mikudagur 22. august 2012síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. august 2012 · Nr. 97
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Henrietta fer til Norðurkorea:
Sjálvandi havi
eg nervar
Borðtennis Í morgin fer 18 ára gamla Henrietta Nielsen til Norðurkorea at spæla borðtennis. Ikki nógv
fáa møguleikan at fara hagar og onnur hætta sær ikki til hetta kúgaða land, men soleiðis hugsar Henrietta ikki.
– Hetta er ein møguleiki, sum eg ikki fái aftur, og eg vænti, at gleðin at sleppa hagar er størri enn óttin, sigur hon
Pætur Albinus
18 ára gamla Henrietta Nielsen er
fødd og uppvaksin í Føroyum. Hon
flutti tó úr Fuglafirði til Horsens
í ungum árum, og har hevur hon
veruliga sett nógv til viks fyri at
dúva fult og fast upp á borðtennis.
Hon er júst byrjað á studentaskúla,
men hetta forðar henni ikki í at
venja 22 og ein hálvan tíma um
vikuna.
Fyri stuttum byrjaði hon at
spæla við SISU BTK í Århus, men
komandi kappingarár fer hon
fyri tað mesta at spæla við týska
Flensburg TSB í Verbandtsligaen,
sum svarar til fjórðbestu deildina
har.
Landsliðsleikari
Føroyskt borðtennis visti ikki av
Henriettu Nielsen fyrr enn fyri
fáum árum síðani, tá ið hon til
vildarliga kom í prát við føroyskar
borðtennisleikarar
í
danskari
kapping. Støðið og menningin hjá
henni er ikki at fara skeivur av, so
skjótt gjørdist hon landsliðsleikari
hjá Føroyum og hevur umboðað
Føroyum
á
oyggjaleikum.
Við
oyggjaleikirnar á Isle of Wight í
fjør skrivaði hon saman við Rakul
Mikkjalsdóttir, tá ið tær báðar í
tvímansleiki tryggjaðu føroyskum
kvinnuborðtennis fyrsta oyggja
leikaheiðursmerki nakrantíð. Tær
vunnu bronsu.
Fyri tveimum árum síðani kom
Henrietta til Føroya at luttaka í
FM á fyrsta sinni, og gjørdi hon tá
ikki mætari enn at gerast føroya
meistari. Hon luttók ikki í FM í ár
vegna vantandi tíð.
Lívsuppliving
Hóast hon hevur upplivað mangar
túrar uttanlands, so fer hon næstu
dagarnar at uppliva nakað, ið hon
helst seint fer at gloyma. Hon er
nevniliga sloppin ígjøgnum nálar
eygað at vera ein av teimum, sum
sleppur inn í Norðurkorea. Saman
við nøkrum øðrum borðtennis
leikarum og –venjarum fer hon til
Pyonyang, høvuðsstaðin í Norður
korea. Her fer hon at luttaka í
Pyongyang International Invitation
Tournament saman við nøkrum
kinesarum, tveimum úr Ný Sælandi
og tveimum úr Svøríki.
Hetta er komið í lag ígjøgnum
føroyska landsliðsvenjaran, svian
Jan Berner, sum sjálvur verður við
á ferðini. Hann hevur prátað væl
við forsetan í norðurkoreanska
borðtennissambandinum, og undir
HM í Dortmund fyrr í ár varð hann
persónliga boðin til Norðurkorea at
luttaka í hesi kappingini. Hann fekk
loyvi til at taka nakrar leikarar við
sær. Hann bjóðaði Henriettu við, og
hon tók av.
Tekur av møguleikanum
Hóast Norðurkorea er eitt avbyrgt
land og tað kann verða vandamikið
at ferðast hagar undir sera strang
um reglum, har eitt nú ikki er loyvt
at hava hvørki fartelefon ella sam
skifti og eiheldur loyvt so frægt
sum at taka myndir av norður
koreanskum fólki.
Henrietta er varug við vandan,
men hon velur upplivingina heldur
enn at óttast og setast aftur.
– Eg kenni ikki nógv til Norður
korea, men eg havi lisið eitt sindur
um landið. Eg gleði meg heilt ótrú
liga nógv at fara hagar, men sjálv
andi eri eg eitt sindur nervøs. Tað er
jú eitt avbyrgt land, sum hevur eina
langa søgu aftanfyri seg. Sjálvandi
eri eg eitt sindur bangin eisini, men
gleðin at sleppa hagar fyllir meira
enn óttin fyri at tað fer at henda
mær nakað, sigur Henrietta.
Menningin eisini týdning
Norðurkoreansku borðtennisleik
ararnir eru millum teir fremstu í
heiminum, men av tí at stjórnin
javnan noktar teimum at fara
til kappingar uttanlands, so er
styrkismetingin hjá teimum á
heimsstyrkislistanum misvísandi.
Tað er í hesum kappingunum, eina
mest pro-tours, at teir vinna sær
stig til heimsstyrkislistan. Sum
dømi um styrkina kann nevnast,
at Norðurkorea vann bronsu í lið
kappingini í OL í London.
Tað er ikki einans fyri mentan
arligu upplivingina, at Henrietta
hevur tikið av at fara til Norður
korea. Sanniliga eisini fyri ítróttar
ligu upplivingina.
– Eg fari hagar tí at henda møgu
leikan fái eg ikki aftur í lívinum. Tað
er her, ið nakrir av heimsins bestu
borðtennisleikarum spæla, og tað
verður stórt at læra av teimum og
síggja hvussu teir gera fyri at vera
ein partur av heimselituni, sigur
Henrietta Nielsen at enda.
albinus@sosialurin.fo