Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 24. august 2012 · Nr. 98 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1. Er ætlanin at minka tal­ið av aðalráðum slept ? 2. Virkandi aðal­stjórin í Fíggjarmálaráðnum hev­ur verið virkandi aðal­stjóri í 1½ ár, hví hevur tað tik­ið 1½ ár áðrenn søkt varð eftir aðalstjóra til Fíggj­ar­ mála­ráðið ? 3. Metir løgmaður at tað er nøktandi, at Fíggjarmálaráðið verður stjórnað av virkandi aðalstjóra og aðalstjóra við royndartíð í samanlagt 3½ ár ? 4. Hví er avgjørt, at nýggju aðalstjórarnir hjá Fíggjarmálaráðnum og Vinnumálaráðnum – uttan mun til hvørjar starvsroyndir hesir hava – skulu hava heili 2 ára royndartíð ? 5. Er hetta við 2 ára royndartíð eftir ynski frá landsstýrismonnunum Jørgeni Niclasen og/ ella Johan Dahl, ella er hetta burturav ein fyrisitingarlig avgerð hjá Løgmansskrivstovuni ? 6. Er løgmaður samdur í, at tað kann ávirka arbeiðið og valdsbýtið millum aðalstjóra og landsstýrisfólk so leingi ein aðalstjórin virkar sum fyribils aðalstjóri ella í royndartíð ? 7. Hava onnur enn starvsfólk í Fíggjarmálaráðnum og Vinnumálaráðnum møguleika at verða sett í aðalstjórastørvini, við teimum ítøkiligu krøvum (t.d. skal umsøkjarin hava hollan kunnleika til mál, arbeiðshátt, virkismentan og fakvitan hjá aðalráðunum), ið sett verða til umsøkjarar ? 8. Hví verða aðalstjórastørvini ikki áramálssett t.d. í 5 ár ? 9. Nú fyribils aðalstjóri eisini er í Heilsumálaráðnum, nær kann væntast at hetta starv verður lýst leyst ? Viðmerkingar Í 3 av 7 aðalráðum eru nú fyri­ bilssettir aðal­stjór­ar. Hetta er ein rætti­liga óvan­lig støða. Men Løgmansskrivstovan lýsir nú eftir aðalstjórum til Fíggjarmálaráðið og Vinnu­ mála­ráðið. Hetta hendir tó fyrst eftir, at Fíggjar­mála­ ráðið bert hevur havt fyri­ bils­settan virkandi aðalstjóra í heili 1½ ár. Nú lýst verður eftir nýggjum aðalstjórum verður tó aftur talan um eitt slag av fyribilssetan, tí talan verð­ur um royndartíð í 2 ár. Hóast royndartíð verður brúkt, so kann hetta við fyri­ bils setan kann vera óhepp­ ið, tí hetta ávirkar valds­ býtið millum aðalstjóra og landsstýrisfólkið í ávís­an mun, og hetta kann aftur ávirka tað ar­beið­ið, ið aðal­ stjórin og lands­stýris­fólkið frem­ja. Serliga óheppið er tað, tí tað kunnu vera lands­ stýrisfólk, ið ikki ynskja eitt sterkt fyrisitingarligt mót- og samanspæl, tí hetta forð­ar teimum í ávísan mun í, at skunda ófyrireikað og ósamanhangandi mál ígjøgn­ um. Fíggjarmálaráðið hevur havt fyribils virkandi aðal­ stjóra í 1½ ár, og skal nú hava aðalstjóra í royndartíð í 2 ár. Tvs. at samanlagt verður talan um 3½ ár við “fyri­bils­ sett­um” aðalstjóra. Hetta er ikki til fyrimuns fyri fyri­sit­ ing­ina ella føroyingar sum heild. Í sambandi við, at størvini eru lýst leys undrar tað eisini, hví ein loysn við ára­ máls­s­ettum aðalstjórum ikki verður vald, eins og tað undrar, at krøvini til um­søkj­ ar­ar eru