fríggjadagur 24. august 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 24. august 2012 · Nr. 98
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hesi boðini fær løgmaður
altso 9. august klokkan 22:06
frá stjóranum á Taks, Eyðuni
Mørkøre.
Dagin eftir, fríggjadagin
10. august tosa løgmaður
og Eyðun Mørkøre saman
í telefon. Har hevur løg
maður eftir øllum at
døma aftur spurt um met
ingarnar fyri Sp/f Sisero.
Klokkan 13:42 hendan
dagin
sendir
Eyðun
Mørkøre løgmanni enn
eitt teldubræv, sum er
soljóðandi:
»Hey Kaj Leo
Sum eg greiddi frá í gjár
kvøldið í niðanfyri standandi
frágreiðig, so er ikki talan um
metingar viðv. Sisero. Tað var
eitt tíðarskeið, at metingar
vóru aktuellar, men tað bleiv
rættað við innlatnum upp
gerðum, so talan er jú ikki
um metingar. Men eg við
hefti eitt bókingaryvirlit fyri
Sisero, sum vísir posteringar
og harvið eisini metingar.
Sum eg skilti á tær í tele
fonini í gjár, so ynskti tú eis
ini tilfar, sum var áhugavert
í málinum. Tað er sjálvandi
trupult hjá mær at meta um,
men vit hava í dag sent alt til
far í málinum til ein fjølmiðil,
eftir eina innlits-umbøn, so tú
sum partur í málinum kanst
hervið eisini fáa tað tilfarið
vinarliga
Eyðun Mørkøre
stjóri«
Burtur úr hesum upplýs
ingum frá stjóranum í Taks
kemur løgmaður til ta niður
støðu, at ivasamt er, um feløg
hansara
yvirhøvur hava givið tí
almenna nakað tap.
Tí
sama
seinnapartin,
hendan 10. august klokkan
15:42 skrivar løgmaður soleið
is á sín Facebookprofil:
»Ein
spennandi
vika
og eitt gott vikuskifti fyri
framman, havi nú fingið mill
umverðandi millum lands
kassan og feløg sum eg havi
átt í, og havi sent tey víðari
til Norðlýsið og Kringvarpið.
Tølini eru so lítil, at eg enn
ikki havi fingið endaliga
staðfest, um tað var nakað
millumverandi
yvirhøvur.
Tað er eitt sindur snópisligt
at feløg sum gjøgnum 10 ár
seldu fyri 2 mia kr, høvdu 50
fólk í arbeiði um árið, høvdu
goldið 80 mió í farmagjøldum
til føroysk flutningsfeløg,
høvdu goldið 50 mió í rent
um til føroyskar bankar,
høvdu goldið tí almenna 10
tals mió í MVG og Skatti.
Tað negativa skal dyrk
ast hjá onkrum fjølmiðli,
tað
góða
skal
fjalast.
Hav eitt gott vikuskifti øll
somul.
Tann 10. august kl. 15.42«
Tilvitað villleiðing
Sama dag klokkan 17:26 send
ir løgmaður Kaj Leo Johann
esen ein teldupost til blað
stjóran á Sosialinum, sum er
soljóðandi:
»Innlit er latið, so er spurn
ingurin um hesi feløg eiga mvg
og skatt tilgóðar v Kaj Leo
Sendt fra min iPhone«
Gjøgnumgongdin av hes
um samskifti millum Kaj
Leo Johannesen, løgmann,
og Eyðun Mørkøre, stjóra á
Taks, prógvar, at løgmaður
veit, at talan er um staðfest
tap hjá landskassanum upp á
Spf Sisero upp á um 200.000
krónur bara í mvg.
Tí er tað tilvitað villleið
andi, tá løgmaður skrivar á
Facebook, at »eg enn ikki havi
fingið endaliga staðfest, um
tað var nakað millumverandi
yvirhøvur«, og tá hann skrvar
til blaðstjóran á Sosialinum,
at »spurningurin er um hesi
feløg eiga mvg og skatt til-
góðar«.
Kaj Leo Holm Johannesen: Blaðstjórin
á Sosialinum heldur áfram við sínum
ósannindum um hvat løgmaður skal hava
sagt og ikki, og hann er nú eisini lopin
á blaðstjóran á Dimmalætting, hví hann
ikki eisini, er farin at steina og lúgva uppá
løgmann. Eirikur kann ikki heilt seriøst
samanbera seg sjálvan og sítt trúðvirði
við blaðstjóran á Dimmalætting, tað hevur
hann slett ikki standard til, Dimma hevur
nú einaferð eitt nógv størri trúðvirði, enn
blaðstjórin á Sosialinum nakrantíð hevur
havt. Eg havi greitt frá mínari søgu beinleiðis
í KVF seinast fríggjakvøld, uttan klippingar og
skeivar ósannar endurgevingar.
tann 22. august kl. 16.00
Kaj Leo Holm Johannesen: Blaðstjórin á
Javnaðarblaðnum Sosialinum hevur fingið
løgmann um skrúvuna, hevði okkurt verði
rætt sum hann skrivaði hevði tað verði
stuttligari at lisið.
