Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. august 2012 · Nr. 97 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Børn og ung við serligum fak­lig­um avbjóðingum, (sum bera brek) hava sum nú er ikki eittt skipaðan ung­dóms­ klubb ella eitt hóskandi kommunalt frítíðartilboð um kvøldarnar og um viku­ skifti, á sama hátt sum onnur ung í Tórshavnar kommunu hava í dag. Hetta er ikki rætt og má bøt­ast uppá frá politiskari síðu. Hesu børn og ung sum bera brek, hava í dag fulla atgongd til eitt nú øll ungdómshúsini í kommun­ uni, men tey halda seg burt­ ur, kanska tí tey ikki føla seg so væl og tí at onnur børn eru har osv. Hetta mugu vit gera nak­ að við. Tað sum vit oftani upp­líva, er at hetta hoyrir ikki kommununi til, tí hettar er eitt landsmál og ikki kommu­nalt øki. Tað sum ein oftani hoyrir ímóti einum slíkum tilboði, at hesu børn sum bera brek, krev­ja fakligt umhvørvið, tað er uttan fyri skúlatíð, krev­ja eykað orku, fígging, fak­lig starvsfólk og so er tað part­ vís eitt landsmál osv. Hvør er tabir hetta slagið? - Jú tað er hesu stakkals børn og ungu sum bera brek. Hvat hevur verið gjørt hesu seinastu mongu árini fyri hesum børnum og ungu? svarið er einki, tí tað er einki tilboð til teirra frá kommu­ nal­ari síðu í dag. Nei sanleikin er at tað skal vera pláss fyri okkum øll­um. Tað er tíð uppá at hesu børn og ung fáa somu sømd­ir og ungdómstilboð sum øll onnur ung. Tað er nú tíð at hetta í rættlag. www.levimork.com Kjak Bygdamann í býráðið Jákup av Skarði Eydnast mær at gerast býráðs­lim­ur, so hugsi eg mær, at arbeiðsøkini verða býtt sundur í lokalpolitikk og felagspoltikk. Lokal­ politikk­u­rin verður í ávísan mun politikkur, ið gagnar út­jaðara­num, og sum er, sær tað út til, at tað er neyðugt, at umboð úr útjaðaranum er inni í býráðnum - umboð, ið gagnar øllum bygdunum og smáplássunum í kommu­nu­ni. Niðanfyri orði eg nakrar tank­ar um lokalpolitikk - nalva­skoðan vildi onkur sagt - men fyri mær er lokal­ poli­tikkur drívmegin í teim rem­bingum vit fáa á bygd, í høvuðs­staðnum og vónandi øllum Føroyum! - skúlin, dagstovnurin og Tilhaldið Í Nólsoy kunnu vit fegnast um, at lagt varð saman við Tórs­havnar kommunu, um vit hava í huga kommunalu stovn­ar­nar. Látrið kann við sínum arbeiði skapa karmar og menna vøggustovuøkið, barna­garð, frítíðarskúla og ung­dóms­h­ús. Harafturat ber væl til at skipa tilboð fyri teim­um, ið fara í skúla. Hetta kann nevnast skúlabólkur ella forskúli, alt eftir hvat sam­s­tarv vit ynskja millum dagstovn og skúla. Nólsoyar skúli, ið eftir nýggjum uppskoti einaferð skal hýsa 1.-6. flokki, er, tó at hann er farin um tey 40 árini, væl við í nýggju avbjóðingunum og kann lættliga hýsa einum tíggju næmingum afturat í hesum aldursbólki, ella í "nullta-flokki". Tilhaldið verður væl vitjað og gevur tilkomnum og eldri bygdarfólki mangar góð­ar løtur, og neyðugt er at koma­ndi býráðslimir leggja til merkis og stimbra hesum týdn­ingarmikla parti. Ynskiligt er, at hesir trígg­ ir kommunalu stovnar verða rík­að­i­r við einum felags ítróttar­møgu­leika, ið kann fremj­ast við at byggja fim­ leika­høll. Fimleikahøllin kundi til dømis verið bygd á grundina, ætlað er til svimji­ hyl, soleiðis at nýtilig høll verð­ur tøk, heldur enn at vit bert síggja eina gapandi ónýti­liga grund. Sjálvsagt eigur Steffan- savn at vera í Nólsoy og møgu­liga kundi hetta verið teknað inn í eina fim­leika­ høll. - íbúðarútstykking, lestrar­íbúðir, eldra­býlið Fyri mong er vónleyst at keypa sær hús ella at bygg­ ja nýtt. Er hetta trupult í høvuðsstaðnum, so er upp aftur truplari á bygd - tí bankarnir stýra mark­naði­ num. Eg haldi, at tað hevði verið rætt at bygt lestrar­ íbúðir á bygd, soleiðis at les­andi kundu nomið sær út­búgv­ing í Havn og notið frí­løt­ur­nar í Nólsoy, Kaldbak, Velba­stað ella hinum smá­ pláss­unum. Sum lesandi er sjálvsagt, at kamar, íbúð ella hús verða leigað so bíliga sum møgu­ ligt. Hugsi ikki, at keyps­tørv­ urin er stórur, men at ein búð­leikast undir hóskandi um­støðum eitt hóskandi tíðar­skeið. Kunnu vit í høvuðs­stað­ num bjóða nýútbúnum bílig­ an bústað, meti eg hetta er betri agn, enn tá ið menta­ mála­ráðharrin hóttir við at broyta lestrarstuðul til lestr­ar­lán. Her er aft­ur ein møgu­leiki hjá høvuðs­staðar­ øki­num at vísa á loysnir, ið lands­politikkarar og aðrar kommun­ur kunnu nýta til at fáa upp aftur fleiri fólk til Føroya. - vindmyllu­ verkætlanin Tíanverri tykist mær, at Tórs­ havnar kommuna ikki hevur verið nóg aktivur viðleikari í vindmylluætlanini í Nóls­ oy. Tað kann væl vera, at kommunalur peningur ikki kann fara beint inn í privat initia­tiv og áhugamál, men tá ið t.d. asfaltarbeiði er í sambandi við kloakkir, so hevði fyri mær verið nátúr­ ligt at hugt frameftir og kann­að tørvin á, at annað verð­ur fyrireikað, at nýtt as­ falt ikki verður grivið upp aft­ur beinanvegin. Slíkt "dupult-arbeiðið" er dømi um, at betur kundi ver­ ið lag til rættis. Tíbetur eydnaðist felag­ num at reisa vindmylluna, og mong eru spent at vita, hvus­ su nú fer at hepnast. Mær tykir at besta gongd­ in er, at fyrisitingin vísir á møgu­lig vindmylluøki, ið privat­persónar síðan kunnu finna saman um at nýta sum best. - net, sjónvarp og telefonsamskiftið Ein háttur at fingið ung - og kanska serliga lesandi - at búð­leikast, hevði verið við at lagt kaðalar niður, soleiðis at internet, sjónvarp og tele­ fon­sam­skifti flutti seg upp á ný­mótans støði. Tað eru mong ár síðan, at tú í Finnlandi nýtti sjón­varp til bæði internet og sjón­varp, og hetta gekk skjótt fyri seg við fipurkaðali. Í Kanada er mær fortalt um tele­fon­ skipan, har ókeypis er at ring­ja millum húsini - henda loysn­in er tíbetur nýtt her mill­um skúlarnar, og átti at kunna verið royndarkoyd hjá borgarum í ávísum øki, t.d. í Nólsoy. - vetrafriðing Mong ilskast, og mong hava upp­skot til vetrafriðing. Ymiskt er, ið verður tikið fram alment, og alt eftir hvar ein gongur, hoyrast ymsir vinkl­ar til somu avbjóðing: "Hvussu verður best skipað fyri, at urtagarðar fáa frið fyri seyði, samstundis sum seyð­ur­in kann hava góðar um­støð­ur?" Eg hugsi, at ein góð loysn í Nólsoy ikki neyðturviliga er tann sama loysnin, ið hósk­ ar í øðrum økjum. Ein sem­ ja í Nólsoy kann verða ein "Nólsoyar-loysn" uttan at skapa bindingar fyri onnur øki. Fyrsta treyt er, at partar sess­ast aftur at tingast. - gøtan út á Borðuna Bæði fyri trygd og fyri at fara væl um í haganum, hugsi eg, at bygdargøtan út á Borðuna eig­ur at betrast. Hugsi mær at talmerktir "prestar" kunnu setast, ið eru við til at ferðandi væl vita, hvar tey skulu ganga og lættliga kunnu siga frá, hvar tey eru stødd, um mjørki kemur á, ella okkurt er áfatt. Nógv ganga leiðina út á Borðu­na uttan ferðaleiðara, og tí er av alstórum týdningi fyri hagan, at tað er væl sjón­ ligt, hvussu gangast skal. Áhugavert hevði har­ afturat verið at skapt um­ støð­ur, soleiðis at tey vitj­andi eisini kundu notið stór­bæra bygn­ings­verkið: Vit­an og húsini á Borðuni. Hetta kundi borið til, um fólk varð sett í starv at vísa fram og eisini stóð fyri at leiga tvinni hús út til listarfólk og skeiðs­ virk­semi. - bátadráttur Fyri nøkrum árum síðani varð lovað, at bátadráttur skuldi gerast í Nólsoy. Víst varð á hóskandi øki, men so hen­di ikki meir. Hjá báta­ eigar­um er óarbeiðsligt, at neyðugt er at nýta krana at lyfta bát á keiina, og tað sama, tá ið bátur skal aftur á sjógv. Munandi lættari hevði verið at drigið bátavogn om­ an og niðan. - kommunu­ lækna­skipanin Fyri nøkrum árum síð­an var føst skipan, at kom­mu­nu­ lækni var í Nólsoy ein dag aðru hvørja viku. Skipanin fór síðan á glið, og dømi var um, at tríggir mánaðir gingu, har lækni ikki var í oynni. Nú hevur støðan verið út av lagi í mong ár, tí onkur kom­munu­lækni noktaði at koma til Nólsoyar, og fylgj­an var, at skipanin datt niður­ fyri. Flestu økini hava vega­ sam­band til kommunu­lækna í Havn, men fyri okkum, ið framhaldandi ynskja at búg­ va í Nólsoy, hevði tað verið betri, um vit fingu gomlu skipan­ina aftur. Enn eru lækn­ar, ið vita, hvussu tor­ ført tað kann vera hjá eldri fólki at fara um fjørðin, og tí hugsi eg, at avtala kann ger­ ast, soleiðis at vit koma aft­ur til gomlu og tryggu skipan­ ina. ...felagspolitikkin seti eg nøkur orð á í næstu grein. Levi Mørk býráðslimur Ungdómstilboð til øll!