftir ljóð
frá nútíð til tátíð, og
støðugt má tann skrivandi
sita og hugsa seg um og
aloftast skriva ímóti sínum
egna málsliga veruleika; tí
valla nakrastaðni í landin-
um er tað so, sum mállæran
býður, at skift verður mill-
um hesar ir- og ur-endingar
í sagnorðunum. Hetta sæst
eisini í ljóðrøttum skriftar-
royndum frá 19. øld. At
skifta bæði i og u út við tí
meira neutrala e, sum dr.
Jacobsen var inniá, hevði
verið ein Columbus-loysn;
men hon er illa hugsandi í
okkara vesturnorrøna mál-
umhvørvi.
Tá talan er um veiktbend
kvennkynsorð í fleirtali, so
siga nógv fleiri føroyingar
dunnir, hønir, fliðir, kettir,
krónir og gentir enn dunn-
ur, hønur, fliður, kettur,
krónur og gentur.
Mundi tað verið nakað
hóttafall fyri heildina, um
fólk kundu skrivað -ir ella -
ur alt eftir egnum fram-
burði? Vit høvdu ikki mál-
læruliga komið út á flot av
tí - havnarfólk høvdu neyv-
an farið at skrivað hestir,
norðingar badir ella suðr-
ingar kemor/kemør, og vit
við vestanmáli høvdu fram-
vegis dugað at skrivað eftir,
undir og yvir, sjálvt um vit
siga eftur, undur og yvur.
Fólk hava ikki longur so
nógvan ampa av at lata
málførini koma til sjóndar í
skriftini eisini. T.d. sært tú
sandingar og skúvingar
skriva "Hvar fer tú?" ella
"Hvat ger tú", og hevur
onkur skrivað "Báði hetta
og hatta", veitst tú at tað ein
suðringur.
Størsta vandamálið í
føroyskari rættskriving:
ð ella ikki ð.
Dømir: inn á landið, men
her á landi - um várið, men
á vári - segði við barnið,
men gongur við barni -
skundið
tykkum,
men
skunda tær - eitt skarð, men
ein skari og ein skor - ein
skor, men at skorða - ein
ferð, men at fara - at skera,
men ein skurður - tað barn-
ið, men ta gentuna - ein
viðgerð, men at viðgera -
vara (minna á), men varða
(ansa eftir) - varamaður,
men varðmaður - laða
(upp), men laga (skipa) -
ein hurð, men ein durur -
o.s.fr., o.s.fr..
Viðvíkjandi ð-unum er
tað, sum fyrr nevnt, mín
greiða sannføring, at tað
var skilaleyst at koma aftur
við einum stavi inn í okkara
skriftmál fyri eitt ljóð, sum
longu um 1600 var horvið
úr málinum.
Slíkir ljóðleysir stavir eru
eisini í øðrum skriftmálum,
t.d. hoyrist í norskum ikki t-
ið í landet ella barnet; men
teir hava ikki orðaformin
lande og barne sum ør-
kymlandi
valmøguleika,
soleiðis sum vit hava tað
við landið ella landi og
barnið ella barni. Sama
villingarsama trupulleika
hava vit av boðsháttinum,
har fleirtalið krevur ð, men
eintalið ikki. Havi enntá
upplivað dømi sum "farð út
við tær", tí talan jú er um
boðshátt. Annars verður í
ráðaloysi tveitt um seg við
ð-um, sum best ber til, -
sum t.d. pápið, sum stu-
dentaskúlalærari
herfyri
nevndi sum dømi, í orði
sum ímótið og annars í orð-
um, sum enda við einum
berum sjálvljóði sum í
sagnorðum í 1. pers. í nútíð
ella í endanum á einum
navnahátti. Orðaform sum
ørðum eins og í fjørðum
ella fjøðrum eins og í
øðrum sært tú javnan.
Nei, hesin stavur, sum eg
her geri so nógv burturúr,
gagnar ongum, skapar bara
mistreysti og ger óneyð-
ugan mun á teimum skrift-
lærdu og fólki, sum ikki
hava bókligt arbeiði. Tí líka
so væl sum tú í talumálin-
um fullvæl skilur hvørki-
kynsorð í bundnum formi
og sagnorð í tátíðar lýsing-
arhátti ella boðshátti uttan
skilmarkandi ljóð, so skilur
tú eisini boðskapin uttan
skrivað ð. Sama er við tí
óveruliga og hugsaða, tí,
sum tey lærdu kalla supin-
um konjunktiv, á føroysk-
um hugsandi luttøkuháttur,
sum t.d. "tú átti at skrivað
henni nøkur orð", sum fleiri
føra fram sum eina grund-
geving fyri at varðveita ð-
ið.
