Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 22. august 2012 · Nr. 97 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagfinnur Danbjørg Ein av okkara sokallaðu religiøsu ríkmonnunum inn­ an brøðrasamkomuna, svar­ aði einaferð, tá hann varð spurdur um, hvussu tað bar til, at hann - og aðrir religiøs­ ir av sama slag sum hann - ofta gjørdust so væl fyri pen­inga­liga, at orsøkin var tann, at teir bygdu teirra lív á søguna um Job, sum varð lønt­ur fleirfalt aftur fyri sítt trú­festi móti Guði. Um hetta var eftirfarandi, so kundi søgan endað her. Men hinvegin - um vit vilja halda okkum til sannleikan, so er neyðugt at hoyra meira av og um upprunasøguna um Job, áðrenn mett verður um ríkmansins útsøgn hevur hald í veruleikanum, og um hann yvirhøvur hevur nak­ að sum helst at hava sína út­søgn í. Bæði viðv. rithøvunda og tíðarskeiði fyri nær søgan um Job er skrivað er stór óvissa. Rithøvundurin er full­komu­liga ókendur, og tíðar­fest­ingin fyri, nær søgan er skrivað strekkir seg yvir eitt so langt tíðarskeið sum millum 800 og 250 f. Kr. Nógv týðir upp á, at líðing­ ar­problemið, sum verður við­gjørt í Jobs bók, ikki er óávirk­að av Jeramias, og kann bókin tí tíðarfestast til nevn­da profets lív ella eisini til stutt eftir. Harafturímóti er søgugongdin opinbart løgd til patriarktíðina og landa­frøði­liga til eystan­ lond­ini tvs. eystan ella í ein landssynning úr Deyða Havi­num. Tað hevur óivað eksist­er­að ein gomul søga ella søgn om Job (Ezekiel umtalar hann 14,14), som rit­høvundurin av Jobs bók hev­ur funnið, og sum hann síðani hevur útformað á ein heilt persónligan hátt. Jobs grundproblem er: Eg eri ein rættvísur maður (og út frá tí gamla ísralitisku upp­fatanini hevur Job rætt í sín­um sjónarmiði) og hóast tað slær Guð meg við ólukku, altso er Guð órættvísur. Og Job krevur sín rætt aftur. Vinirnir ganga út frá somu grundsjónarmiðum som Job, men teir nokta fyri nøkrum møguleika fyri kon­ flikt. Tær ólukkur, ið hava rakt Job, eru nettup prógv fyri, at han má hava handl­að órættvíst. Tað er Jobs stór­ læti og mót, ið ger, at hann ikki vil boyggja seg fyri hesu do­g­matisku broyting av veru­leikanum. Hann gongur út frá sínum egna rættvísi og slær tí fast, at Guð er órætt­ vísur; teir ganga út frá at Guðs rættvísi liggur føst og sláa tí fast, at Job er órætt­ vísur. Støðutakanin hjá vinun­ um manglar innara kon­sek­ vens. Tí samstundis sum teir sláa fast, at Guð er hevjaður yvir menniskjaligt rættvísi, hevda teir, at Guð altíð vil viður­kenna og løna hana aft­ur við eydnu. Tí verða teir av røttum avvístir av Job og í eftirskriftini eisini av Guði. Yvirfyri Guðs veruleika og veldi má menniskja sleppa øll­um krøvum. Líðingarproblemið verður ikki loyst í Jobs bók, men har tónar eitt ómetliga stórt tema út úr bókini: Yvirfyri Guði hevur menniskja altíð órætt. (Søren Kierkegaard). Antin tann rættvísi fær vælsign­ilsi, ella hann ikki fær hana, sk­al hann boyggja seg fyri Guði, sum gevur alt, og hann skal vita, at menniskja, sum móttekur alt, onki krav hev­ur upp á sín gevara. Guðs rætt­vísi gongur ikki ímóti tí menniskjansliga, men gong­ ur útyvir/ella longur enn tað. Sjálvt um tann rættvísi verð­ur raktur, so má hann álíka­væl trúgva upp á, at rætt­vísi er lívsins hægsta lóg, hvílandi fast í Guðs hondum. "Harrin gav, Harrin tók, Harrans navn verði lovað". Hesu orð, sum Job íflg. pro­ logi­num móttók boðini við um ólukkur sínar, kunnu stan­da sum motto yvir Jobs bók. Soleiðis er Jobs bók av stór­um týdningi fyri at skilja rætta samanhangin millum rætt­vísi, lukku ella ólukku. Jesus vísir eisini á í Johs. 9,2, at tað ikki er so, at tað gongst tí góða gott, og tí ónda illa, og at - sum eisini varð hildið á Jesu tíð - at líðingar var straff­ur fyri ført lív. Tí skriv­ að stendur: Og tá ið hann gekk framvið, sá hann ein mann, sum var blindur frá føð­i­ngini. Og lærusveinar hansara spurdu hann og søgdu: "Meistari, hvør hevur synd­að, hesin maðurin ella foreldur hansara, so at han skuldi føðast blindur?" Jesus svaraði: "Hvørki hann hevur syn­d­að ella