Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 22. august 2012 · Nr. 97 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – sagt verður at teir lærdu at brúka pilk av fransmonnum, tí var pilkur við hvørt eisini nevnd­ur fransahúkur. Tað er rætt, at Christian Pløyen hevði kunnleika um línu við sær eftir Het­lands­ ferðina í 1839. Men til tað er at siga, at Havnarmenn longu í um 1780, plagdu at seta skrubbulínu við smærri húk­um. Hetta høvdu teir lært av fremmandum sjófólki, sum kom inn á Havnina, so Havn­ar­menn vistu longu tá, hvussu lína var brúkt, Lína varð ikki dámd av øll­um og hon elvdi eisini til stríð millum útróðrarmenn. Tað vóru tí fleiri, sum vildu hava sett bann móti línu, tí teir mettu at línan og tað nógva agnið var til ampa fyri snørisfiskiskapin. Eisini hildu teir seg leggja til merk­ is, at fiskurin eftir at lína var komin í brúk gjørdist smærri, og hetta fekk línan við sínum smáu húkum skyld­ina fyri, tí nú varð eisini ungfiskurin fiskaður, og menn vóru ræddir fyri at fiskurin varð avoyddur. Longu tá hugsaðu menn um burð­ar­dygga v­eiðu. Málið kom fyri Løgtingið, har tað var viðgjørt ná­greini- ligt úr fleiri sjónarmiðum og endin var ein nýggj fiski­veiðu­lóggáva kom í gildi í 1893. Skipað var nú soleiðis fyri. at tey ein­ støku kommunustýrini sett­ ur reglugerðir fyri hvørji fiskiamboð skuldu verða brúkt á firðum og sund­um í kommununi, men línu­ fiski­skap­urin við ára­bát­um ment­ist alsamt og tað var ikki ein helt vandaleysur fiski­skap­ur úti á víðum havi við borðfyltum báti. Lín­ an kom serliga at fáa stór­ an týdning norðanfyri og vestan­fyri, eitt nú verður sagt úr Mykinesi í 1892, at har fisk­aðu teir mestsum bert við línu. Í Suðuroy kom lína ikki av álvara í nýtslu fyrr enn fyrst í 1920-unum. Ikki bert fingu ára­bát­ar­ nir línubekk, men lutir sum línu­leypur, línutrog og kýkar komu at verða vanligir. Mest van­ligi kíkurin – grindakíkur – varð gjørdur av maganum á grindahvali, ið var blástur upp, turkaður og tjøraður. og kíka­hjarta úr viði við holi í bæði til at blása í og hol til at binda enda í. Eisini gjørdur teir kík úr grindavælindi, av kálvum sum vóru flettir í bjølg og tað er eisini dømi um frensakíkar. Útróðrarmenn býttu havi ímillum sín, so ella so og royndu ymiskar leið­ir. Víka­maðurin Sámal Joh­an­ sen sigur m.a. í bók síni Á bygd fyrst í tjúgundu øld,. at Sjálvt um eiðismenn og víka­ menn fylgdust lið um lið út av Eiðisflógva, so høvdu teir hvør sínar fiskileiðir, tað var líka sum hesar bygdir høvdu kanna sær sínar egnu fiskileiðir. Bátarnir á Streymoynni hildu seg á leið­unum við Streymoynna, tað var teirra sjógvur, meðan bát­arnir úr Eysturoynni hildu seg eystari á sjónum. Tað hendi seg meira enn so, at bátar, sum vóru vanir at royna tær eystari leiðirnar, fóru vestureftir, men eg helt ongan­tíð, teir kendu seg rættiliga heima á ókunnugu leiðu­num. Mikkjal á Ryggi hevur yrkt bæði um snøri og um línu: Kvikhentur maður, meðan snørið man renna sløgir og foragn og beitu sær sker; ræsir og heintar – og toskur er at kenna, bregður væl við, so hann ongulfastur er. Liðmjúkan