so ítøkilig, at tað bert kunnu vera starvsfólk, sum í forvegin starvast í aðal­ráð­ unum, ið kunnu liva upp til treytirnar. Er hetta mein­ ingin ? Og hvar bleiv tann lovaða nýskipanin av mið­ fyri­sit­ingini og mink­i­ngin av talinum av aðal­ráð­um av ? Nú tveir nýggir aðalstjórar skulu setast má væntast, at hesar ætlanir eru sleptar. Fyri at fáa lýst hetta mál, verða hesir spurningar settir løg­manni, ið hevur evstu ábyrgd av landsstýrinum og set­an av aðalstjórum. Á Løgtingi, 20. august 2012 Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi Halla Samuelsen Forkvinna í sosialu nevnd Tórshavnar býráðs Verða færri aðalráð? §52a skrivligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann um ætlanina at minka talið av aðalráðum og setan av fyribils aðalstjórum T að er øgiligt, sum minnilutin í býráðnum nú leikar í um skatta­ lætta. Hvør skal siga, nú rópa vit hart og leingi at vissa okkum heiðurin fyri kom­andi skattalættan. Tí sjálvandi lækkar skatt­urin. Tað hevur allatíð ver­ið­ ætlanin, so eingin or­ søk er at rópa nakran upp. Eg havi givið borgar­ unum í Tórshavnar kom­ mu­nu eitt lyfti, og eg haldi míni lyfti. Býráðið hækkaði skattin við eini klokkuklárari ætl­ an – at inntøkan skuldi fíggja bygg­ing­ina av einum nýggj­um og alneyðugum røkt­ar­heimi. Í heyst verður heim­ið liðugt bygt, og tá er heim­ið gold­ið við rubb og stubb. Og so lækkar skatturin sjálv­andi aftur. Eingin ivi er um, at borg­ ar­in hetta tíðarskeiðið hev­ ur tikið eitt megnar tak, men nú skulu serliga lægru lønar­bólkarnir fáa luft aft­ u­r. Soleiðis skapa vit væl­ ferð. Sjálvandi lækkar skatturin kjak Tíðindaskriv Filmsgrunnurin, sum Norður​ landahúsið og Klippfisk stovnaðu fyrr í ár, fer nú á øðrum sinni at lutað út stuðul til filmsverkætlanir. Áhugin at gera føroyskan film er stórur, og í apríl í ár, tá Filmsgrunnurin fyrstu ferð lutaði pengar út, komu 20 umsóknir um stuðul inn. Tá vóru til samans 155.000 kr. lætnar sjey ymiskum films​verk​ætlanum. Og sigast má, at hesin stuðul hev​ur sett gongd á. Fleiri ver​k​ætlanir, sum fingu stuðul, eru farnar í gongd og væntandi sæst úrslit aftur, tá Norðurlandahúsið og Klippfisk skipa fyri films​ kvøldi 11. desember í ár. Í hesum umfari eru 45.000 krón​ur at luta út til stuttfilm, doku​mentarfilm, listarfilm og aðrar filmsverkætlanir. Tíðar​freistin at søkja um stuðul úr Filmsgrunninum er mánadagin 3. september 2012. Um​sóknarbløð og um​ sókn​ar​treytir síggjast á nlh.fo og klippfisk.fo Í nevndini fyri Films​ grunn​in eru Urd Jo​hanne​sen, forkvinna, og Mikkjal Helms- dal, Jákup Veyhe og Jan Berg Jørgensen, nevndarlimir. Urd Johannesen umboðar Norður​ landa​húsið, meðan hinir trígg​ ir umboða Klippfisk. Nevnd​ in heitir á umsøkjarar um at leggja handrit ella synopsu og framleiðsluætlan við um​ sóknini, sum skal sendast til Klippfisk í seinasta lagi mána​ dagin 3. september 2012. Filmsfólk fáa enn ein møguleika