Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-22, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2012síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 22. august 2012 · Nr. 97 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Trondur Arge 21 ára gamli Karl Løkin skal komandi dagarnar royna seg í danska 1.deildarliðnum HB Køge. Venjarin hjá HB Køge, Tommy Møller Nielsen, sigur at tað eru keldir hjá honum í Før­oyum, sum hava viðmælt verju­kenda miðvallaran. – Ein kelda hjá okkum í Før­oyum hevur viðmælt Karl Løkin. Nú fara vit at hyggja nærri at honum, sigur Tommy Møller Nielsen, venjari hjá HB Køge við donsku heimasíðuna, bold.dk. Karl Løkin hevur seinnu árini spælt fast á verjukenda mið­vøllinum hjá ÍF. Hann hevur somuleiðis vunnið sær pláss á føroyska U21 landsliðnum, sum fyri lítlari viku síðan spældi 1-1 móti Danmark í Gundadali. Tommy Møller Nielsen er sonur Richard Møller Nielsen, sum stóð á odda fyri danska lands­liðnum, sum vann EM í 1992. Sjálvur var Tommy Møller Nielsen venjari hjá MB í 1992. Tað árið blivu teir sambært faroesoccer.com akkurát ov stuttir til uppflyting í bestu deild­ina. Teir endaðu á triðja plássi við einum stigi minni enn nummar eitt og tvey, sum tað árið vóru LÍF og ÍF. Heimasíðan hjá ÍF hevur eisini váttað tíðindini. HB Køge spælir í 1.deild í Danmark. Tað er næstbesta deildin. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Føroyski landsliðsleikarin hev­ ur ikki megnað at vunnið sær fast pláss á liðnum hjá Viking Stavanger, og nú er felagið sinnað at leiga hann út. Talan verður helst um lið í næstbestu deildini í Noreg. Jóan Símun spældi annars við besta liðnum hjá Viking í einum venjingardysti í gjár. Hann spældi eisini fullan dyst á næstbesta liðnum fyrra­ dagin, eftir at verið komin til Stavanger aftur eftir ein styttri steðg í Føroyum eftir lands­ dystin móti Íslandi. Sum skilts, so er talan ikki um at Viking ikki trýr upp á Jóan Símun, men at hann skal menna seg meiri áðr­ enn hann er klárur til bestu deildina í Noreg. Jóan Símun hevur sjálvur lagt fram ynski um at sleppa til annað felag, at royna seg restina av kapp­ ingar­árinum. Norska TV2 skrivaði fyri kortum, at Bristol Rovers vóru áhugaðir í at knýta Jóan Símun at hópinum. Jóan Símun Edmundsson hevur verið fastur maður á landsliðnum, sum skal í eldin tríggjar ferðir afturat í seinnu hálvu. Fyrst er tað uppgávan í Hannover móti Týsklandi. Seinni í ár koma so bæði Írland og Svøríki hendan vegin. Skal Jóan Símun halda fast um plássið hjá sær, so er eisini týdningarmikið at hann fær nakrar dystir í beinini. Fótbóltur Jóan Símun Edmundsson hevur fingið frítt at finna sær eitt felag fyri restina av kappingarárinum. Talan verður um ein leigusáttmála fyri at fáa nakrar dystir í beinini Jóan Símun útleigast Fótbóltur U21 landsliðsleikarin ferð í næstum ein túr til HB Køge at royna seg. Karl Løkin spælir við ÍF, sum ikki skal spæla um vikuskiftið Karl Løkin til Danmarkar at royna seg Tróndur Arge Fyri Gunnar Nielsen var venj­ ingardysturin móti Íslandi heilt serligur. Tað var nevniliga fyrstu ferð í 17 mánaðir, at Gunnar Nielsen