arm, sveittan í barm, grenjar í tolli, men ongan annan larm Fýra eru á. Og, vælsignaða fløkja! Loddið við borðið! So lyfta vit teir inn. Stendur illa í? So mást tú teir kjøkja; Høgg teimum kleppin í nakka ella kinn. Syft teir inn um stokk, gev teimum á knokk, laggbeit og greið, tí kurlað er tað nokk. Hann hevur eisini sangir um várróður, og um hvussu menn settu línu og tóku hana upp. Tað verður ov langt at endurgeva alt hetta, men eg skal taka okkurt einstakt ørindi fram: Kom við línusteini her, kíkin tak úr barka, knýt í stungu, skjótur ver! segl eg síggi nærka! ivaleyst um hesa leið ætlar onkur niður, hann, ið fyrst fær missir ei, gamla orði sigur Steðgi! Steðgi! Skjóti á! nú kom bannsett fløkja; verður nakað vunnið, tá lógva mín tit krøkja! her er hvørt um annað tveitt – buktir. Øgn og teymar. Rógvi aftur! Nú er greitt, ut um stokk hon streymar. Og okkurt øðrindi um upptøkuna: Heini inn við toftuknæ vøttir sínar stingur, hann skal krøkja av í dag, fimur er hvør fingur; klakar tjúkt á borð og bond, aldri lofnar tó hans hond, Stungan upp í vaðkall gleið, steinur inn var tikin, vestur út mót Hógvaleið langt er línan rikin yvir harðan botn og sand, gras og grót og mórubland. Tað tók tíð at seta og draga línu. Brast óveður á, so var vandi á ferð. Illa dámdi teimum at kappa línuna, tí hon hevði nógv virði, men tað kundi verða neyðugt. Hetta førdi nógvar vanlukkur á útróðri við sær, og bátar gingu burtur. Fleiri kvinnur enn áður komu at sita sum einkjur og fleiri børn komu at verða faðirleys av hesum áum. Mikkjal og Hans Andrias yrkja um sjálva veiðuna og spenningin við at kasta snøri og seta líni, men kvinnurnar hava sæð útróðurin øðrvísi. Tær sóu vandan og óttan, Her skal eg lata tær tvær kvinnur lýsa útróðurin á sín hátt í tveimum yrkingum, sum eg taki onkur ørindi burturúr;: Ein landnyrðingsstormur so skjótt brast á hvør fjøl á sjógv, og ljót gjørdist luftin, so myrkagrá sum skitin lógv; fossur so beint sæst uppeftir standa, strokið so stynjandi fer millum landa, og bylgjurnar berjast so stríðar. .... Og dagurin lækkar, og brimið er so øgiligt og froysandi niðan í neyst tað fer, frá grunni lyft. knappliga bátur við broti má landa, smildrast, tó menninir bjargast úr vanda Meðan sprekini út aftur skola. Enn vantaði ein í bátatal, tá svørt var nátt; í skýming hann sást uttanvert við Hæl – men rokið hátt brádliga hvørvisjón tá yvir hann legði; streymur frá landi hann úteftir hevði,, Runt um feigdarfuglarnir flagsa. Skjótt seglið er pettað og mastur av og stýrið frá; hart brakandi bátur fer undir kav – stór neyð er á Hvør maður krossin brátt fyri sær ristur, suffar farvæl til konu og systur til børn og foreldur í heimi. Tað er Billa Hansen, sum hevur yrkt hetta umleið 1890. Tað endar kortini væl í hesum sangi og manningin verður bjargað av einum skipi, men so var tíverri ikki altíð, sum Andrea Árting letur tað vera í sanginum Dunandi aldur á prenti fyri fyrstu ferð í 1934: Eydnast væl teirra samrøða mikla. Farið er sorlað, øll manningin deyð; havaldan sterka man sprekini stikla, háðandi stormur sær fiskarans neyð. Mamman hon misti