mikudagur 22. august 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. august 2012 · Nr. 97
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóan Pauli Joensen
Christian Matras hevur eina
yrking, sum mær altíð hevur
dámað so sera væl:
Her leikti tær lendi løg inn
í sál,
og innast við strendur fekk
sjógvurin mál,
ið ongantíð tagnar,
óvæntað tær fagnar,
við songi um landið, sum
stígur úr sjó.
Her numu teir gomlu við
nøvnum sær land,
men landið næm teir úr
fjøllum í sand,
við ósæddum hondum
tað bant teir við bondum,
ið rukku so víða, sum
verøldin rann.
Og tíðin hon blásti við
gandandi ond
á lív ið varð livað á bø og við
strond,
ein óskrivað søga,
ein orðleys røða
um fólkið her livdi skapaði
tjóð.
Tað er so ofta, at eg kenni
tað soleiðis, at tað mesta,
ið eg leiti eftir, er at finna
í teirri óskrivaðu søguni
og teirri orðaleysu røðuni.
Tað eru til allar tíðir farnar
broytingar fram í føroyska
samfelagnum.
Ein
tann
størsta áhaldandi broytingin
fór fram frá miðskeiðis í
1800-talinum og fram til
okkara dagar. Tað er tann
tíðin, tá Føroyar broyttust
frá einum samfelag, sum var
tengt at jørð til eitt meira
vinnuliga frælst fiskivinnu
samfelag, sum gav tí einstaka
størri møguleikar at gera
vart við seg.
Tað, sum fekst úr sjónum,
hevur altíð havt stóran týdn
ing fyri Føroyar – bæði í
dagliga húsarhaldinum og
sum søluvøra – týdningurin
av tí seinasta hevur verið
minni við hvørt og meira við
hvørt. Stutt eftir miðøldina
og eina tíð fram var tað
turrur fiskur sum var tann
týdningarmiklasta útflutn
ingsvøran her á landi, men so
mistu vit skipasambandið út
eftir. Tá eg gekk í skúla, stóð
tað í eini lesibók, at fyrr var
ull Føroya gull, men nú er tað
fiskurin. Ì einar tvær øldir
var tað ull og ullarvørur, ið
var týdningarmiklasta út
flutningsvøra okkara. Longu
frá 1600 byrjaðu baskarar
fiskiveiði í Norðurhøvum,
har menn saltaðu fiskin
umborð og virkaðu hann til
klippfisk á landi. Aðrir tóku
skjótt eftir – ikki minst í New
Foundlandi, sum hevði stóra
klippfiskaframleiðslu tíðliga
í tíðini. Danski keypmaðurin
Niels Ryberg royndi longu
seinast í 1700-talinum, at fáa
føroyingar uppí hesa klipp
fiskavinnu men tað miseydn
aðist. Eingin roknaði tá við,
at føroyingar fóru at standa
á skipsdekk nakrantíð. Tak
okkum í dag.
Fyrst var tað útróðurin
undir Føroyum sum menti
seg og seinni kom sluppfiski
skapurin, tí útróðurin gav
okkum ikki nóg mikið at liva
av. Tað vóru eisini teir, sum
tíðliga fóru til lands í Íslandi,.
Eins og teir eisini seinni fóru
at rógva út í Grønlandi.
Tá útróðrarmenn bert
høvdu árarnar at líta á,
var tað av størri týdningi
at hava stutt at rógva út á
fiskileið enn tað, at bygdin
var kyrrupláss, tí føroysku
árabátarnir vóru lættir at
draga og stóðu fyri tað mesta
í neysti, tá teir ikki vóru í
brúki, uttan so at tað var
góðveður dag um dag , men
hóast alt, mugu dagar við
brúkiligari kyrru hava verið
fleiri enn dagar við brimi og
ódn.
Bátasmiðurin
Símun
Johan Wolles sigur um før
oyska bátin: Krøvini vóru
stór, hóast farið var lítið, og
hevur tíverri ikki altíð eydn
ast at útfylla tey øll. Bátur
skuldi vera lættur undir
árini, lættur á lunni, góður
undir segli og góður í undan
gongu. Til brimpláss kravdist
tað afturat, at teir vóru víd
ligir oman um bak, fyri at
grípa, tá teir vóru skotnir út
(tað var flotaðir) og turrir at
liggja inni við brimi, tí var
altíð bakskuturin fyri, tá
skipa var upp.