spældi í einum skrásettum dysti síðani hann meiddi sær knæið í dysti fyri eykaliðið hjá Manchester City. – Tað var deiligt at spæla aftur. Eg fekk ikki at vita, at eg skuldi spæla fyrr enn sama morgun­in, sum dysturin var. Lars Olsen (lands­ liðsvenjari, blaðm) kunngjørdi liðið dagin fyri, men segði ikki hvør skuldi standa í mál, greiður Gunnar Nielsen frá. Tað hevur verið ein drúgv upp­ venjingi hjá Gunnari fyri at koma fyri seg aftur. Tí er tað eisini ein persónligur sigur fyri málverjan, at hann aftur er førur fyri at standa í mál. – Eg eri stoltur av at eg havi vunn­ið hendan kampin. Tað hevur verið so langt síðani, at eg spældi sein­ast og tað hevur eisini verið ein langur kampur, sigur Gunnar Nielsen. Ísland vann venjingardystin 2-0. Jákup Mikkelsen stóð í mál í fyrra hálvleiki, meðan Gunnar Nielsen stóð í mál í seinna hálvleik. Íslendingar skoraðu eitt mál í hvørjum hálvleiki. Ikki komin á mál enn Hóast Gunnar Nielsen í 17 mánaðir hevur vant miðvíst fyri at koma fyri seg, so merkir hann framvegis til skaðan. – Eg eri ikki komin 100% á mál enn, men hetta var eitt stórt stig á leið­ini, sigur Gunnar Nielsen úr telefonini úr enska býnum Man­ chester. Gunnar Nielsen má framvegis gera venjingar fyri at styrkja knæið, umframt at kroppurin skal venja seg við at spæla fótbólt aftur. – Knæið hevur tað fínt, men kropp­urin er nakað eymur fyri tíðina. Hann skal líka venja seg við at spæla fótbólt aftur, eftir ein so langan steðg, greiður Gunnar Nielsen frá. Gunnar Nielsen hevur millum annað verið við á venjingarlegu hjá Manchester City í Eysturríki í summar. Fleiri feløg hava áhuga Gunnar Nieslen heldur ikki fram í Manchester City, eftir at sáttmálin hjá honum gongur út í septembur. Fleiri feløg í eitt nú Onglandi og okkurt í norðurlondum hava víst áhuga fyri føroyska málverjanum, men felags fyri øll er, at tey vilja síggja um Gunnar er komin heilt fyri seg eftir skaðan. – Tað er eru fleiri feløg, ið hava víst áhuga og eg haldi ikki fram í Manchester City tá sáttmálin gong­ ur út. Tað kann tó ganga eitt sindur av tíð áðrenn nakað kemur upp á pláss, tí øll vilja vissa sær, at eg eri komin yvir skaðan, sigur Gunnar Nielsen. Tað er heldur ikki lætt at finna sær eitt felag í løtuni. Tað eru ikki nógvir pengar í umfar og feløgini bíða eftir hvørjum øðrum. – Nú er kappingini so farin í gongd, og tá finna feløgini oftani útav at tey kanska mangla ein leik­ara ella tveir, sigur Gunnar Nielsen. Gunnar Nielsen sigur eisini, at hann er opin fyri at royna nýggjar leiðir. – Eg eri opin fyri at royna okkurt nýtt. Tað kundi eisini verið gott at byrja á nýggjum. Nú havi eg ver­ið gjøgnum hendan skaðan og upp­ venjingina her í Manchester, so tað kundi verið gott at komið til okkurt heilt nýtt stað og byrja av nýggjum undir nýggjum umstøðum, sigur Gunnar Nielsen at enda. trondur@sosialurin.fo Fótbóltur Tað sigur Gunnar Nielsen, sum í landsdystinum móti Íslandi spældi sín fyrsta dyst eftir at hava verið skaddur í 17 mánaðir. Hann arbeiðir framvegis við finna sær nýtt felag, og tað er áhugi úr millum annað Onglandi og norðurlondum Fantastiskt at spæla aftur Savnsmynd