Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. august 2012 · Nr. 98 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Tá Kaj Leo Johannesen, løg­mað­ur, tann 10. august klokkan 15:42 skrivar á Face­ book, at hann nú hevur fing­ ið mill­um­ver­andi mill­um lands­kass­an og fel­øg, sum hann hev­ur átt í og hev­ur sent tey til Kring­varp­ið og Norð­lýsið, tá sigur hann til­ vitað ikki sannleikan. Kaj Leo Johannesen sigur so­leiðis: Tølini eru so lítil, at eg enn ikki havi fingið enda­liga stað­fest, um tað var nakað mill­um­verandi yvirhøvur. Hetta er bein­leiðis ósatt. Eitt er, at løgmaður held­ur tølini vera so lítil, sum land­ið hevur mist av hansara virk­ semi. Tað veldst um tann, sum met­ir um tølini. Men tá løg­maður sigur, at hann »ikki enn hev­ur fingið staðfest, um tað var nakað millumverandi yv­ir­høvur«, tá sigur hann bein­leiðis ósatt, tí tað hevur hann fingið staðfest væl og virði­liga við frágreingunum frá Eyðuni Mørkøre, stóra í Taks. Kortini sendir hann bara ein part av samskiftinum mill­um seg og Eyðun Mørk­ øre til Kringvarpið og Norð­ lýs­ið. Hann sendir ikki tann part­in, har Eyðun Mørkøre væl og virðiliga forklárar løg­ manni, hvussu tapið í Sp/F Sisero hongur saman, og at talan ikki er um metingar men stað­fest tap. Løgmaður fær greið boð frá Taks Sosialurin hevur fingið innlit í samskiftið, sum hevur verið mill­um løgmann og stjóran á Taks, Eyðun Mørkøre, eftir at Sos­ialurin avdúkaði, at løg­maður hevði sagt ósatt um, at felag, hann varðaði av, hevði kostað landinum peng­ar. Tann 7. august klokkan 18:24 sendir Kaj Leo Johanne­ sen umvegis sína iPhone ein teldu­post til Eyðun Mørkøre, stjóra í Taks. Løgmaður spyr so­leiðis: »Hey Eyðun. Kann eg fáa at vita, um Farex P/F og Kald­ bak Sea­food og KRK Holding høvdu nak­að millum­verandi upp á MVG, tá tey vóru av­tik­ in v Kaj Leo« Stjórin í Taks svarar løg­ manni góðan tíma seinni, at hann skal finna fram upp­lýs­ ing­ar­nar sum skjótast. Morgunin eftir klokkan 08:28 svarar løgmaður stjóra­ num á Taks aftur, takkar fyri og bið­ur um eisini at fáa somu upplýsingar fyri Trans Far­ex Invest P/F. 9. august klokkan 13:40 svar­ar Eyðun Mørkøre løg­ manni, at Taks hevur av­ skriv­að 45.692 krónur í mvg og 19.561 krónur í parta­felags­ s­katti upp á Farex. Hann sigur, at mvg’ið er ásett við meting. Hann sigur eisini, at Taks einki hevur mist upp á Kald­ baks Seafood. Viðvíkjandi KRK-Holding sig­ur Eyðun Mørkøre, at Taks hev­ur avskrivað 21.851 krón­ ur í mvg og 21.831 kr í parta­ fel­agsskatti. MVG og skatt­ur er ásett við meting. Viðvíkjandi Trans Farex ­In­vest sigur stjórin í Taks, at Taks hevur avskrivað 19.561 krón­ur í partafelagsskatti, sum er ásettur við meting. Viðvíkjandi Sp/F Sisero sig­ur Eyðun Mørkøre, at Taks hevur avskrivað 219.438 krón­ur í MVG og 23.628 í parta­felagsskatti. Her er bara parta­felagsskatturin er ásett­ ur við meting. Metingar Klokkan 14:35 hósdagin 9. august sendir Eyðun Mørk­ øre løgmanni hendan teldu­ postin: »Hey Kaj Leo  Víst verður til tele­fon­sam­ røðu fyri løtu síðan.  