Tað er tí ikki at undrast
á, at teir gomlu høvdu stóra
virðing fyri bátinum, og kom
maður fram at báti, ið stóð
í gerð, tóku teir soleiðis til
orða: Gud gevi hann verður
høgdur ella brendur. Teir
vildu ikki hava hann at
ganga burtur. Føroyski ára
báturin er ikki bert vakur,
góður og lættur bátur tillag
aður tað umhvørvi, har hann
skuldi brúkast, men hann er
eisini ein av okkara størstu
mentanargripum.
Av øllum teim snekkkjum í
Norðhavið bar,
ein tykist mær yndislig
føður,
tann bátur nevndur er
áttamannafar,
sín svanasong nú hann
kvøður
Soleiðis
syngur
skaldið
Mikkjal
á
Ryggi
um
áttamannafarið í Tingakrossi
í 1913. Ein sangur sum í
Føroya Fólks Sangbók er
vorðin fólkaogn.
Hann føroyingum fylgdi í
túsund ár,
væl virdur av lágum og
høgum,
við gyltari veiðu um vetur
og vár,
hann søkklaðin legði at
støðum.
Í vanda hann vardi mangt
dýrabart lív;
og sigraði hann stormin so
strangan,
tá førdi hann menn heim til
smábørn og vív
og mettaði mangan ein
svangan.
Hans
Andrias
Djurhuus,
sum var lærari í Sandavági
meðan Mikkjal var lærari í
Bø og Gásadali kundi ikki
bara sær fyri at arga Mikkj
al eitt sindur. Tí longu sama
ár, sum ár Mikkjal yrkir um
áttamannafarið – í 1913 –
yrkir hann um motorbátar
nar, sum komu at verða alt
meira vanligir sum útróðr
arbátar:
Svartir í erva við hvítari
gron
móti stormi teir snýsa,
sigla úr vági, á landinum
ýtini miðini vísa,
skera so lættliga streymin,
sum seg fram við strondini
skorar;
syftast av aldu á aldu teir
fúkandi skjótu motorar
Og hann heldur fram:
Gamalt er grivið, nýggj tíð
er komin
og nýggjari kemur.
Væl kann tað vera, at onkur
so sárt um hitt farna seg
gremur.
Minnist tá bátarnir
syngjandi aftur av havinum
róðu
og eins og brøður, tá veiðin
var tilgjørd,
á lunnunum stóðu.
Tó lata tað hvíla í friði,
sum alt hevur grøvina
funnið
líti er tapið at rokna, tá
túsundfold meiri er vunnið,
veiðin er størri, sleipið er
minnið,
meira á borðinum,
nú í teir sigla til miðis við
fúkandi skjótum motorum.
Teir fyrstu motorbátarnir
komu í 1905 næstan um
somu tíð, sum í londunum
rundanum okkum, so her
vóru vit ikki eftirbátar. Bygd
irnar í Sundalagnum vóru
fyrr mettar at vera vánaligar
útróðrarbygdir, tí, hóast tær
vóru kyrrar, var so langt
at rógva á fiskileið. Tað var
ikki óvanligt at rógva 13 til
18 fjórðingar út á hav við
áttamannaførum, men tað
broyttist, tá motorbátarnir
komu.
Bygdirnar
norðanfyri
vuksu nógv hesa tíðina nógv
fram til aldaskiftið takkað
verið útróðrinum við ára
báti. Tá sluppirnar komu
vóru mannfólkini burtur
summarhálvárið, men heima
um veturin. Hetta var ein tíð,
sum hóskaði seg væl til bygd
arlívið og tær føroysku bygd
irnar um alt landið. Tí sjálvt
um mannfólkini í bestu árum
vóru burtur, so var kortini
nóg mikið av fólki eftir
heima, til at gera tað arbeiði
í bygdini, sum gerast skuldi.
Sluppfiskimennirnir fingu
eisini stundir at skera torv
og seta epli niður, tá teir vóru
heima millum túrarnar, og
um væl vildi til so vóru teir
heima aftur, tá hoyggi skuldi
berast inn og eplini takast
upp. Lívið hekk saman hjá
fólki hesa tíð.
Sluppfiskiskapurin kom
eisini at gera av nær børn
vórðu fødd. Meginparurin
av børnunum vóru fødd
umleið 9 mánaðir aftan á
at menninir komu aftur
um heysti, men burðartalið
kvinkaðist eisini fitt uppeftir
9 mánaðir aftaná, at teir vóru
heima í mai/juni millum túr
arnar.
