Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. august 2012 · Nr. 97 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Meinhard Jacobsen Árni M Dam Hans Andrias Joensen Verkætlanin “At fiska makrelin við Føroyar so skyn­samt sum gjørligt, fáa bestu góðskuna og fáa betra prís­in á besta marknaðinum“ var í 2010 avvíst av Fiski­ mála­ráð­num, men innihaldið í verkætlanini var latin øðr­ um feløgum at arbeiða eftir. Søgan um nógva makreltilfeingið við Føroyar Í samband við at tilfarið, varð gjørt, ið fekk føroyingar at krevja nógv størri part av makreltilfeinginum. Tað sama tilfarið ið gjørdi, at Før­oy­ar brutu út úr makrel­ sam­starvi­num við grannar okkara. So má ásannast at hetta var byrjanin uppá eina til­gongd, ið hevur bjarga tí før­oyska búskapinum sein­ astu trý árini. Fyrsta avbjóðingin, ið arbeiðast skuldi við, var at fáa føroysku myndug­leik­ar­ nar at trúgva uppá, at meira makrelur var við Føroyar enn áður hildið, og at parturin hjá Før­oyum í hesum fiskiskapi var alt ov lítil. Hetta eydnaðist, hó­ast sterka mótstøðu, frá flest øll­um bæði í vinnu­ni og politik­ar­um, men eftir­fylgja­ ndi hevur fiskiskapur víst, at uppáhaldið um at nógvur makrel­ur var í føroyskum sjógvi var rætt. Tað er helst meira makrelur við Føroyar enn upprunaliga mett. Í byrjanini var sera hørð mót­støða ímóti at fiska makrel í føroyskum sjógvi. Størs­ta mótstøðan bygdi á, at makrelurin ikki skuldi verða mannaføði ella í besta fall kundi seljast fyri ein spot­t­prís. Pelagiska virk­ið í Kolla­firði, ið Varðin, Fram­ herji og Notio saman við Eik áttu, var eisini stongt í 2008 tí eigararnir sóu ongar møgu­ leikar í hesum. At steing­ja hetta virkið sigur sera nógv um tær visiónir, ið tá vóru í sam­band við uppi­sjóðar­fiski­ skapi­n við Føroyar. Virkið í Kollafirði hevði verði virkið síðan 2001 men val­du føroysku uppi­sjóvar­ skip­ini heldur, at landa veið­ u­na í grannalondum okk­ara enn at avreiða veiðu­na í Kolla­firði. So trupulleikarnir vóru tví­deildir, eitt er at fáa nøgd­ ina, men nakað annað er at fáa teir góðu prísirnar. Pá­ stand­urin um at makrelur veidd­ur í føroyskum sjógvi nær­um ikki var mannaføði fylti nógv tað tíðina. Hetta grunda á, at makrelurin um summar­ið er so feitur og full­ur av æti. Sera nógv er og hev­ur verið gjørt burtur úr, at makrelurin við Føroyar hev­ur ikki sama virði sum hann hevur seinri uppá árið í norskum sjógvi. Ein av høvuðs­av­bjóð­ing­ unum var at marknaðurin einki kendi til føroyskan makrel, og at føroyingar ong­ an fiskiskap hava haft við Føroyar eftir makreli. Tann best betalandi mark­nað­urin fyri makrel er Japan og er gjørligt at selja før­oysk­an makrel har, ja so er góðskustemplið í lagi. Hesar avbjóðingar høvdu vit í tonkunum longu í 2009, tá ið tilgongdin um makrel byrjaði. Pumpu­royndar­ verkætlan í 2010 Fyri at klára omanfyri nevn­ du avbjóðingar var neyðugt at hugsa nýtt. Í hesum arbeiði kom tank­ in um at royna eina pumpu­ skipan, og efti­r-fylgjandi er hug­skotið búna enn meira til tað, sum tað er í dag. Ein pumpu­skipan til at pumpa so hvørt sum fiskað verður, var frammanundan bert nýtt til krill í suður íshavinum. Vit settu okkum í sam­ band við Havstovuna og Vón­ina um hesa ætlan og vístu bæði ætlanini áhuga. Vit fingu eisini