Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 22. august 2012 · Nr. 97 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo Komandi partur Hetta er fjórða Miðvika henda mánaðin. Tí kemur Miðvikan aftur um tvær vikur. Tað verður um eitt syrgiligt 90 ára minningarhald Hetta gjørdi, at tað var nógv teir á skipasmiðjuni ikki kundu útvega til skipið. Eg átti bæði motorin og ljósmotorin. Motor­passarin, Sofus Eliasen, náddi eisini heim í evstu løtu. Hann hevði verið niðri á Bukh- motor­verk­smiðjuni í Danmark. Eg skuldi gjalda fyri uppihaldið hjá honum niðri í Danmark. Men tað gjørdist óneyð­ugt, tí longu eftir 8 dagar fekk hann fulla løn frá stjóranum hjá Bukh, so nógv hildu teir av honum á verksmiðjuni. Motorurin kom við farma­ skipinum "Grenaa" á Havnina 4. apríl 1940, beint áðrenn sambandið millu­m Føroyar og Danmark varð slitið. Eg hevði forpliktað meg yvir fyri fiskaríbankanum, har eg tók fyrsta lánið, at eg skuldi installera mot­ orin sjálvur. Eg metti, at Sofus Elia­ sen og Blábjørg vóru bestu menn­ in­ir, ein kundi fáa til hetta í øllum Før­oyum! Skipið til sølu! So við eitt hoyri eg, at skipið er til sølu! Kjartan Mohr vildi selja skipið, 2 ratur manglaðu at gjalda. Eg fór so beina leið út á skrivstovuna hjá hon­um. Eg vísti honum á, at hann kundi ikki selja eitt skip, sum ikki varð liðugt bygt! "Tú hevur ikki am­boð­ini til at gera skipið liðugt við, har er einki akkersspæl, tíans­ heldur trolspæl!" Eg fari so til Jógvan í Skálum og biði hann siga mær, hvat eg skyldaði. Samlaða útrokningin hjá Jógva­ ni vísti, at eg skuldi gjalda 23.700 kr. Hvar skuldi eg fáa henda pen­ing? Ein dagin eg kom av sjúkrahúsinum, stóð ein maður uppi á vegnum og hugdi oman yvir "Vón". Eg stillaði meg við síðuna av honum. Talan var um ein fínan mann, og hann sigur á íslendskum: "Ágæt sildarskip!" Eg sigi við hann: "Vilt tú leiga tað?" "Ja" svaraði hann: "Half and half!" "Nei, nei", svaraði eg: "Eg má fáa alt kontant!" So sigur hann, at um eg var áhug­ að­ur, so skuldi eg bara koma heim til hansara sama kvøldið, og eg so gjørdi. Eg útgreinaði støðuna fyri hon­ um, at eg mátti útvega 23.700 kr. Men íslendingurin kundi ikki fara upp um 20.000 kr. í leigu fyri skipið. Hann telegraferaði til "Alliance" í Reykjavík, tí hann var teirra um­ boðs­maður. "Alliance" varð eitt stórt reiðarí, sum átti einar 8-10 bátar, og har­aftrat 2 verksmiðjur. Eg segði so við íslendingin: "Um eg fái 20.000 kr. frá tygum, kunnu tygum so ikki taka skiparalønina í pant fyri rest, 3.700 kr!" Jú, mín sann, hetta gekk hann við til. Pengarnir vóru klárir í banka­num beinanvegin. So varð aftur byrjað at byggja skipið liðugt, tí nú fekk Kjartan Mohr sínar pengar. Tað gekk óføra væl at byggja skipið liðugt. Menn­in­ ir, ið bygdu "Vón" vóru veldiga góðir hand­verkarar. Jógvan í Skálum leiddi alt arbeiðið. Installeraðu motorin Skipa­smiðjan hevði einki við motor­in at gera, teir gjørdu bara kloss­ar­nar. Sofus Eliasen og Blá­ bjørg settu motorin í, og eg gekk teim­um til handar. Ísetingin av motor­inum kostaði 1.500 kr. Motor­ urin var ein veldigur "Bukh diesel", 240 hestar! Tað gekk skjótt við motori­num, vit hivaðu hann upp við einum gomlum krana, sum var hond­vund­in. Sofus hevði álit á, at skipið stóð beint og at tað ikki var nakar skeivleiki á skipinum. Alt bleiv gjørt klárt, áðrenn skipið bleiv flotað. Tá vóru bara boltarnir eftir millum motorin og aksilin. Alt vísti tað seg eisini at vera í lagi, tá ið samanum kom. Hetta vóru menn, sum “bara” høvdu verið motor­ passarar, sum átóku sær at in­stall­ era motorin Føroyingar brúktu tá bara 2-takts-motorar, og var ein Bukh- motor­ur ein triðing dýrari enn hesir 2 til 2-takts-motorarnir. Skuldi eg havt ein stóran 2-takts-motor um­borð á "Vón", so hevði nógv pláss far­ið til oljutangar, tí teir brúktu so nógv meira brennievni. Nógv manglaði! Skipið bleiv so gjørt klárt uppá allar mát­ar, men har manglaði rættiliga nógv. Eingir oljutangar vóru. Vit funnu ein gamlan tanga, sum lá úti í Álakeri. Vit royndu hann fyrst, og hann lak ikki. Tá var dekkið ikki lagt í. So sigur Jógvan í Skálum við meg: "Hvat heldur tú um at fara at skera ein