sær sonin tann unga, hvør veitti ugga í seinastu stund? Hvør mundi turka tann sveitta so tunga, kína hans eyga, tá tað fall í blund? Gentan hon misti sær vinin tann kæra, hennara vón fyri komandi ár – Abbin hann mátti tann sama veg fara, renna tí strítt vári sorgtungu tár. Útróðurin vaks alsamt í seinnu helvt av 1800-talinum og veiðan vaks eisini. Í 1898 var hon 4600 tons, men árini vóru misjøvn og beit undan aldarskiftnumi fall samlaða veiðan niður undir 3000 tons. Veiðan vaks nakað aftur, tá motorbátarnir komu, men minkaði skjótt aftur fyri undir fyrra heimsbardaga at vaksa upp til góð 10.000 tons um árið. Men eftir kríggið falla tonsatalið aftur. Tað sum mestsum forkom útróðrinum var ikki fiska­ loysi, men ránsveiði við troli. Ikki bert grópaðu trolararnir – fyri tað mesta bretskir – upp allan botnin so at fisk­ urin ikki fekk nakað stað at vera, men teir trumlaðu eisini botnin slættan til tað reinu oyðumørk, so eingin vøkst­ur kom aftur í áravís. Ikki bert rændi teir fiskin av grunnunum frá føroyska út­ róðr­ar­monnunum, men teir vóru beinleiðis óflíggjaligir og gjørdu tað vandamikið hjá før­oyingum, tí teir vóru so nask­ir og stevndu beint har sum føroyingar royndi, og smædd­ust ikki at trola bæði tvørt­ur um línu og snøri. Orsøkin til at veiðan aftur vaks undir 1. heimsbardaga var einfalt tann, at tá trol­ aðu eingir trolarar undir Føroyum. Men eftir kríggið byrjaðu teir aftur og útróðrarveiðan minkaði aftur burtur í næstan einki – onkuntíð undir 1000 tons um árið. Viðareiðisprestur Kiel­berg sigur frá, so var tað van­ligt at síggja eini 30- 40 trol­ar­ar trola á somu leiðum, sum føroyingar royndu á Norð­havinum. Tað var yvirhøvur ikki fyrr enn í 1920- num, at tað kom at vera vanligari at menn fingu sær eitt sindur størri bát einsamallir. Tað hong­ur yvirhøvur saman við, at teir frá umleið 1925 fóru at seta – installera – maskinur í árabátarnir, sum eisini vóru nevndir installeringar, men maskin­an gjørdi in­stall­er­ ing­ar­nar tyngri at draga enn róðrarbátar, og tí fóru teir at fáa sær drátt og spæl í neystini, meðan teir fyrr høvdu kunna hjálpt sær við leys­ar lunnar. Á brimplássi var tað ikki óvanligt at fáa sær páhangsmotor, sum kun­di takast úr bátinum og berast í landi fyri seg, so hann ikki tyngdi um bátin. Mær er sagt frá at teir fyrs­ tu páhangsmotorarnir komu longu fyri fyrra heims­bar­ daga. Tíverri komi maskin­bát­ ar­nir í eini tíð, tá útróðurin und­ir Føroyum minkaði burt­ ur í næstan einki og teir vóru tí ikki orsøk til nakran størri vøkstur í útróðri­num hesi árini, men maskin­bátar­nir komu at fáa stóran týdn­ing sum innløgubátar. Bæði fyri at fáa at kóka og at greipa, seta sildagørn og tá menn fóru at skjóta fugl. Motor­urin førdi við sær at tað nýttist ikki at vera meira enn ein maður umborð. Útróðurin vaks aftur undir seinna heimsbardaga og helt fram aftaná kríggi, ikki minst tá fiskimarkið var flutt út og flakavirkini komu. Men her byrjar ein annar táttur í fiski­vinnu­søguni, men lat meg steðga her í hesum um­fari. Fyrilestur hildin í Eldra­ felag­num Eiði 30. juni 2012. Stytt­ur og broyttur.