mikudagur 22. august 2012síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 22. august 2012 · Nr. 97
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Jóannes Hansen
20 umfør í Effodeildini eru løgd
afturum. Sjey umfør eru eftir at
spæla, og leygardagin 6. oktober
– 20 ára dagin eftir at stóra sam
felagsskriðan leyp – verður endaliga
fasittið sett upp í landskapping
nummar 70, síðani fyrsta kappingin
var á skránni í 1942. Av krígsávum
var eingin kapping í 1944.
Síðani vágbingar í 2000 við fyrsta
og higartil einasta FM heitinum
settu sjøtul á nýggja túsund árið,
hevur FM stríðið fyrst og fremst
verið ein kapping millum tey bæði
stóru feløgini í høvuðsstaðnum,
sum tilsaman hava vunnið níggju
ferðir. HB hevur vunnið FM seks
ferðir: í 2002, 2003, 2004, 2006, 2009
og 2010, og B36 hevur vunnið tríggj
ar ferðir: í 2001, 2005 og 2011.
Umframt í 2000 eru einastu ferð
irnar, at feløg av bygd hava staðið
ovast á tindinum, í 2007 og 2008.
Í fyrra førinum vann NSÍ FM fyri
fyrstu og higartil einastu ferð, og í
seinna førinum eydnaðist tað EB/
Streymi at tryggja sær fyrsta og
higartil einasta FM heitið.
Í 2006 var tað stórt vónbrot hjá
teimum í Sundalagnum, at tað ikki
eydnaðist at vinna FM. Ta ferðina
var EB/Streymur leingi á odda. Í
síðsta umfari vann KÍ óvæntað á
Mølini á Eiði, og so streyk HB av
stað við FM heitinum.
Setningurin hjá B36 undan
hesum kappingarárinum var fyri
fyrstu ferð at endurvinna FM heitið.
Nú tað eru 21 stig eftir at spæla um,
er B36 14 stig aftanfyri toppliðið, og
harvið er FM møguleikin avskriv
aður í árstalsfelagnum.
Støðan
Tað eru níggju stig frá HB á fimta
plássi og fram til EB/Streym.
Frammanfyri HB eru KÍ, Víkingur
og ÍF. Hesi fýra liðini – HB, KÍ,
Víkingur og ÍF – eru avbjóðararnir
hjá EB/Streymi. Felags fyri hesi
fýra er, at tey eiga á at dystast ímóti
oddaliðnum. Tað vil siga, at tað ber
teimum til í innanhýsis uppgerð við
EB/Streym at taka seg nærri topp
inum.
Næstu tvær vikurnar verða
rættuliga
týdningarmiklar
fyri,
hvussu tað fer at laga seg fram
ímóti endaspurtinum. Ikki minst
EB/Streymi bíða stórar avbjóðingar.
Leygardagin er steypafinalan ímóti
Víkingi á skránni, og síðani bíða
tvær lyklauppgerðir í landskapp
ingini.
Mikukvøldið
í
næstu
viku
verður fult umfar. Væl upplagda
ÍF, sum fyri fyrstu ferð síðani
stóra sigurárið í 1979 tevjar gull,
fær vitjan av EB/Streymi. Sjálv
andi er tað ein fyrimunur hjá ÍF
longu mikukvøldið at spæla ímóti
oddaliðnum. Meðan teir í Sunda
lagnum ikki hava møguleika fyri
at seta fokus á toppdystin fyrrenn
eftir finaluna, so hava fuglfirðingar
síðani 2-0 sigurin á B36 í Gundadali
sunnudagin
fyrireikað
seg
til
lyklauppgerðina.
Heðin Askham og hansara menn
hava fleiri ferðir verið illa kroystir,
men teir eru komnir væl burturúr tí.
Fyrst og fremst tí Arnbjørn Hansen
í 2. hálvleiki er komin av beinkinum
og hevur skorað. Í steypafinaluni
verður Heðin Askham noyddur at
brúka Arnbjørn so nógv, sum hann
yvirhøvur heldur tað vera ráðiligt.
So verður spurningurin, hvussu
hann verður fyri, tá ið leiðin gongur
til Fuglafirðar.
Annan sunnudag ella fýra dagar
eftir vitjanina í Fuglafirði fær EB/
Streymur vitjan av HB. Í Klaksvík
síðsta sunnudag vístu menninir hjá
Sigfríði Clementsen meistaraspæl.
Fyri tey flestu kennist tað ómøgu
ligt at taka seg níggju stig fram í
sjey umførum.
Tá ið tað ræður um HB, so sigur
søgan, at tað er ikki ómøguligt við
rimmar endaspurti at vinna seg
upp á toppin. Í 2006 var HB fimm
stig aftanfyri EB/Streym eftir 20
umfør. Tá ið tað endaliga varð gjørt
upp, var HB meistari við einum stigi
meiri enn EB/Streymur, og í 2010
bar góði endaspurturin við sær, at
HB tók NSÍ, ið leingi var á FM kós.