Sum vit hava greitt frá so verða metingar gjørd­ar soleiðis: *Met­ing­ar av mvg verða gjørd­ar, tá TAKS ikki mót­tek­ur mvg-uppgerðir. Met­ing­ar­nar verða vanliga gjørd­ar auto­mat­isk og verða grund­að­ar á sein­astu 4 mvg- upp­gerð­ir­nar. **Met­ingar av parta­ felags­skatti verða gjørdar, tá TAKS ikki móttekur roknskap og vinnuliga sjálvu­ppgávu. Metingin er grundað á undanfarin ár og vitan sum annars er tøk. Tá eitt felag fær trupulleikar við rakstrinum kann man væl rokna við, at tað kann vera orsakað av, at inn­tøku­r­ nar svíkja, og tí verður eisini min­ni mvg at avrokna til TAKS, og til síðst, áðrenn felagið er avtikið, er helst einki mvg at avrokna. TAKS er vanliga ikki tann fyrsti, sum fær vitan um, at eitt felag ikki megnar at svara hvørj­um sítt. Tí metir TAKS, tá vit ikki vita betri, at feløg koyra víðari soleiðis sum tey plaga, og tað er tað, sum met­ing­arnar eru grundaðar á, tá uppgerðir ikki verða latnar inn. Tað er tí góður møgu­leiki fyri, at hesar met­ ing­ar eru ov stórar og harvið skeiv­ar. Tá virksemi í einum felag er steðgað, verða hesar meitingar vanliga ikki rætt­ aðar yvir fyri TAKS, og tí er enda­liga upphæddin, sum TAKS avskrivar, í nógvum førum ikki røtt og helst í nógvum førum størri enn veru­leikin er. Vinaliga  Eyðun Mørkøre Stjóri« Siseroð-tapið er staðfest Sama kvøld, 9. august, klokk­ an 20:33 sendir løg­mað­ur ein teldu­post til Eyðun Mørk­øre við síni iPhone, har hann takk­ar Eyðuni Mørkøre fyri svar­ið og spyr: »Kundi eg fingið útskrift av metingini upp á Sisero MVG í morgin v Kaj Leo«. Til hetta svarar Eyðun Mørk­øre klokkan 22:06 sama kvøld: – Eg skal kanna tað í morg­in, men eg veit ikki, um tað sigur nakað, ella um tað er rel­e­vant, tí í avskrivaðu mvg-upphæddini hjá Sisero er ikki talan um metingar. Í upp­lýsingunum viðv. Sisero stóð nevnliga soleiðis: Viðv. Sp/f Sisero Taks hevur avskrivað mvg kr. 219.439,11. Hera­av er renta kr. 50.000, sum er skuld­skrivað síðani felagið fór kon­kurs. Taks hev­ur av­ skriv­að parta­felags­skatt kr. 23.628,32. Herav eru rentur kr. 4.703,32 Skatturin er ásettur við met­ing. Tvs at bara parta­felags­ skatt­urin er ásettur við met­ ing. Í okkara granskan í máli­ num er ein málsviðgeri hjá okk­um annars komin til hesa frá­greiðing, sum kanska sig­ ur eitt sindur meira: Viðv. Sp/f Sisero - vtal 522015. Hetta felag er farið í kon­k­urs tann 24.07.2007. Hetta fráboðar adv. Óla J. Kris­toffersen okkum (Skjal 07/41035). Tann 31.10.2007 meld­að vit krav í búgv íalt kr. 314.200,99 (skjal 07/08677-7). Vit viðmerkja í okkara brævi, at mvgið partvís er mett. Sein­ni verða vantandi mvg­ upp­gerðir flýggjaðar okkum og tann 15.01.2009 broyta vit krav­ið til kr. 209.340,99 (skjal 07/08677-12) Tann 2.09.2009 fáa vit upp­skot til búroknskap frá kur­ator. Av okkara kravi kr 209.340,99 fáa vit divedendu kr. 11.249,56 (skjal 07/08677- 14). Pen­ing­in inntøkuføra vit tann 2.11.2009. Tann 02.11.2009 avskrivað vit part­a­fel­agss­katt kr. 18.925,00 og rentu kr. 4.703,32. Skatt­urin er ásettur við met­ ing. (skjal 07/08677-17) Tann 02.11.2009 avskriva vit mvg kr. 219.439,11. Herav er renta kr. 50.000,00, sum er skuld­skrivað síðani felagið fór kon­kurs. (skjal 07/08677- 8) Eg skal kanna tað í morgin, men eg veit ikki, um tað sigur nakað ella er relevant, tí í avskrivaðu mvg- upphæddini hjá Sisero er ikki talan um metingar Eyðun Mørkøre, stjóri á taks, í telduposti til løgmann Tá løgmaður fjaldi sannleikan TRÚVIRÐI Hóast løgmaður fekk tað skorið út í papp frá stjóranum í Taks, at Sp/f Sisero hevði givið landinum staðfest tap av mvg upp á 200.000 krónur, so boðaði løgmaður alment frá, at »tølini eru so lítil, at eg enn ikki havi fingið endaliga staðfest, um tað var nakað millumverandi yvirhøvur«. Løgmaður segði ikki sannleikan og sendi Kringvarpinum bara partar av skjølunum, sum løgmaður hevði fingið frá Taks. Tað vísa skjøl, sum Sosialurin hevur fingið innlit í