Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. august 2012 · Nr. 97 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan Abbasonurin, Heri, festi søguna hjá Sigurdi á band veturin 1988-89, og var hon prentað í FF-blaðnum í fleiri pørtum í 2002. Ì hesi Miðviku verð­ur endurgivin samandráttur av søguni um, tá ið Sigurd lat “Vón” byggja. Í sambandi við “føðingardagin” er øll frásøgnin úr FF-blaðnum prent­að við nógvum áhugaverdum mynd­in, og er hon tøk hjá áhug­að­ um. Sigurd Rudolf Frants Simonsen varð borin í heim í Sandavági 23. august 1912. Hann var sonur Honnu Suffíu, fødd Joensen, úr Gásadali, og Petur uppi í Húsi úr Sandavági. Sigurd var yngstur av 9 systkjum. Hann fór fyrstu ferð til skips 13 ára gamal á vári í 1925 við "Seagull", sum hann var við fyrstu árini. Sigurd varð giftur við Marthu, fødd Joensen, úr Jógvanstovu í Leirvík. Tey fingu 9 børn, 5 døtur og 4 synir. Á vári 1936 tók Sigurd stýri­ mans­prógv í Havn. Tað var veturin 1936-37, at ætlanin um "Vón" sá dag­ sins ljós, og greiðir hann soleiðis frá: Kjølurin lagdur í 1939 Í 1939 fór "Vón" í gerð. Kjølurin bleiv lagdur 15. juli. Arbeiðið gekk væl at byrja við. Tað vóru um 22 mans, sum bygdu "Vón". Ein bróðursonur Jógvan í Skálum, smiðjumeistara á skipasmiðjuni, skar øll bondini við maskinuni. Amboðini at byggja við vóru eingi. Tað var bara ein sveitta­ kista og ein sag, har var einki annað. Men tá ið teir høvdu bygt "Vón" í 9 mán­aðir, var komið langt á veg. Fyrsta lánið tók eg so í Fiskarí­ bankanum. Teir kravdu eina trygd uppá 10.000 kr. Tá týskarnir leypa á Pólland 1. september 1939 hen­di tað, at Hilbert, amtmaðurin, sum um­ boðaði Fiskaríbankan í Før­oy­um, steðgar byggingini, tí hann vildi ikki gjalda út meiri pening av láni­ num. Tá vóru 2 ratur eftir. Eg mátti so útvega hesar pengarnar. Ringt at útvega fígging! Eg gekk so frá manni til mann, men fekk "nei" allastaðni, har eg kom. Eg fór eisini til Andrass Samuel­sen, løgtingsmann, nú eg búði í Fugla­ firði, men hann kundi einki gera. So sigur Kjartan Mohr við meg: "Eg skal siga tær eitt, Sigurd, tú skalt fara í Føroya Banka!" Eg fari so í Før­oya Banka og fái avtalað tíð við danska stjóran, sum forhánisliga sig­ur: "For det første tror jeg aldrig nogen sinde, at færinger kommer til at bygge skibe, og for det næste er Deres egenkapital alt for lille!" Tað endaði við, at eg og bankastjórin gjørd­ust rúkandi ósamdir, so har spurd­ist einki burtur úr. Torstein Petersen var stjóri í Sjóvinnubankanum, men har fekst heldur eingin peningur í fyrs­ta umfari. Eg búði tá hjá Louis Zach­ a­rias­sen, kendur politikari, og eg greiddi honum frá støðuni. Tá sigur hann við meg: "Farið tyg­um einaferð aftrat oman í Sjó­vinnu­ bankan, og um stjórin aftur noktar, so skulu tygum bara koma til mín!" Eg fór so og royndi einaferð aftrat. Tá bar til at fáa játtað eitt lán uppá 10.000 kr. frá Sjóvinnubankanum. Tórstein Petersen spyr seinni, hvat eg skuldi brúka skipið til? Tá hevði eg avgjørt, at talan skuldi vera um troling og sildafiskiskap. Jørgensen var góður! Eg mátti nú útvega 5.000 kr. kon­ tant til bankan sum eginpening, so nú var eg aftur í dýrastu neyð. Eg sigi hetta við Kjartan Mohr, og hann bað meg fara út til Jørgen­ sen, stjóra á Balslev og Co. Hesin Jørgen­sen var ein tiltikin fittur mað­ur. Eg fór út til hansara, og tað var ein fantastiskur munur at tosa við hann. Hann bjóðaði seg til beinanvegin at garantera fyri 5.000 kr. Torstein Petersen vildi hava eina skrivliga játtan. Men tá møtti Jørgensen upp. Hann segði, at hann skuldi standa inni fyri, at skip­ið skuldi koma í rakstur. Og varð talan um kontantar pengar, so kundi hann altíð garantera fyri 10.000 kr., og hetta játtaði hann skriv­liga. Tíðin gongur, og støðan við krígnum versnar. Tá ið Sigurd Simonsen bygdi "Vón"! Í morgin, 23. august, eru 100 ár síðan Sigurd Simonsen í Fuglafirði varð føddur. Hann skapti søgu við at lata byggja fyrsta skip í Føroyum í nýggjari tíð Sigurd sum ungur Sigurd (1912-1994) og Martha (1910-1995). Myndin er tikin í 1961, tá ið Sigurd sigldi við reiðarínum Asger Lindinger Denna Mohr, kona Kjartan, doypir Vón