fríggjadagur 24. august 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 24. august 2012 · Nr. 98
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rørsla fyri fólk
við krabbameini
Krabbameinsfelagið og fimaleikafelagið Ljósið
fara undir rørslutiltakið Firvaldar.
Tel. 31 21 38
Útsølan
Barnaklæðir frá 0-16 ár
byrjar fríggjadagin 24. august
Øll útsøluvøra
Opið er soleiðis:
Mánadag-hósdag
frá 10.00 - 17.30
Fríggjadag
frá 10.00 - 18.00
-50%
Krabbameinsfelagið er farið
í samstarv við Fimleikafelagið
Ljósið, um at gera eitt
rørslulið fyri fyri fólk rakt av
krabbameni, ið hevur heiti
Firvaldar. Hetta er fyri tey, ið
eru í viðgerð fyri krabbamein,
ella hava verið í viðgerð og
fyri teirra avvarðandi.
Dentur verður lagdur á
venjingar, sum geva styrki og
konditión, og er hetta eitt
royndartiltak fram til jóla.
Tiltakið er ókeypis.
Rørsla og styrkivenjing
hevur stóran týdning, bæði
likamliga og sálarliga. Ítrótt
ur og rørsla betra um útlitini
fyri at gerast frísk/ur, sam
stundis, sum tað gevur styrki
at standa ímóti hørðu við
gerðini.
Tað verða Beinta Malena
Sørensen, fysioterapeutur, og
Annika Lindenskov, sjúkra
røktarfrøðingur frá Ljósinum,
sum fara at leiða liðið.
Krabbamein rakar ikki
bert tann sjúka, men alla
familjuna. Tí verður møgu
leiki fyri at skipa liðið
soleiðis, at øll familjan kann
vera saman um at venja.
Hetta verður ein løta, har til
ber at hava tað stuttligt,
mennandi og samstundis
koma í betri venjing.
Byrja verður týsdagin 18.
sept. 2012 í høllini Fimi í
Gundadali, Tórshavn.
Vant verður tvær ferðir
um vikuna - týsdag og hósdag
frá kl. 14.00 til 15.00.
Tilmelding
og
nærri
kunning, fæst við at seta seg
í samband við Krabbameins
felagið .
Annika Lindenskov
frá Ljósinum, Jákup
N. Olsen formaður í
Krabbameinsfelagnum,
Beinta Malena Sørensen
forkvinna í Ljósinum
og Jansy Gaardlykke
dagligur leiðari á
Krabbameinsfelagnum
Absalon í Smiðjuni
Í hesum døgum sýnir
Absalon Absalonsen fram
málningar í Smiðjuni í
Lítluvík.
Talan er um eina fram
sýning við 26 málningum,
har myndevnini fyri tað
mesta eru landsløg og
bygdaløg.
Absalon hevur áður
havt sjálvstøðugar fram
sýningar, og hann hevur
fleiri ferðir verið í Smiðju
ni. Framsýningin er opin
til og við mikudagin 29.
august.
Opið er frá kl. 10-19, tó
sunnudagin er opið frá kl.
14-18 og mikudagin frá kl.
10-16, tá framsýningin let
ur aftur.