bjálka av?" "Tá fari eg at gráta", svaraði eg: "At skera ein bjálka av fyri at fáa tang­an niður! Men vit mugu hava tang­an umborð, tí vit mugu hava so frægt av brennievni, at vit vinna til lands, um tað gerst ódnarveður." Vit skóru so ein bjálka í kahúttini og settu oljutangan í bakborð. Ljós­mot­or­urin varð settur fremst í stýri­borð. Motorurin var tipp-topp, har var alt, sum skuldi vera, lensi­ pum­pa og alt møguligt, umframt eina veldiga sterk spulipumpu. Fyri at sleppa á sildaveiðu settu vit øll segl til. Ein vansi var, at vit høvdu einki akkersspæl. Einasta, eg fekk fatur í, var ein talja, so um vit koyrdu akkerið út, so kundu vit fáa tað upp aftur við taljuni. Men so kom Kjartan Mohr við ein­um gomlum spæli, sum kundi hand­dragast. Spælið bleiv so sett á dekkið og spíkað við tveimum spíkar­um í hvørt holið har fram­mi. Tað var fyri tann skuld, at Skipa­ eftir­litið skuldi góðkenna hetta. Tá vit so høvdu sjósett "Vón", tá bleiv sett "fullspeed" á motorin. Eg var so mikið spentur, at eg svav ikki í fleiri samdøgur, tí motorurin mátti vera í lagi. Fingu teir hann í gongd, Sofus Eliasen og Blábjørg, so vóru teir gull verdir. Og tá vóru teir stinn­astu menn í Føroyum á hasum øki­num. Av bakkastokki! So nærkaðist dagurin, tá "Vón" skuldi av bakkastokki. Eg var so spent­ur dagin fyri, at eg tordi ikki at vera umborð. Eg gekk og mól á kei­ini hjá skipasmiðjuni. So nú fer motorurin í gongd mitt um náttina, tað var ein sæl løta, tá eg hoyrdi hetta pena motorljóðið. Eg gjørdist so glaður, at eg fór at gráta av gleði, og eg takkaði Harra­ num fyri alt hetta her. Tá var tað eing­in, sum kundi steðga mær! Tað vóru nógv fólk hjástødd tann 15. juni 1940, tá "Vón" fór av bakka­stokki. Eg vildi hava Dennu Mohr at doypa "Vón", og hon so gjør­di. Og so fór motorurin í gongd, hann skuldi ganga so og so nógvar tím­ar í tómgongd. Teir lótu hann ganga, og vit skiftust at halda vakt. Ein lítil ovnur var í kahúttini, so vit høvdu hita, har vit lógu á beinki­num. Í lugarinum vóru bara koyggj­ur, og frammanfyri lugarið var kabússin. Samanlagt vóru 12 koyggj­ur í lugarinum. "Vón" var ógvuliga sjógott skip. Hevði eg gjørt hana í dag (1989), so hevði eg sett slengrikjølar á hana beinanvegin. Hetta talaði eg ofta um við Jógvan í Skálum, men hann var einki við uppá tað. Eg fræt­ti tó seinni, - eftir at eg hevði mist "Vón", at tá hevði Jógvan gjørt slengri­kjøl­ ar til "Vón", tí hon rullaði so illa, at eing­in vildi fara við henni. Men "Vón" var eitt fram­úr­skar­ andi skip. Tað kundi gera tað sama, hvar tú vendi ímóti storminum, hon var altíð tann sama, eitt veld­ igt skip! Og sterk var hon. Í 1950- unum uppi í Grønlandi rendi ein 80-tonsari inn í bakborðsíðuna á "Vón". 80-tonsarin mundi sokkið, með­an "Vón" bara hevði nakrar splintr­ur á lúnningini. So fóru vit royndartúr 19. juni, og vit sigldu norður til Áir, har løgdu vit at. Við vóru m.a. Sofus, Jacob Oluf (á Lakjuni) og Poul Andrias (Vørð­hamar). Royndartúrin gekk "Vón" 14 míl. Endiliga avstað Kríggið hevði elvt til, at skipið ikki gjørd­ist fullkomið. Men eg metti so tað, at har var eingin vandi fyri manna­lívi, tað var tað einasta, eg tví­helt um. Skipið kundi vera illa út­gjørt, men skipið var gott, og tað var sterkt. Tað hevði so stóran mot­ or, sum einki annað skip á Føroya landi hevði tá. Men vit sluppu so ikki avstað, fyrr enn farið var út um midnátt. Skipa­sýnið líkaði ikki, at vit høvdu gjørt bakka í staðin fyri sprit. Tí tað var bygt, sum "sejlskib" við "hjælpe­ motor". Men tá var einki at gera hjá sýns­manninum, tí tá var bakkin gjørd­ur. Og so fóru vit endiliga av­ stað, hin 24. juni 1940! "Vón" fór til sildafiskiskap í Ís­ landi. Á veg til Íslands løgdu vit inn á Sandavág at sýna bygdarmonnum mín­um hetta stolta farið fram. Ynskt verður ættini góða eydnu við tiltakinum í morgin. Eri so hepp­in so við og við at vera komin at kenna nógv av teimum. Vón er uppspantaður. Á myndini eru teir sum vóru við at byggja hann. Úr 50 ára minningarritinum hjá Tórshavnar Skipasmiðju Klárt at fara av bakkastokki. Myndir: Hjørdis á Argjaboða Nú er Vón komin á sjógv Fitta av fólki var við til hesa søguligu hending