norska pro- fessar­an: Ragnar Olsen, at meta um hvussu tað kom at ávirka makrelin at hann varð fisk­aður á henda óstressaða hátt. Hansara meting var sera positiv. Tann 27-07-2010 ( uml. 1 mán­að áðrenn partrolararnir fóru undir at fiska makrel) sendu vit inn umsókn um at fáa royndarkvotu til at sleppa at fiska við smærri skipum og at pumpa makrelin inn til eitt móður­ skip ímeðan toga varð. Móður­skipið skuldi arbeiða makrel­in undan so hvørt, sum hann kom innanborða. Okk­um kunnugt var hetta ein­as­ta umsóknin um roynd­ a­r­loyvi í 2010. Neyðugt er at kvota verð­ ur avsett til endamálið fyri ikki at skula skunda sær (í hesum føri er hastverk - last­ verk) Vit trúðu so nógv uppá okkara ætlan, sum longu frá byrjan vildi kunna próg­va at hesar avbjóðingar kun­du loysast, at vit keyptu tvey skip í august 2011 til hesa verkætlan og søktu fyri triðju ferð um at fáa møgu­ leikan at seta hesa verkætlan í gongd. Endamálið við verkætlanini var at fáa svar uppá fylgjandi spurningar : 1. Ber til at veiða og samstundis pumpa fiskin livandi óskaddan úr posanum. (hesin parturin er avprøvaður). 2. Ber til at veiða meira selektivt, td størri miðal stødd á makreli og hjáveiðan “sildin” setast útaftur óskala. (hesin parturin er enn ikki avprøvaður). 3. Kann makrelurin, veiddur í føroyskum sjógvi um summarið, geva sama ella betur prís, enn tá hann er veiddur um heysti. T.d við at klára at selja føroyskan makrel á Japanska marknaðinum (hesin parturin er enn ikki avprøvaður). 4. Kann veiði profilurin verða grønari enn í dag. Við at fiska við munandi minni orku pr. kg. fisk enn vit kenna til í dag. Her verður hugsa um at nýta smáar trolarar við lítlum motorum – burtur frá nøgdarmentaliteti og inn við góðskumentaliteti. (hesin parturin er enn ikki avprøvaður). Var endamálið rokkið, so kom tað at hava sera stóra ávirk­an á hvussu føroyska økið verður virðismett í fram­tíðini. Vit høvdu sera góð­ar vónir um at røkka hes­ um málum. Tann fyrsta umsóknin hev­ur helst verið ov tíðliga á veg, og hevur politiska skipan­in ikki verði búgvin til slíka nýhugsan. Misnýtsla av verk­ ætlanar­upplýsingum Henda ætlan var hildin sera loynilig at byrja við, tí vóru vit sera bilsnir, tá vit skamma stund eftir hoyrdu frá fólki í politisku skipanini um hesa ætlan. Minnast skal til at verkætlanin var send inn í trúnaði og at hon ikki skuldi sendast til við­mælis ella hoyringar nakrastaðni. Talan var um sera virðis­ mikl­ar nýggjar loyni­lig­ar upp­lýs­ingar fyri okkum – intellektual property. Søgan er hendan : Tann 27-07-2010 sendu vit inn um­sókn um at fáa roynd­ar­ kvotu til pumpu­verk­æt­lan­ ina. Tann 12-08-2010 høvdu vit fund við Fiskimálaráðið og var fullfíggja ætla­n­in fram­ løgd fyri fiski­mála­ráð­harran v.f.. Fiskimálaráðharrin hev­ ur helst mett ætlanini at verða áhugaverda tí tann 04-10-2010 høvdu vit eina full­fíggjaða framløgu fyri Før­oya Landsstýrið (kopi av framløguni ”34 slides” var latin til umsitingina tann 04-11-2010). Vit vita at felagið Nótaskip v.f. vóru í Lands­ stýrinum fyri at gera teirra støðu greiða tann 08-10- 2010, á hesum fundi hevur okkara ætlan verði frammi og hava embætisfólk og vinn­an niðurgjørt (sí, aðra­ staðni í blaðnum, grein um Kolumbusar egg) og mót­ mælt hesari