Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. august 2012 · Nr. 98 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 14.08.2012, Genta, 51cm, 3380gr. Foreldur. Mona Østerø og Árni Silvurstein Føðingard: 12. aug. 2012 Drongur: 53 cm, 3990g Maria og Jógvan Garðsá, Tórshavn Mikudagin 15.08.12 fingu Erla og Tórbjørn Poulsen Bøur ein son. Hann vigaði 3490 g. og var 52 cm. langur Hósdagin 16. august fingu Durita Viderø Gunnarsson og Høgni Hammershaimb Andersen í Keypmannahavn eina dóttir. Hon vigaði 2.950 gr og var 50 cm long. 6. august fingu Kaj Hansen og Rebecka Rubecksdóttir í Vestmanna ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3850g nøvn føðingar merkisdagar merkisdagar brúdleyp føðingardagur Leygardagin, 6. oktober giftast Monica Elena Ciurci, Rumenia, og Petur Melanchthon Winther, Skopun. Vígslan verður i Skopunar Kirkju kl 14. Brúdleypið verður í Samljóð, Skopun, kl 18:30. Tey sum vilja hátíðarhalda dagin saman við okkum, eru vælkomin at siga okkum frá á 252877 (Melanchthon) ella 273154 (Monica) í seinasta lagi 25 september. Góða elskaða Jóhanna Hjartaliga tillukku við 4 ára førðingardegnum Alt tað besta ynskir Omman 95 ára føðingardagur Hósdagin 13. september fyllir Poul Christiansen, fyrrverandi málarameistari í Havn, 95 ár. Dagurin verður hildin frá klokkan 17 á Ellisheiminum í V.U. Hammershaimbsgøtu, har øll eru hjartaliga vælkomin. 90 ára føðingardagur Fríggjadagin 24. august verður Ingibjørg Hentze Argir 90 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. 90 ára føðingardagur Hósdagin 30. august fyllir Petra Arge, Tinghúsvegi 59 í Havn, 90 ár. Móttøka verður í Høllini á Hotel Hafnia 30. august frá kl. 15.00 til 17.30. 60 ára føðingardagur Hósdagin 23. august verður Poulina Wang Oyrarbakka 60 ár. Dagurin verður hildin í Eydnuni, leygardagin 25. august, frá kl. 18.00, har øll eru hjartaliga vælkomin. Føðingardagsheilsan til Esther Poulsen á 80 ára føðingardegnum Góða mamma Tú hevur altíð sungið nógv og væl og ofta plagdi tú at syngja ein sentimentalan danskan sang, har ið yrkjarin harmast um okkara manglandi førleikar at vísa, at vit eru góð við hvønn annan meðan vit enn eru til. Sangurin byrjar soleiðis: "Giv mig en blomst mens jeg lever/ og øjet kan frydes derved/Mit øje ej skuer de blomster/ der lægges på kisten ned.". Tú plagdi eisini onkuntíð at murra sangin, tá maður tín, pápi okkara bar tær rósur og tað var í grundini ikki heilt sjáldan. Men fá munu hava uppiborið blómur sum tú og enn færri hava dugað at seta eins stóran prís uppá blómur sum tú. Tískil fært tú hetta orðblómutyssið frá okkum á tínum 80 ára føðingardegi. At hugsa sær, at tú ert blivin 80 ár - tað er jú næstan ikki til at skilja. Tú hevur búð í Havn síðan 1947, tvs. meginpartin av tíni levitíð, men barnaárini norðuri á Eiði hava sett teirra tryggu spor á teg og tína tilverufatan, og tú tosar enn nógv um Eiði, um foreldrini, Kristionnu og Jóhan í Djónastovu og systkin tíni og um mannin, Ásmund Poulsen, sum tú møtti, tá tú vart blaðung og sum tú í ár hevði verið gift við í 60 ár, livdi hann enn, men hann slóknaði fyri fimm árum síðani. Saman bygdu tit húsini á Lützenstrøð í 1965, og áðrenn tað búðu tit ymsastaðni í Havn, Undir Ryggi og niðri í Vágsbotni. Tú hevur arbeitt og hildið hús og tey munu vera mong, sum hava sitið væl í hugnaligu stovu tykkara og sum kunnu váttað, at tær máltíðir, sum tú borðreiddi altíð vóru serliga góðar. Tú hevur altíð verið eitt arbeiðsgrev, hevur verið arbeiðskona, gongsgenta, krambakona og vaskikona fulla tíð inntil tú bleivst pensionerað og tú saknar enn gevandi kensluna av at arbeiða. Aftaná, at maðurin mátti flyta á Vallalíð og síðani doyði, gjørdist jú heldur einsligt hjá tær á Sólteigi og tí eru vit eisini fegnar um, at tað eydnaðist at sleppa at búgva á Tjarnargarði nú tey óundansleppandi aldursbrekini fara at vísa seg. - Mann skal venja seg við alt, plagar tú at siga, og nú tykist ganga betri á Tjarnargarði. Enn sært tú gott út og enn dámar tær væl at syngja og at flenna, og allarbest er lagið, um ommu- ella langommubørn eru í farvatninum, tá strálar tú av gleði. Góða mamma hjartaliga til lukku við 80 ára degnum. Vit gleða okkum at feira dagin saman við tær á Tjarnargarði leygardagin. Heilsan døturnar