Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 22. august 2012 · Nr. 97 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kristoffur Kolumbus fann Amerika tann 12 oktober 1492. Hann hevði nytt 18 ár til at fyrireika tí fyrstu ser­ ligu ferðina yvir um Atlants­ havið. Hann hevði nýtt tann stórsta og besta parting av lívi­num til hetta endamál. Kolu­m­bus hevði tosa við sjó­ menn og lærarar, prinsar og kongar um at ”um eg sigli vestur um tað stóra havi so má eg koma á land eitt stað ið ongantíð áður hevur verði heim­søkt av europearum. Men fólk flentu at honum og mettu hann verða ein tápu­ lig­ur droymara, fá vóru tey ið trúðu ætlanum hansara. Tó so til endans góvu tey sponsku kongs­hjún­ini honum skip til eina roynd­ar­ ferð um hav. Kolumbus silgdi yvir um hav og kom framm á fremmant land , har fólk­ ið, ið har búði var ørðvísi enn nakað, ið fyrr var kent. Kolum­bus helt at hetta land var partur av India. Tá ið Kolumbus kom heim­a­ftur við tíðindum um hetta nýggja landið var sera stór frøði, hann var fagnaður sum ein hetja, ið hevði givið Spainiu eina nýggja verð. Stór­ar mannamúgvur komu fyri at síggja hann og vísa hon­um virðing. Spanska konga­husið bjóðaðu honum at vitja heima á slottinum hvar ið tey við stórari frøði lurt­aðu eftir søguni um ferð hansara. Aldri áður var so nógv virðing synd einum van­lig­um manni. Men tað vóru teir, ið vóru sera øvunsjúkir inn á Kolum­ b­us og sum vóru líka klárir at niðurgerða sum onnur vóru klár at heiðra. ”Hvør er hesin Kolumbus ?” spurdu tey ”og hvat hevur hann gjørt ? Er han ikki bert ein fátakur Italienskur skipari og for rest­in kundi ikki ein og hvør sjó­maður siglt yvir um hav eins og hann hevur gjørt? ” Ein dagin var ein spanskur harri vertur við ein døgurða fyri Kolumbusi, tilstaðar vóru tá eisini fleiri av hesum nej­ligu persónunum. Teir vóru stoltir og ernir og ógvu­liga skjótt byrjaðu teir at verða ónærisligir ímóti Kolum­busi ”Hvat serligt er í, at tú hev­ur funnið nýtt land hand­an hav” hatta kundu øll gjørt. Vit kunnu ikki sígg­ja tað serliga í hesum. Øll kunnu sigla tvørtur um hav og øll kunnu sigla fram við oyggjunum har akkurat sum tú hevur gjørt, tað er tað einklasta í verðini at gera tað.” Kolumbus svaraði als ikki til teir, men hugsaði seg væl um síðan tók hann eitt egg frá einum bordiski og talaði til allar teirra. ”Hvør tykkara kann fáa hetta eggið, at standa upp eftir enda ?” Ein fyri og annar eftir royndu at fáa eggið at stan­ da, og eggið fór runt til all­ ar men eingin kláraði at fáa egg­ið at standa upp eftir enda. Teir vóru allir á einum máli um, at tað letur seg als ikki gerða at seta eggið upp eftir enda. Eggið endaði sostatt aftur hjá Kolumbusi, ið tók tað og bank­aði tann eina endan eitt sindur í borið soleiðis at egg­ ið brotnað og endin varð flat­ u­r. Nú var eingin trupu­leiki at fáa eggið at standa upp eftir enda. “Mínir harrar” segði hann “hvat er lættari enn at gerða hetta ið tit allir søgdu var ógjør­ligt ? Tað er tað einklasta í verð­ini, øll kunnu gera hetta –eftir at onkur hevur víst teim­um, hvussu tað skal gerast” Sí greinina ”Misnytt ”pum­ pu”verk­ætlan um makrel” aðra­staðni í blaðinum. Vinarligast Meinhard Jacobsen Árni M. Dam Hans Andrias Joensen Kjak Meinhard Jacobsen Árni M Dam Hans Andrias Joensen Kolumbus egg Ein hugvekjandi søga havandi í huga makrel málið í Føroyum Nú fleiri umboð úr báðum and­støðu­flokkunum í Tórshavnar býráð, Sam­ bands­flokkinum og Fólka­ flokk­inum, boða frá í fjøl­ miðlunum, at teir vilja arbeiða fyri, at skatta­pro­ sent­ið skal setast niður í fíggjar­ætlanini 2013, so hevur sit­andi meiriluti millum Tjóð­veldi og Javnaðarflokkin fyri langari tí síðani bæði sam­tykt og fráboðað, at skatt­urin lækkar í 2013.

 Tað var nevniliga soleiðis, at tá ið landsstýrið, ið hevur ábyrgdina av eldraøkinum í Føroyum, ikki røkti hesa upp­gávu til lítar, so tók Tórs­ havnar kommuna, í 2009 á seg at útvega fleiri nýggj ellis- og røktarheimspláss í kommununi, tí tørvurin hjá borgarunum er so ovur­ honds stórur. Hetta var ein stór íløga, afturat øðr­ um stórum íløgum, sum kommun­an hevði í gerð.

 Tá ið so fíggjarætlanin fyri 2010 varð løgd, varð avgerð tikin um at hækka kommunu­skattin við 1% til at útvega fleiri nýggj røktar­ heims­pláss. Dentur varð lagd­ur á, at neyðugt varð at hækka skattin við einum pro­senti ið varð eyðmerkt ein­ans til eldraøkið.

 Tí setti býráðið sær fyri at byggja røktarheim, nevnt Boðanesheimið, til 64 fólk yviri við Strond. Og nú Boðanesheimið vænt­ andi verður tikið í nýtslu seinni í árinum, og verk­ ætlan­in sostatt er liðug, skal skatturin sum fráboðað sjálv­andi setast niður aftur. 

 Men síðani er tað so hent, at sitandi samgonga í Løgtinginum millum Sam­ bands­flokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin, hevur játtað flatskatt, ið gevur skatta­lætta til tær størru inn­tøkurnar. Tí eigur at verða kannað, hvussu 1% skatta­lækkingin í kommunu­ skatti­num í 2013 kann koma teim­um lágu inntøkunum til góða. Kannað verður, hvørji møguleikar eru inn­ an kommunuskattin, sum kann koma teimum løn­mót­ takar­um, ið ikki fingu gleði av flatskattinum, til gagns. Ynski­ligt er eisini, at hart sperdu barnafamiljunar fá ein skattalætta og hetta kann ger­ast uppá fleiri hættir t.d. við hægri barnafrádrátti. Hes­um fara vit at arbeiða við, nú fíggjarætlanin fyri 2013 verður gjørd. 

 Soleiðis er lagamanni hjá and­støðulimum at boðað frá, at teir fara at arbeiða fyri skattalætta, tá ið sitandi meiri­luti millum Tjóðveldi og Javn­að­ar­flokkin longu hevur sam­tykt og boðað frá hesum, nú setningurin við at útvega 64 nýggj røktarheimspláss er nádd­ur. 
 Skatturin lækkar í Tórshavnar kommunu Marin Katrina Frýdal