Eitt annað mál er, at
henda hugsháttar setnings-
skipan tíverri er við at
hvørva úr okkara máli. Tað
er tað vorðið vanligt, og
hevur verið tað leingi, at
ein samansett tíð framman-
undan í setningi smittar á
ein eftirfylgjandi navnahátt
og ger hann til tátíðar lýs-
ingarhátt. Hetta sæst alla-
staðni, og úr bók, sum eg
júst var við at lesa, havi eg
hesi dømir: "...teir høvdu
fingið boð um at hildið
kjaft ..." - "...ætlanin hevði
ikki verið at dripið hann ..."
- "...hon hevði hoyrt NN
sagt ..."-" Hon hevði sæð
hann róð framvið ..." -"for-
bronglaði tað, hann hevði
lovað at gjørt.." Í øllum
hesum dømum var navna-
háttur rættari, tí talan er um
søguhátt og ikki um hugs-
hátt. Her er høvi til at sýna
sín serkunnleika í at handa-
fara ð-ið, tá ið tátíðar
lýsingarhátturin
ljóðliga
fellur saman við navna-
háttin; men tað hevur líka
lítlan týdning í tí skrivaða
sum í tí hoyrda.
Í undirvísingini í før-
oyskum veruliga at vekja
ansin fyri hesum kon-
junktivvirknaði í okkara
máli tað haldi eg vera av
væl størri týdningi enn at
dressera næmingarnar til at
kunna skilja hárfínt ímill-
um, um tað ljóðleysa ð-ið
skal vera har ella ikki.
Nei, tað skerst ikki burt-
ur, at vit vegna teir mongu
valmøguleikar, sum peika
aftur í miðøld, helst hava
størri trupulleika av okkara
skriftmáli, enn nøkur onnur
tjóð hevur tað av sínum. Tú
sært tað í skrivligum avrik-
um á øllum skúlastigum, í
almennum skrivum, dag-
bløðum, privatum brøvum,
gøtuuppsløgum, handils-
vindeygum, ja øllum, sum
serkøn ikki hava ritskoðað.
Ja, sjálvt hesi kunnu koma í
iva um, hvør ið nú rætta
stavingin er. Marius Jo-
hannesen, sáli, sum var sera
væl fyri málsliga, sum
sjálvur gav út skúlabøkur
til skrivligt føroyst, og sum
sjálvandi dugdi sína mál-
læru til fulnar, segði eina-
ferð við meg:" Eg skal siga
tær tað, at eg lati onki
skrivligt á føroyskum frá
mær, uttan at eg havi havt
orðabókina
hjá
mær".
Sjálvur má eg siga, at skal
eg skriva okkurt á donsk-
um, er mær ongin tørvur á
orðabók, neyvan heldur til
tað týska, sum eg havi havt
nakað við at gera; men skal
eg skriva mítt móðurmál, er
orðabókin mær mangan
hent. Og neyvan hyggi eg
eitt skrivað ark ígjøgnum
uttan at varnast, at har
manglar eitt ð, ella at hatta
ð-ið skal ikki vera.
(Meira)
VIÐMERKINGAR
At skriva føroyskt
Hvørjar trupulleikar hava vit í okkara skriftmáli?
nýta gott av øllum, ið kom
buturúr. Okkara samfelag
hevur eitt vakurt mál og
nógv lærd fólk í vilja varð-
veita tað.
Nú ræður um ikki at seta
seg afturá, men vera til
dystin fús, so ikki sama
hendir sum í Danmark. Eitt
vita vit. Enska rákið kemur
henda vegin, og er kanska
longu komið. Tað ræður
um, at duga at taka ímóti á
ein skynsaman hátt.
Tá vit hugsa um, hvussu
nær málspurningurin var
tengdur at tjóðskaparrørsl-
uni í Føringafelagstíðini, so
undrar tað meg, at einki
hevur verið nevnt um før-
oyska málið øll seks árini
undir fullveldis landsstýrin-
um. Sum í so nógvum
øðrum málum undir hesum
landsstýrinum, hava teir
start seg blindar og slept tí
føroyska málinum uppá
fjall.
Framhald av síðu 10
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
20. mars. Gordius, deyður umleið ár 300. Róm-
verskur hermaður, sum gjørdist kristin og varð tikin
av døgum.
21. mars. Vársjavndøgur. Tvær ferðir um árið eru
sólin og jørðin staddar soleiðis hvør móti aðrari, at
dagur og nátt eru líka long. Vársjavndøgur er vanliga
21. mars, men kann eisini vera 20. mars.
Dagurin er eisini bænadiktsmessa, til minnis um
Bænadikt úr Nursia, sum stovnaði eina munkaskipan,
ið skjótt kom víða um londini. Hann bygdi eitt tiltikið
kleystur á Monte Cassino í Italiu.
Navnið kemur av orðinum benedictus, sum merkir
tann vælsignaði. Bænadikt úr Nursia doyði í 547.
22. mars. Páll biskupur, deyður umleið ár 250. Talan
er ikki um ápostulin, men um ein biskup í Narbonne í
Fraklandi við sama navni. Er eitt av teimum fyrstu
dømunum um ein biskup, sum ikki doyði blóðvitnis-
deyðan.