verkætlan. Svarið var noktandi. Vit søktu aftur 17-01-2011 og aft­ ur noktandi svar. Okkum kunnugt var hetta onnur av tveim­um umsóknum í 2011, hin umsóknin snúði seg um at fiska við húki. Í 2012 vísur tað seg sum um at týdningurin av at fáa rætta prísin fyri makrelin er gingin upp fyri fólkinum, og politiska skipanin hevur áhuga at seta kvotu av til vinnu­ligt endamál. Vit søktu aftur um roynd­ ar­loyvi til omanfyri lýstu pum­pu verkætlan tann 06- 02-2012. Okkum er upp­lýst at JFK sendur inn um­sókn um royndarkvotu til eina pumpu verkætlan tann 02-04-2012 og at Varðin sendi inn umsókn um eina roynd­ar­kvotu til eina pumpu verk­ætlan tann 13-04-2012. Sigast kann, at umsókn teirra er sera mein­ lík pørtum av okkara um­ sókn­um frá undan­farn­um ár­um við tilhoyrandi tilfari. Komnir út í mai mánað hoyr­ist at Vinnan í Gøtu, í loynd­um, framdi royndir við ein­ari pumpu har pumpað bleiv beinleiðis ímeðan trol­ að verður – tá vórðu vit ikki yvirraskaðir og tó - hes­ir menn hoyra júst til sama bólk, ið høvdu verið inni í politisku skipanini og mót­ mælt okkara verkætlan í 2010. Enn merkisverdari gjørd­ist hetta, tá ið tað hoyrd­ist at royndirnar vóru gjørd­ar við kvotu frá Hav­ stovu­ni. At Varðin vil royna eina tí­líka ætlan fyri at royna at øk­ja um teirra veiðuvirði, er púra natúrligt. Varðin hevur boða frá, at teir fáa yvir ½ mió. kr meira fyri hvørja last við pump­að­ um makreli, sammet við van­ liga veiddan makrel. Tað er nærliggjandi at hug­sa, at partur av hesari ætlan hevur verði, at leggja út fótonglar, soleiðis at vit ikki skuldu koma ígongd við verk­æt­lan okkara. Um so var, so hevur hesin taktikur eydn­ast til fuldnar, tí nakrir politik­ar­ar bitu gleðiliga á. Vit ivast ikki í, at hug­skot­ið stavar beinleiðis frá okkara verkætlan Tá so tíðindafólk frá Dimma­ lætting byrjaðu at spyr­ja um verkætlanina, sum teir høvdu fingið innlit í frá Fiski­málaráðnum – (vit vóru ikki spurdir, áðrenn al­ment innlit var givið) - tí valdu vit at svara alment og var hetta fyrstu ferð at vit al­ment út­ talaðu okkum um verk­ætlan­ ina. Vit minnast jú, at felagið nóta-­skip hevði eina framløgu í vár fyri inn­bod­ num, har ein eftir­met­ing var gjørd av makrel­fiski­ skapi­num í fjør, og hvussu teir mettu at fiski­skap­urin skuldi verða í fram­tíð­ini. Teirra ”Endlösung ” fyri makrelin, var uppskot um at gera semju við ES og Noreg hvar ið føroyingar skul­du verða nøgdir við ein nógv minni part av kvotuni enn krav er gjørt uppá. Hesa kvotu skuldu so limirnir hjá felag­num Nótaskip fiska og av­reiða fyri sama virði, sum makrel fiskiskapurin gav í 2011. Ikki sørt skelkandi boð­ skap­ur, sum tíanbetur ikki hev­ur fingið viðhald ”enn”. Sera ivingarsom málsviðgerð í Fiskimálaráðnum. Vit hava fingið svar uppá um­ sókn okkara, jú okkara ætlan líktist sera nógv ætlanunum hjá hinum JFK og Varðanum. Ein kundi til skemtunar sagt, at sjálvandi er vanligt, at upp­runa­skjalið líkist marg­ fald­i­num. Umsóknirnar fingu allar játtaðar 1000 tons til endamálið tí tær vóru so líkar at ikki kundu takast dag­ar ímillum tær. Hesin framgangsmáti kann undra, tí alment innlit er givin í umsóknirnar og hevur okkara umsókn fing­ið sera nógva og drúgva við­gerð bæði í Dimmu og í Kring­ Misnýtt »pumpu« verkætlan um makrel