mikudagur 22. august 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. august 2012 · Nr. 97
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
1. Deild menn
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 07 Vestur
20
15
2
3
53
17
+36
47
2 AB
20
14
1
5
66
20
+46
43
3 Skála
20
12
6
2
40
21
+19
42
4 HB II
20
9
4
7
33
27
+6
31
5 Víkingur II
20
8
3
9
42
43
-1
27
6 KÍ II
20
8
2
10
41
49
-8
26
7 B71
20
7
3
10
39
52
-13
24
8 EB/Streymur II
20
5
5
10
25
40
-15
20
9 NSÍ II
20
4
2
14
27
64
-37
14
10 B68 II
20
3
2
15
22
55
-33
11
U18 dreingir
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 EB/Streymur
11
7
1
3
31
16
+15
22
2 HB
11
7
0
4
32
11
+2
21
3 B36
11
7
0
4
24
14
+10
21
4 KÍ
10
6
1
3
28
12
+16
19
5 NSÍ
11
4
0
7
24
29
-5
12
6 B68
10
0
0
10
4
61
-57
0
Jóannes Hansen
Tað er ógvuliga tætt í toppinum
í næstbestu fótbóltsdeildini,
har 07 Vestur, AB og Skála
kappast um tey bæði plássini,
sum bera uppflyting við sær.
Tað er einki, sum bendir á,
at talan verður um stórvegis
broytingar í toppinum í kvøld.
Toppliðini eiga øll heimavøll.
AB fær vitjan av B68, sum er
botnlið, Skála fær vitjan av EB/
Streymi, sum er triði aftast, og
07 Vestur, sum seinastu vikur
nar rættuliga hevur lagt seg
á kós ímóti uppflyting, fær
í Sørvági vitjan av Víkingi.
Leygardagin legði Víkingur
rygg til 4-0 tap á heimavølli
ímóti AB.
joannes@sosialurin.fo
Favorittarnir
eru á heimavølli
Fótbóltur 07 Vestur, AB og
Skála eiga øll heimavøll, tá ið
21. umfar í næstbestu fótbólts
deildini er á skránni í kvøld
B71 - NSÍ Johan Petur Michelsen . . . . . . . . . . kl. 19.00
07 Vestur - Víkingur Bent Tommy Linklett . kl. 19.00
Skála - EB/Streymur Kári J. á Høvdanum . . . kl. 18.30
AB - B68 Rói Jacobsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kl. 19.00
KÍ - HB Alex Troleis . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kl. 19.00
Jóannes Hansen
Tað er í ungdómsdeildunum, at
tað sæst, hvussu vánirnar fyri
framtíðini eru. Soleiðis plagar at
verða tikið til. Royndirnar vísa, at
hetta bara er ein partur av sann
leikanum, tí tað kemur meiri enn
so fyri, at teir, sum í barndóms
felagnum hava staðið seg framúr
væl, skifta felag, tá ið teir hava
roynt seg eitt ella tvey ár í bestu
deildini. Ivaleyst tí peningaliga
tilboðið ella tilboð um aðrar sam
sýningar er betri og meiri lokk
andi.
Um unglingadeildin, sum nú
eitur U18 deildin, skal nýtast sum
barometur, so er skjótt at staðfesta,
at tað eru fimm feløg, sum luttaka
í hesi deildini og harvið eiga fleiri
ungdómsspælarar. Hesi feløgini
eru EB/Streymur, B36, HB, NSÍ
og KÍ. B68 er eisini í skránni,
men toftamenn halda seg ikki
til at spæla. Upprunaliga høvdu
07Vestur og Skála boðað frá lut
tøku, men longu undan kappingar
byrjan tóku hesi bæði feløgini seg
úr kappingini.
Merkisvert er tað, at tvey av
teimum, sum eru í toppinum í
Effodeildini, ikki eru við í ung
lingakappingini í ár. Talan er um
Víking og ÍF.
At unglingadeildin ikki er so
stór í ár, sum hon onkuntíð hevur
verið, kemst ivaleyst eisini av, at
teir 19 ára gomlu ikki longur verða
roknaðir sum unglingar. Hetta
varð broytt eftir kappingarlok í
fjør og ber við sær, at tað nú eru
tveir árgangir frá dreingjadeildini
og fram til vaksnamannafótbólt.
Viðhvørt
hjálpa
feløgini
hvørjum øðrum í unglingadeildini,
og soleiðis er tað eisini í ár. Onkur
fuglfirðingur spælir í Klaksvík,
fleiri eru í Runavík og onkur er
eisini í EB/Streymi, sum eisini
hevur skálamenn at hjálpa sær.
Onkrir úr Víkingi hjálpa NSÍ, sum
eisini hevur fingið onkrar spælarar
av Toftum.
Tætt í toppinum
Oftast plagar tað at vera soleiðis,
at eitt lið er væl betri enn hini, ella
at tvey lið kappast um FM heitið.
Soleiðis er tað ikki í ár. Fýra av fimm
liðum eru framvegis væl við í tøttu
kappingini um meistaraheitið. NSÍ
er fimta liðíð, og at teir í Runavík
hava eitt gott lið, og at dystirnir
ímóti teimum ikki bara eru av
greiðsluspurningar hjá hinum,
varð undirstrikað mánakvøldið, tá
ið FM kandidatarnir í B36 vitjaðu
við Løkin. NSÍ vann 2-1.
Mánakvøldið vitjaði KÍ við
Margáir.
EB/Streymur
var
frammanfyri, tá ið vanliga leik
tíðin var farin, men í tíðini, sum
dómarin hevði lagt aftrat, javnaðu
klaksvíkingar til 1-1.
EB/Streymur er oddalið við 22
stigum, HB og B36 hava 21 stig,
KÍ hevur 19 stig, og NSÍ hevur 12
stig. Klaksvíkingar hava spælt 10
dystir, meðan hini fýra hava spælt
11 dystir.
Fríggjakvøldið
fara
EB/
Streymur og B36 at spæla steypa
finalu. EB/Streymur vann í hálv
finaluni 4-1 á KÍ, og B36 vann 2-1 á
HB eftir longda leiktíð.
Næsta umfar í landskappingini
verður mánadagin 3. September.
Tá sær skráin soleiðis út: B36-KÍ
og HB-EB/Streymur. 15. og síðsta
umfar verður mánadagin 24. sep
tember.
joannes@sosialurin.fo
Fótbóltur Mest sum øll liðini hava framvegis møguleika
at vinna FM í unglingadeildini, har tað nú resta fýra umfør
So spennandi
sum sjáldan
Mynd: Álvur Haraldsen