Tann 15. august kl. 22.33
Kaj Leo Holm Johannesen: Ein spennandi
vika og eitt gott vikuskifti fyri framman, havi
nú fingið millumverðandi millum landskassan
og feløg sum eg havi átt í, og havi sent tey
víðari til Norðlýsið og Kringvarpið. Tølini eru
so lítil, at eg enn ikki havi fingið endaliga
staðfest, um tað var nakað millumverðandi
yvirhøvur. Tað er eitt sindur snópisligt at feløg
sum gjøgnum 10 ár seldu fyri 2 mia kr, høvdu
50 fólk í arbeiði um árið, høvdu goldið 80 mió
í farmagjøldum til føroysk flutningsfeløg,
høvdu goldið 50 mió í rentum til føroyskar
bankar, høvdu goldið tí almenna 10 tals mió í
MVG og Skatti. Tað negativa skal dyrkast hjá
onkrum fjølmiðli, tað góða skal fjalast.
Hav eitt gott vikuskifti øll somul.
tann 10. august kl. 15.42
Kaj Leo Holm Johannesen: Blaðstjórin á
Sosialinum endurgevur ikki rætt, tilvitað ella
ótilvitað í greinum um mín persón og um
feløg sum eg havi átt partabrøv í, eg havi
og komi ongantíð at siga ósatt um nøkur
viðurskifti.
Tað er beinleiðis manipulatión at taka skuld
úr roknskapi, og ikki taka ogn við, og seta
tað á prent. Havi ongantíð sagt at einki felag
hevur mist pening av felagi sum eg havi átt
partabrøv í, líkamikið um eg havi átt 1/3 av
partabrøvum í felagnum ella 16,66 % av
partabrøvum í felagnum. Og tað er rætt at
okkara felag KRK Holding misti meira enn 5
mió kr uppá syrgiliga húsagangin hjá Faroe
Seafood og var ein høvuðsorsøk til at okkara
felag var tikið við í fallinum, ein syrgilig søga
sum Sosialurin átti at verði ov góður til at
válkað sær við stórari skaðafrøði.
tann 7. august kl. 13.56
Kaj Leo Holm Johannesen: Góðan morgun
Tað er ikki hissini javnaðarblaðið Sosialurin er
eftir løgmanni um alt millum himmal og jørð.
Persónlig jagstran síðan løgtingsvalið er
dagligdagur hjá blaðstjóranum.
tann 3. august kl. 07.43
Tíðarrøð
Soleðis hevur
løgmaður skrivað
á Facebook
26. mai:
Lesararbræv á Vágaportalinum, har sagt
verður m. a., at løgmaður og Jørgen Niclasen
gjøgnum verandi ella likviderað feløg skylda
TAKS mvg
30. mai:
Sosialurin endurgevur skuldsetingarnar og
spyr, um nakað man vera um málið.
31. mai:
Løgmaður avsannar á Vágaportalinum
skuldsetingarnar, sum hann einki kennir til –
og stendur púra spyrjandi
1. juni:
Løgmaður avsannar skuldsetingarnar í
Sosialinum: – Eg havi ongan kreditorlista,
men eftir míni bestu sannføring skydaðu
feløgini ongum nakað. Alt er uppgjørt, og
hvør hevur fingið sítt, segði hann
12. juni:
Sosialurin fær innlit í búroknskapin hjá Sp/F
Sisero – tí at felagið skyldar Sosialinum
pengar. Roynt verður at fáa innlit í hini
feløgini, tó uttan úrslit
Sosialurin leggur búroknskapin fyri
løgmann, sum ikki vil kennast við hann.
Sigur seg bara vera minnilutapartaeigara.
Men hann er nevndarformaður
3. august:
Sosialurin prentar grein, har víst verður á, at
løgmaður, hóast hann hevur sagt nei, hevur
givið tí almenna tap upp á 200.000 krónur.
7. august:
Løgmaður sendir út tíðindaskriv, sum hann
eisini kunnger á Facebook, har hann sigur
seg vera skeivt endurgivnan í Sosialinum
1. juni – altso fyri næstan 10 vikum síðani.
Sigur tó einki um, at hann so eisini er skeivt
endurgivin á Vágaportalinum.
Løgmaður ber saman støðu sína í Sp/F
Sisero við støðu sína sum smápartaeigari í
Eik, hóast tað er himmal víður munur á at
vera nevndarformaður og smápartaeigari
Sosialurin biður løgmann útflýggja
búroknskapirnar, men hesi umbøn sýtir
løgmaður.
15. august:
Løgmaður leggur eftir blaðstjóranum á
Sosialinum á Facebook og sigur, at »... hevði
okkurt verið rætt sum hann skrivaði hevði
tað verið suttligari at lisið«
17. august:
Løgmansskrivstovan sigur upp haldið hjá
løgmanni av Sosialinum. Seinni sama dag
viðgongur løgmaður í Degi & Viku, at hann
hevur ført tí almenna tap.