Tøkk
Okkara inniliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæra
mamma, vermamma, omma og langomma
Jenny Jacobsen
vanliga nevnd Jenny á Støðini
í Fuglafirði
andaðist og varð jarðað.
Ein stór tøkk til tykkum á B8 og B5 á
Landssjúkrahúsinum, sum vóru um hana ta seinastu
tíðina. Ein hjartans tøkk til tykkum, sum hjálptu okkum
so væl, meðan hon lá sjúk, Harrin løni tykkum.
Eisini ein serstøk tøkk til tykkum, sum sendu gávur til
Føroya Felag móti krabbameini. Ein hjartans tøkk til
Meinhard Bjartalíð prest fyri sera vøkur og troystarrík
orð.Tøkk til berarar og sangarar og kirkjutænarar og
tøkk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Anja
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum, ið sýndu samkenslu,
tá góða kona, mamma, vermamma og omma okkara
Elsa Maria Hellá
andaðist og varð jarðað.
Takk til prest, sangarar, berarar og kirkjutænarar.
Takk til tykkum á Ellisheiminum, sum vóru um hana
hennara seinastu ár.Takk til øll, ið hjálptu til
í sambandi við jarðarferðina. Takk fyri blómur, kransar
og peningagávur til Autistafelagið.Takk tit, ið fylgdu
henni hennara seinastu ferð.
Meinhard
Eyðun, Joan og børnini
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at maður, pápi og abbi okkara
F. Jákup Wang Andreasen
Tórshavn
andaðist
mikukvøldið 17. marts.
Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapellinum
sunnudagin 21. marts Kl.15.00
Erla og børnini við familju
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu, tá ið okkara høgt elskaði maður, pápi,
abbi og verfaðir
Ditlev Olsen
Argir
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur, kransar og aðrar heilsanir,
fyri peningagávur til treingjandi børn, og hjartaliga
tøkk til allar hjálpandi hendur til jarðarferðina.
Hjartans tøkk øll tit, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Margit, Sunrid, Astrid og Katrin v/ familjum
Mánadagin 22. mars kemur
verkfrøðingurin Hans Jørn
Mølkjær til Føroyar fyri 9.
ferð.
Fríggjadagin 26. mars
skal hann handa lyklarnar
til nýggju samkomuhølini
hjá Frelsunarherinum í
Vági til landsleiðaran fyri
Frelsunarherin í Noreg,
Íslandi og Føroyum, kom-
mandør Donald B. Øde-
gaard.
H. J. Mølkjær er dani,
sum fyri meira enn 40 árum
síðan giftist til Noregs.
Hann starvaðist í mong ár
sum leiðandi verkfrøðingur
innan NORCEM, sum er
ein avheimsins størstu se-
mentfyritøkum. Fyri um-
leið 20 árum síðan segði
hann starvið og stóru løn-
ina í NORCEM frá sær og
gjørdist dagligur leiðari í
FEAS
(Frelsesarmeens
Eiendommer A.S.)
Frelsunarherinum í Vági
hevur ein veruligan vin og
hjálpara í hesum manni.
Uttan hansara hjálp høvdu
tey ikki verið komin til ta
frálíku loysn á hølistrupul-
leikunum í Vági. Hann sig-
ur sjálvur, at hann er sera
hugtikin av landi og fólki
okkara.
Áhugavert er, at sjálvt
um hann og familjan búgva
í Noreg, so hava tey
summarhús í Jútlandi, og
so at siga allir grannarnir
eru føroyingar.
Hans Jørn Mølkjær:
Handar lyklarnar til Frelsunarherin í Vági
Berint Juul
Rasmussen 94 ár
Í dag, leygardagin 20.
mars, fyllir Berint Juul
Rasmussen á Strondum 94
ár.
Berint er føddur í Keyp-
mannahavn í 1910. For-
eldrini vóru: Elsuba, f.
Poulsen, av Strondum, og
Julius
Rasmussen,
úr
Keypmannahavn.
Hann flutti til Føroya
sum fimm ára gamal,
saman við systrini Ingu, tá
mamman doyði, og vaks
hann upp hjá Rasmus
Poulsen á Strondum, sum
var formaður inni á Hulki.
Sum ungur tók hann
motorpassaraprógv. Hann
arbeiddi inni á Hulki, til
hann í 1951 fór at sigla sum
maskinmaður við oljubát-
inum Esso Søldarfjørð.
Hetta starv røkti hann til
síðst í 70-unum.
Saman
við
synunum
bygdi hann Esso-støðina
inni á Byrgi á Strondum,
sum varð liðug í 1977.
Hann var við í virksem-
inum á støðini, til hon bleiv
seld í 1988.
Berint giftist við Lenu, f.
Johannesen, av Toftum,
sum andaðist í 1989, 77 ára
gomul.
Børnini hjá teimum eru:
Kaj, sum býr á Strondum,
Óli, sum býr í Skagen,
Egon, sum býr í Hoyvík,
Eigil sum býr á Strondum,
og Asta, sum býr í Hoyvík.
C
M
Y
K
13
12