Útróðurin var í eldri tíð
tengdur at jørðini og at tí
gamla bygdafelagsskapinum,
tí bygdin var felags um eitt
ávíst tal av bátum, tá talan
var um størri bátar. Flestu
kenna til fyribrigdið báts
bandið. Tað var bæði ein
rættur og ein skylda at halda
bát og at manna bát, sum
leingi fungeraði væl, men tá
samfelagið broyttist kendist
tað sum eitt haft, men tað
lagaði seg, so menn kundu
fáa sær bát, uttan mun til um
teir átti jørð ella ikki.
Við fríhandlinum kom
fyrsta privatiseringin – ella
einskiljingin – í Føroyum,
tá almennu ognirnar hjá
einahandlinum vórðu seldar
privatum vinnulívsmonnum,
fyri tað mesta dønum. Hetta
av teirri einføldu orsøk, tí tað
var eingin nóg kapitalsterkur
stættur í Føroyum, sum
kundi kappast við útlend
ingar við tað fyrsta, men teir
komu.
Umframt meginhandlar
nar, býttu tær størru handils
fyritøkurnar landið ímillum
seg og stovnaðu úthandlar
mestsum í hvørjari bygd.
Handlar sum seldu vørur
og keyptu fisk. Tað var í
fyrstuni vanligt at fleiri
tóku seg saman um ein bát,
eitt nú áttamannafar. Út
reiðslurnar vóru býttar í
átta partar, og hvør átti so
mangar sessir á bátinum
sum hann átti partar – faðir
og sonur róðu ofta við sama
báti, hóast tað ikki var dámt
so væl. Tí missurin kundi
verða stórur hjá einum hús
um í slíkum førum, um bátur
gekk burtur, men tað forðaði
ikki monnum, sum áttu fleiri
synir, at fáa sær seksmanna
far, sum teir so róðu út við
fyri seg sjálvar.
Leingi var snørið einasta
fiskiamboðið. Húkur var
brúktir til smáan fisk og
ongul og steinur til stóran
tosk. Teir størstu toskarnir
kundu viga út ímóti 40 pund
um, so teir vóru sum stór
veðurlomb á vektini.
Skotar fiskaðu nógv und
ir Føroyum í eldri tíð, men
neyvan hevur verið nógv
samband millum teir og før
oyingar, sum vóru illa roynd
ir av sjórænarum og fremm
andum
fiskimonnum.
Tá
hetlendingar byrjaðu at fiska
við slupp undir Føroyum frá
umleið 1850 rann saman
millum føroyingar og het
lendingar
og
føroyingar
lærdu nógv av teimum, men
tá hevði eisini Pløyen amt
maður og føroysku fylgis
neytar hansara longu verið
á teirri víðagitnu kanning
arferðin til Hetlands í 1839.
Tí ikki bert lærdu hetlend
ingar føroyingar at seta
gággulínu til felags gagn, tí
hetlendingar keyptu gágg
urnar til agn og góðu før
oyingum eina inntøku av
hesum, men tað vóru eisini
fleiri føroyingar, sum fingu
sær tjans um sumrarnar við
hetlendingum og tað var
eisini frá hetlendingum at
føroyingar lærdu ta sjálv
dráttarskipan, sum í mong
ár kom at eyðkenna slupp
fiskiskapin, og sum einki
hevði við tað sum var nevnt
sjálvdráttur í sambandi við
útróður at gera.
Hetlendingar royndi mest
við snøri undir Føroyum –
einum snøri sum ikki var
ólíkt tí, sum kom at verða
veiðiamboðið
umborð
á
sluppunum – snørið við blý
loddi við einum bogaðum
teini tvørtur í gjøgnum og
tveimum pilkum. Havnar
menn kendu longu til blý
lodd í 1780-unum. Úrslitið
var í øllum førum tað klass
iska snørið við loddi og teini,
sum kundi vera bæði skips
snøri og skrubbulodd, for
murin var tann sami.
Tað vanliga fyrr á út
róðri og fram til umleið 1.
heimsbardaga
eisini
um
borð á sluppunum var at
halda snørið stilt niðri við
botn, tá var tað eisini vanligt
at hava fýra húkar á fiski
loddinum. Tveir sterthúkar
vóru bundnir í ovarlaga á
teyminum, meðan hinir báð
ir húkarnir vóru knýttir í
endan á teyminum. Tað er
hetta amboð, sum Mikkjal á
Ryggi yrkir um í sanginum
“Fiskurin bítur”. Men so lær
du teir at fíla og brúka pilk
Útróður í siðsøgu
og skaldskapi