Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. august 2012 · Nr. 98 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Verksmiðjuskipið Norðborg hevði havt góðan fiskiskap, tá Sosialurin hitti reiðaran, Kristian Martin Rasmussen, á máli fyrst í hesi vikuni. Tá hevði verksmiðjuskipið verið úti í tríggjar dagar og roynt varð á leiðini vestur móti íslendska markinum, har flestu uppsjóvarskip royna. - Jú, seinastu dagarnar hevur veiðan verið góð, og manningin hevur havt nóg mikið at gera. Fiskiskapurin har vesturin hevur verið púra reinur við ongari íblanding av sild. Hinvegin hava skip, sum hava roynt norður úr Fugl­oynni, hava væl av sild uppi í makrelinum. Kristian Martin heldur annars, at gongdin hjá makreli­num í ár líkist gongdini í fjør, har fiskurin kom sunnan eftir og norð­ ur í føroyskan sjógv. Síðan gekk hann vestur yvir, har fiskur fekst bæði í før­ oyskum-, íslendskum og í grønlendskum sjógvi sam­ stundis, og síðan gekk stovnu­rin eystur-og suður yvir aftur. - Í fjør gekk makrelurin líka sum í ein boga, tá hann móti heysti gekk eystur yvir. Eitt sindur kom í norskan sjógv, men tað mesta endaði í ES-sjógvi, soleiðis at góð veiða var við Hetland í november og desember. Sum tað leið út á veturin, gekk makrelurin vestur yvir aftur. Tá so várið nærkaðist, leitaði hann sær norður eftir aftur at søkja sær føði í føroyskum-, íslenskum og grøn­lendskum sjógvi, sigur reiðarin. September góður Kristian Martin Rasmussen hevur lítlar vónir um, at føroyski fiskiflotin fer at megna at fiska upp alla makrelkvotuna í vertíðini sum eftir er. - September mánaði í fjør var góður, men tá farið varð um 20. í mánaðinum, helt fiskiskapurin knappliga uppat, og liðugt varð fyri vertíðina. Nú skulu vit vóna, at vertíðin verður longri í ár, soleiðis at høvi verður at royna longur út á heystið. Spurdur, hvør orsøkin er til, at so nógv minni av makreli er fiskað higartil í ár í mun til í fjør, heldur reiðarin í Klaksvík, at minni hevur verið at fingið. - Eg vil ikki siga, at nøgd­ ir­nar av makreli í før­oyskum sjógvi neyð­turvi­liga hava verið minni í ár, men tað hev­ur verið leitað meiri – og fiskað minni. Hann vísir á, at nótaflotin hevur eginkvotu, og parturin hjá Norðborg í ár liggur um eini 15.000-16.000 tons. Um alt gongur væl, vænti eg, at vit klára at fiska okkara kvotu upp. Hinvegin kunnu vit sambært loyvinum goyma 10% av kvotuni til næsta ár. Kristian Martin heldur, at tað serliga eru aðrir bólkar enn tey stóru og komb­i­ner­ aðu nóta-og trolskipini, sum eru komin ov stutt ávegis við sínari kvotu. - Fer árið í ár at líkjast ári­ num í fjør, hevur fiskiflotin bara ein mánað eftir at fiska í, og eg dugi illa at ímynda mær, at írestandi heildar­ kvotan kann fiskast upp eftir fýra vikum. Men nú fáa vit at síggja, hvussu verður. Færri skip Reiðarin í Klaksvík heldur tað vera eitt sindur óheppið, um Føroyar í ár ikki megna at fiska ta heildarkvotu, sum vit hava ásett okkum, nú stríð annars er millum strandalondini um makrelbýti. Hann heldur, at før­ oyingar fara at standa nakað veik­ari í samráðingunum, um vit ikki megna at fiska makrel­kvotuna í ár. - Munurin í ár og í fjør er so eisini, at reiðarí, sum hava fingið tillutaða kvotu, ikki eru komin í gongd enn, og tí hava færri skip verið til fiskiskap eftir makreli. Vit hava heldur ikki havt stór móttøkuskip á feltinum í ár í sama mun sum í fjør. Haraftrat kemur, at onkur bólkur slett ikki hevur fiskað av síni kvotu. Kristian Martin sigur seg hava skilt, at onkur reiðarí, sum higartil ikki hava fiskað makrel í ár, fara í gongd nú, og hann hevur eisini skilt, at nakrir ísfiskatrolarar aftrat fara á makrelveiði. Sum skilst, er tað Høgaberg, sum keypir og frystir makrel, ið nakrir ísfiskatrolarar fiska. Tá Sosialurin hitti reiðaran á Norðborg, segði hann seg vita um kunn­gerð­ ina sum gevur lands­stýris­ m­anninum heimild til at broyta hámarkið í ymisku bólkunum, um so er, at bátar ikki fiska sína kvotu. Men lands­stýris­maðurin hevur eisini heimild til at lata aðrar fiska í bólkum, sum ikki klára at fiska sína kvotu upp. - Eg var ikki greiður yvir, at landsstýrismaðurin kann geva skipum í ávísum bólk­ um loyvi at fiska kvotu í øðr­ um bólkum sum liggur eftir, sigur hann. Í aðrari grein á hesi opnu, váttar Jacob Vestergaard, at hann hevur hesa heimild í kunn­gerð. Hóast allar hesar heimild­ ir ivast Kristian Martin Ras­ mussen kortini í, um tað yvir­høvur fer at bera til at fiska upp heildarkvotuna í ár, um alt skal til frystingar ella framleiðslu annars. - Men hetta veldst sjálv­ sagt um, hvussu long ver­t­ íðin verður, leggur Kristian Martin Rasmussen, reiðari, aftrat. Misjøvn veiða Fyrr í vikuni kom Finnur Fríði aftur av túri við umleið 1700 tonsum av makreli, sum skipini fingu eftir heilt stuttari roynd, minni enn ein­um samdøgni. Finnur Fríði, Jupiter og Fagraberg arbeiða saman á feltinum. Her­fyri tógaði Tróndur í Gøtu í eini tvey samdøgur og fekk einans 200 tons. So, tað er ymiskt, sum tað gongur við veiðini eftir makreli. Reiðari væntar ikki, at øll makrelkvotan verður uppfiskað - Eg vil ikki siga, at nøgdirnar av makreli í føroyskum sjógvi neyðturviliga hava verið minni í ár, men tað hevur verið leitað meiri – og fiskað minni. Færri skip hava verið á feltinum, og haraftrat hevur enn eingin roynd verið í summum bólkum. Tað er eitt sindur óheppið fyri okkara samráðingarstøðu, um øll kvotan ikki verður fiskað í ár, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari - Hóast allar heimildir, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur, ivast Kristian Martin Rasmussen kortini í, um tað yvirhøvur fer at bera til at fiska upp heildarkvotuna í ár, um alt skal til frystingar ella framleiðslu annars - Kvotuparturin hjá Norðborg í ár liggur um eini 15.000-16.000 tons. Um alt gongur væl, vænti eg, at vit klára at fiska okkara kvotu upp, sigur reiðarin, Kristian Martin Rasmussen