foreldur hansara; men hetta er hent, til tess at Guðs gerningar mugu verða opinberaðir á honum. Vit eiga at gera gerningar hans­ ara, sum sendi meg, meðan dag­ur er; nátt kemur, tá eing­ in kann arbeiða. Tær elstu kendu søgur­nar um Job enda við, at Job tosar við Guð og skilir saman­hang­ in ímillum menniskja og Guð. Ein søga í heimsklassa, ið so­leiðis á bæði dramatiskan, filiso­fiskan, religiøsan og kriste­lig­an hátt spælir upp til okkum menniskju um lív og lagnur, um trúgv, vantrúgv og um ein alt­vald­ andi Guð. Men nøkur hava ikki tolt søguna, sum hon var, og onkur hevur tí skrivað víðari upp á upprunatekstin, so­ leið­is at Job fekk fleirfalda tað aftur, ið hann hevði mist. So­statt er kjarnuvirðið og líð­ing­ar­problematikkurin koyrd­ur av sporinum. Tí spurningurin um, hví tað gongst óndum og órætt­ vísum væl, meðan rættvís fáa mangar og harðar plágur oman­yvir seg og síni, er enn sera trupul hjá okkum at fata. Vit kunnu bert vóna og biðja til, at alt er í Guðs sterku og varð­veitandi hondum, tí so kann tað ikki vera betri ella øðr­vísi. Og halda vit okkum til dubulta kærleiksboðið, so finnast altíð loysnir, ið kun­nu gera tað liviligt fyri øll, og tað er møguliga hin djúpari mein­ ingin. At vísa til Job í materiell­ um spurningum, mann vera sum í søguni um: Goddag mand - økseskaft. Kanska taka teir feil av Job og Jørgin, men tað er so ein onnur søga, sum hevði hóskað nakað væl betri í hesum sambandinum, har hin tiltikna og ofta mis­ skilta mattheuseffektin: tí tann, sum hevur, honum skal verða givið, so hann hevur í yvir­flóð, meðan tann, ið einki hevur, frá honum skal sjálvt tað lítla, sum hann hev­ur verða tikið (radikalur fólka­ floks­politikkur í praksis). Annars merkir útsøgnin, at tann, sum fatar kjarnuna í tí kristna boðskapinum, hon­um skal verð givin innlit og fatan í yvirflóð, meðan hon­um, ið lítið skil hevur fyri kristna boðskapinum, skal missa tað lítla hann hevur, og har­við gerast kærleiksleysur bók­stav- og varraboðberi á sera grunn­ um vatni, har Kristi kær­ leiki ofta verður um­settur til hatur, fordøming og for­ fylging og við Helviti sum enda­bresturin. Vert er kanska at leggja aftrat, at flestu søgur um fjalda megi, ið skaffar monn­ um ríkidømi, handla um in- timt avtalusamstarv við Fan­ an. Ikki við Guð. Tað munnu mong vita alt um. Og uttan at fara í smálutir, átti ríkmaðurin kanska at kent til og vita um t.d.: Hvat gagnar tað manni, um hann vann allan Heimin, men mátti bøtt við sál síni. Um bóndan, ið helt, at tað gekst honum so væl, at hann mátti byggja nýggjar løður. Um hvar teir sonnu dýr­ grip­ir­nir eru at finna. Um hvat sagt verður um Mammon­dyrkan. Og um, at tað er truplari hjá einum ríkum at koma í Himmiríki, enn hjá einum ka­meli at koma ígjøgnum eitt nálareyga. Og uttan iva kendi hann oman­fyrinevndu søgur, men vildi bert legitimera ríki­ dømi, sum ofta, men ikki altíð - er bygt á meiri iva­sam­ ar dispositiónir og ofta førir til deyðssyndina grátigheit. - Við unga mannin varð sagt: Sel ognir tínar og fylg mær - men ungi maðurin fór syrgin av­stað. Ein søga, ið rørir hjart­að. Og hvat so, jú: Sjónleikurin koyrir í døgn­drift. Fólkið klappar. Íspegl­ar­nir hava lív og góðar dag­ar. Tey múgvandi klappa sær á búkin í vælveru, meðan tey fátøku klappa sær á búk­ in fyri at halda árininum av svongd burturi. Árið er 2012 í einum so­ kallað­um kristnum landi. Onk­ur verjir seg við Job, onn­ ur halda seg til Guð og vóna og biðja til, at sjónleikurin má fáa ein enda og verða av­ loystur av dubulta kær­leiks­ boðnum. Vit hava loyvi at vóna, at so verður, sjálvt um vit ikki hava so nógv at hava hesa vónina í. Men uttan vón, so steðgar alt upp, og tað skuldi tað helst ikki. Tí kanska fer kær­ leikin at vísa seg og lýsa upp har nú er myrkur, so øll tey for­fjónaðu, kúgaðu, syrgnu og svongu fáa neyðugan styrk til at liva lívið í gleði og takksemi til Hansara og Hansara børn, ið fylgdu kær­ leiksboðunum. Guð gævi at so varð. Tá kapitalistar brúka Job - sum legitimering fyri teirra ríkidømi, tá er sera umráðandi at halda høvdið kalt