fríggjadagur 24. august 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. august 2012 · Nr. 98
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað er stígur í búskapinum,
men støðan er ikki ring.
Soleiðis tekur landsbanka
stjórin, Sigurð Poulsen, til,
tá hann verður spurdur um
støðuna hjá føroyska bú
skapinum beint nú.
-
Við
leypandi
tølum
er talan um ein vøkstur í
búskapinum á um 2,5 pro
sent, men verður prísvøkst
urin tikin við, er ikki nógvur
vøkstur í virkseminum, sigur
Sigurð Poulsen.
Tað er ymiskt hvussu
tað stendur til frá vinnu til
vinnu.
- Í fiskivinnuni við Før
oyar stendur illa til, men
tað stendur betri til í øðr
um pørtum av vinnuni. Í
alingini stendur væl til, tó
at tað ikki stendur so væl
til sum í fjør, so talan er um
eina samansetta mynd, sigu
Sigurð Poulsen.
Eitt, sum hevur ógvuliga
stóra ávirkan á búskapar
gongdina,
er
húsarhalds
nýtslan, og síðani kreppuna
fyri nøkrum árum síðani
hava føroysku húsarhaldini
verið ógvuliga varlig.
- Tað eru tey framvegis.
Vit brúka løn og MVG at
meta eftir, um fólk brúka
nógvan pening ella ikki, og
eftir kreppuna hava fólk
valt at minka um skuld ella
at vaksa um uppsparingina,
og brúka lutfalsliga lítlan
part til nýtslu. So fólk eru
varin, og tað hava tey veriði
síðani 2008-09, sigur Sigurð
Poulsen.
Men tað stendur ikki illa
til hjá føroysku húsarhaldu
num, og tí væntar lands
bankin, at húsarhaldini fara
at brúka meiri pengar.
Arbeiðsloyvi minkar
Vit liggja nøkurlunda mitt í,
tá sammett verður við húsar
haldini í londunum uttan um
okkum.
- Onkur lond eru betri fyri,
men tað eru fleiri, sum eru
verri fyri enn vit, og tá fólk
spara nógv upp, so batnar
støðan eisini hjá teimum. So
vit vænta, at tey eisini fara at
síggja ljósari upp á støðuna
og at tey fara at brúka meira
pening til nýtslu, sigur Sigurð
Poulsen.
Eitt annað, sum eisini
peikar rætta vegin er, at talið
av arbeiðsleysum er farið úr
7,3 prosentum niður í 5,5 eftir
lutfalsliga stuttari tíð.
- Tað eru serliga tvey
viðurskifti, sum eru orsøkin
til tað. Fyri fyrstu ferð síðani
2009 eru lønirnar vaksnar í
framleiðsluvinnuni, serliga
innan fiskiídnaðin, og tað er
annar parturin. Hin parturin
er, at vit uppliva eina netto
fráflyting av fólki, og tað
ávirkar eisini arbeiðsloysis
tølini, sigur Sigurð Poulsen.
Fiskivinnupolitikkurin
er yndisevnið hjá búskapar
frøðingum, og eisini hesaferð
nemur búskaparmetingin hjá
landsbankanum hetta.
- Tað skal gerast við at
taka sær betri av tilfeiginum,
og tað gerst millum annað
við at taka yvirkapasitetin
úr vinnuni, og aåt vinnan
verður skipað meira mark
naðarligt. Og í staðin fyri at
fáa tilfeingið fyri einki, so at
gjalda fyri tað, og helst kapp
ast um at fáa fatur á tí, sigur
Sigurð Poulsen.
Bjartari útlit
Eitt annað, sum landsbankin
mælir til er, at íløgurnar hjá
tí almenna verða skipaðar
soleiðis, at tað í størst mun
møguligt verður skipað so
leiðis fyri, at íløgurnar fremja
framleiðsluførleikan.
- Tað er ein trupulleiki
politiskt at finna fram til tær
røttu íløgurnar, og vit mæla
til, at í sambandi viði íløgur
verður gjørd ein faklig meting
um, hvørja ávirkan tær hava
á framleiðsluførleikan, og
so velja tær, sum geva bestu
úrslitini, sigur Sigurð Poul
sen.
Og fyri at økja sannlík
indini fyri, at røttu íløgurnar
verða gjørdar verður mælt
til, at myndugleikin leggur
band á seg sjálvan.
- Tá fakliga ráðgevingin
ikki verður nýtt, eigur ein
grundgeving verða givin fyri,
hví hon ikki verður fylgd,
sigu Sigurð Poulsen.
Tað eigur at verða gjørt
út frá tí, at tað politiskt skal
verða lættari at fáa semjur,
og fakliga fyri forða fyri
skeivum íløgum.
- Hetta fyri at økja um
sannlíkindini fyri, at røttu
avgerðirnar verða tiknar,
verða størri, sigur Sigurð
Poulsen.
Men tað mest áhugaverda
við einari búskaparmeting
er sjálvandi, hvussu líkindini
frameftir síggja út.
- Vit meta, at útlit eru fyri
einum lítlum vøkstri í 2013.
Og fremja vit tey røttu tiltøk
ini er stórur møguleiki fyri
vøkstri, so tað liggja góðir
møguleikar fyri framtíðar
føroyska búskapinum, sigur
landsbankastjórin,
Sigurð
Poulsen.
Landsbankin varðis
liga bjartskygdur
Sigurð Poulsen,
landsbankastjóri,
væntar saman við
búskaparfrøðingum
sínum eina varðisliga
framgongd í búskapinum
komandi ár
Savnsmynd
BÚSKAPARLIG METING Eftir sera stóra búskaparliga framgongd í 2010 hava vit upplivað eina stagnatión
í 2011 og 2012, men landsbankin metir, at vit aftur fara at síggja eina varisliga framgongd í 2013