fríggjadagur 24. august 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 24. august 2012 · Nr. 98
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Samlaða makrelkvotan, sum
verksmiðjuskipið Norðborg
hevur loyvi at fiska í ár,
liggur um 16.000 tons.
Skipið eigur tvær ferðir
3.000
tons,
har
gjaldast
skulu í avgjaldi 25 oyru av
hvørjum kilo, sum verður
veitt. Haraftrat eigur skipið
10.000 tons, har gjaldast
skulu 75 oyru av hvørjum
kilo. Allur hesin peningur fer
– av óbýttum – og beinleiðis í
landskassan.
Kristian
Martin
Ras
mussen,
reiðari,
hevur
roknað seg fram til, at um
manningin
á
Norðborg
megnar at fiska øll hesi
16.000 tonsini í ár, fara til
samans 9 miljónir krónur í
avgjaldi í landskassan.
- Tað merkir so eisini, at
tann parturin, sum annars
hevði komið aftrat hjá mann
ingini, um einki avgjald var,
eisini hevði komið til skatt
ingar, har menninir búgva.
Men nú enda allar hesar
miljónirnar
beinleiðis
í
landskassanum, samstundis
sum kommunurnar einki fáa
burtur av hesum.
Reiðarin vísir á, at flestu
av manningini, sum sigla
við Norðborg, búgva í Norð
oyggjum.
- Tí merkir tað, at serliga
Klaksvíkar kommuna kemur
at missa nakrar skattainn
tøkur, sigur Kristian Martin
Rasmussen.
Vilmund Jacobsen
Landsstýrismaðurin met
ir, at umleið 1/3 av sam
laðu makrelkvotuni nú
man vera uppfiskað.
- Eg havi ikki neyvu
tølini í løtuni, men eg
meti, at vit nú eru farin
um fyrsta triðingin av
heildarkvotuni.
Jacob
Vestergaard
hevði
sjálvur
gjarnað
viljað sæð, at megin-part-
urin av makrelkvotuni,
sum Føroyar hava tillutað
sær í ár, verður uppfiskað,
og enn hevur hann ikki
mist mótið um, at so verð-
ur.
- Men eg noyðist at
viðganga, at tað sær eitt
sindur svart út í løtuni.
Hinvegin er líkt til, at alt
mynstrið er forskotið eitt
sindur í ár, og tí kunnu
vit bara vóna, at vertíðin
varar eitt sindur longri
í heyst, enn hon gjørdi í
fjør heyst.
Landsstýrismaðurin
sigur, at hann hevur heild
í kunngerð at broyta
hámarkið hjá skipum í
hvørjum bólki sær, og
hann hevur eisini heimild
at lata aðrar fiska kvotu
sum er eftir.
Spurdur,
um
kunn-
gerðin eisini loyvir lands-
stýrismanninum at lata
skip fara inn í bólkar hjá
øðrum skipum at fiska,
sigur hann, at tað hevur
hann.
- Í prinsippinum kunnu
nótaskip soleiðis eisini
sleppa at fiska kvotu,
sum annars er tillutað
útróðrarflotanum – bara
fyri at taka eitt dømi,
sigur Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður í fiski
vinnumálum,
sum
í
næstum ætlar sær at
gera status fyri at royna
at finna út av, hvussu
Føroyar fáa sum mest av
makrelkvotuni til høldar
á besta hátt.
- Í prinsippinum kunnu nótaskip sleppa at fiska
kvotu, sum annars er tillutað útróðrarflotanum,
sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
Fer at
hyggja
upp á
tølini
Landsstýrismaðurin í fiskivinnu
málum, Jacob Vestergaard,
sigur, at hann í næstum fer
at hyggja upp á, hvussu
støðan við makrelkvotuni
í ymisku bólkunum er
- Klaksvíkar kommuna missir skattainntøkur, tí avgjald skal rindast av óbýttum
í landskassan, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari
Mynd: Dávur Winther
Skip og manning
rinda 9 miljónir
krónur til landið
Tað er ikki rætt, at makrelurin ikki gevur pengar í
landskassan, tó at eingin uppboðssøla er skipað í ár