Mikukvøldið
verður
granna
uppgerð í Gundadali. Gongdin
nógvu tær seinastu vikurnar bendir
á, at HB fer at enda omaná. Júst í
hesi støðuni kann tað hugsast, at
B36 fer at oppa seg og harvið at
punktera loyndu FM dreymarnar í
HB húsinum. Men tað valdast nógv,
um tað eydnast at pjøssa nógvu
skaddu spælararnar. Ímóti ÍF var
Jákup á Borg leikbannaður. Vong
verjarnir báðir – Høgni Eysturoy
og Símun Joensen – vóru so illa
skaddir, at teimum bar ikki til at
spæla, og Lukasz Cieslewicz og Súni
Olsen megnaðu bara ein hálvan
tíma.
Hóast B36, KÍ og Víkingur bíða,
so kann ikki sigast annað, enn at
EB/Streymur verður á tryggjari
FM kós, um tað eydnast teimum í
Sundalagnum at sleppa snikkaleysir
frá avbjóðingunum ímóti ÍF og HB.
Tað er ikki neyðugt at vinna báðar
dystirnar, men Heðin Askham og
hansara menn kunnu væl liva við
javnleiki í Fuglafirði og sigri á HB.
Avbjóðararnir
Gongdin seinastu umførini hevur
ikki borið boð um, at KÍ er FM
kandidatur.
Kappingarárið
hjá
klaksvíkingum hevur verið upp og
niður. Teir vunnu fyrstu ferð í 6.
umfari (3-2 á NSÍ), og síðani vunnu
teir níggu ferðir. Einasti smuttarin
hetta tíðarskeiðið var 5-0 tapi ímóti
HB. Eftir summarsteðgin hevur
úrtøkan verið fýra stig burturúr
fimm royndum. Um gongd skal
koma á aftur, so eiga vánirnar at
vera frægast nú, tá ið B68, NSÍ og
TB standa fyri tørni.
Størstu avbjóðararnir hjá EB/
Streymi
eru
grannafeløgini
í
Eysturoy – ÍF og Víkingur.
Í Fuglafirði prutlar tað rættuliga
undir lokinum. ÍF hevur vunnið
seks tær seinastu ferðirnar, og liðið
er flutt av fimta plássi eftir fjúrt
anda umfar, tá ið tað vóru níggju
stig fram til toppin, og á næst
fremsta plássið. Tað eru tvey stig
fram til EB/Streym. Harvið verður
ÍF oddalið, um tað um eina viku
eydnast á heimavølli at vinna á
steypafinalistunum í EB/Streymi.
Flemming Christensen tykist
hava gott tak á ÍF. Í samrøðu við
Rás2 sunnukvøldið vísti hann
burtur øllum tosi um FM og altjóða
fótbólt:
– So langt hugsa vit als ikki.
Tað er góður hýrur í hópinum. Vit
fegnast um úrslitini, og vit síggja
við spenningi fram til næstu
avbjóðingina, sum er ímóti EB/
Streymi, segði ÍF venjarin, sum mið
víst arbeiðir við at varðveita fokus
og at halda øllum spælarunum til,
hóast tað í løtuni er torført at sleppa
av beinkinum og inn á vøllin.
Allar avbjóðingar eru torførar.
Eftir EB/Streym skal ÍF vitja TB,
sum fyrr í ár vann rudduligan
sigur á fuglfirðingum, og so verður
grannauppgerð
ímóti
Víkingi.
Leygardagin 6. oktober verður
finalan ímóti HB í Fuglafirði!
Víkingur legði bragdliga fyri.
Fram til og við 7. umfari var felags
liðið ósigrað topplið. Síðani tá hev
ur tað bara eydnast at vinna fýra
ferðir í trettan royndum. Seks ferð
ir hevur Víkingur verið partur av
javnleiki, og so mikið nógv stig eru
skavað saman, at Víkingur fram
vegis er FM boð. Av triðja plássi eru
tað fýra stig fram til EB/Streym,
sum fer at vitja í Sarpugerði í triði
síðsta umfari.
Víkingur hevur verið plágaður
av, at lyklaspælarar hava verið
leikbannaðir og raktir av skaðum,
og álopsessið, sum skuldi avloysa
Finn Justinussen, vísti seg ikki at
vera tann fongur, sum roknað varð
við. Kortini hevur Jógvan Martin
Olsen megnað at hildið liðnum á
heiðursmerkjaplássi og at vinna
Víking í steypafinaluna og at varð
veita FM møguleikan.
Fýra tey fremstu eru lið uttan
fyri høvuðsstaðin, og í løtuni
bendir alt á, at FM heitið hesa ferð
endar í Sundalagnum ella í Eystur
oy. Men tað eru framvegis 21 stig at
spæla um. EB/Streymur er favo
rittur, og um tað eydnast teimum í
Sundalagnum at sleppa snikkaleysir
um boðarnar og íðurnar, sum bíða
næstu tvær vikurnar, so fer at
síggja heilt gott út!
joannes@sosialurin.fo
Fótbóltur Um tað eydnast toppliðnum at sleppa snikkaleyst tvær tær næstu vikurnar, so fer nógv at
bera á tað borðið, at FM fyri fjórði ferð í hesum túsund árinum verður vunnið uttanfyri høvuðsstaðin
Boðar og íður
bíða EB/Streymi