Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 24. august 2012 · Nr. 98 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ein rúgva av pengum Rólant Waag Dam Ferðastuðulin, sum vanlig fólk fáa, fyri at koyra millum heim og arbeiðspláss kemur væl við. Býrt tú til dømis í Klaksvík og arbeiðir í Havn, fært tú 40,50 krónur endurgoldið fyri hvønn dag, tú koyrir til arbeiðis, umframt eitt tunnilsendurgjald á 8,45 krónur fyri hvønn túr. 220 verkadagar eru árliga og tað merkir, at klaksvíkingurin, sum arbeiðir í Havn fær 10,769 krónur endurgoldið í ferðastuðli árliga. Tað kemur væl við hjá teimum flestu. Men munur er á fólki. Taka vit Bjørn Kalsø sum dømi, so býr hann niðan Horn 40 í Klaksvík. Hann fær 163.703,40 skattafríar krónur árliga, tí hann arbeiðir í Havn. Siga vit, at hann eins og fólk flest arbeiðir 220 dagar árliga, fær hann stív­ liga 744 krónur dagliga í kost­ naðarendurgjaldi. Grann­ar­ nir hjá Bjørn Kalsø fáa hin­vegin 33,95 fyri hvønn túr, teir koyra til arbeiðsplássi í Havn. Við øðrum orðum kostar tað góðar 710 krónur meira at flyta Bjørn Kalsø úr Havn til Klaksvíkar, enn tað kostar at flyta grannar hansara. Jákup Mikkelsen, Karsten Hansen og Johan Dahl fáa sama kost­ naðarendurgjald sum Bjørn Kalsø. Jørgen Niclasen fær somu­ leiðis eina trivaliga upphædd endurgoldið árliga. 142.351,13 krónur fær hann at koyra úr Sørvági til Havnar. Kári P. Højgaard, sum brúkar minst líka langa tíð, um at flyta seg í sínum bili til Havnar sum Jørgen Niclasen, fær hinvegin bara 99.645,79 krónur árliga. Hetta tíð, at landsstýrisfólk, sum búgva í Vágoynni og Sandoynni fáa tað meira enn landsstýrisfólk, sum búgva í Eysturoynni. Hinvegin fáa Annika Olsen og Kaj Leo Holm Johanne­sen ikki eitt oyra endurgoldið. Landsstýrisfólk, sum búgva í annaðhvørt Tórshavn, Hoy­ vík, á Argjum ella Hvítanesi fáa ikki eitt klovið oyra í kostnaðar­endurgjaldi. Jørgen Niclasen Kostnaðar- endurgjald 142.351.13 Kári P. Højgaard Kostnaðar- endurgjald 99.645,79 Annika Olsen Býr í Havn og fær einki kostnaðarendurgjald Kaj Leo Holm Johannesen Býr í Havn og fær einki kostnaðarendurgjald Fáorðað nevnd Trýmannanevndin, sum viðger koyripengarnar til lands­ stýrisfólkini, er ógvuliga fáorðað og ynskir ikki at siga, hvussu langt tey eru komin ella hvat tey arbeiða við Maria á Dul, Jóhan J. Lamhauge, løgfrøðingur, og Miriam Haraldsen, løggyldur granskoðari, manna nevndina, sum skal viðgera koyripeng­ arnar hjá landsstýris­ fólkunum. Men tey halda kortini tætt at kroppinum og ynskja ikki at greiða frá teirra arbeiði enn. Nevndin skipar seg sjálv og Maria á Dul er vald forkvinna. Hon upp­lýsir, at tey hava eina reglugerð at halda seg til, umframt at tað eisini fyriliggja tvey tilmæli frá undanfarnum nevndum, sum tey eisini hyggja eftir, áðrenn tey fara at skriva teirra álit. Maria sigur eisini, at tey ikki kenna nakað til, at teirra tilmæli skal verða klárt til heystar. – Vit arbeiða sjálvandi so skjótt sum gjørligt, men skulu annars ikki verða liðug fyrr enn til ólavsøku næsta ár, sigur hon. LØGTINGSLÓG NR. 77 FRÁ 6. MAI 2003 UM NEVND AT GEVA LØGMANNI TILMÆLI UM SAMSÝNINGAR OG EFTIRLØN LANDSSTÝRISMANNA V.M. Løgtingslóg nr. 77 frá 06.05.2003 Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Endamálið við hesi løgtingslóg er at tryggja løgmanni dygt og væl grundað tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna v.m. § 2. Løgmaður velur nevnd við trimum fólkum at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna v.m. Ein av limunum skal verða løgfrøðingur, ein skal verða kønur í lønarmálum og ein skal verða roknskaparkønur. Stk. 2. Nevndin skal í tilmæli sínum hava atlit at lønarlagnum í landinum yvirhøvur, og teirri tign og ábyrgd, sum liggja í størvunum. Nevndin skal eisini, við muninum á lønarlagi í huga, javnmeta við, hvussu samsvarandi størv verða lønt í grannalondum okkara. Nevndin kann herumframt hava atlit at øðrum viðkomandi viðurskiftum. § 3. Nevndin verður vald fyrst í hvørjum valskeiði og situr valskeiðið út. Nevndin verður tó fyrstu ferð sett 1. mai 2003. Stk. 2. Landskassin ber kostnaðin av arbeiðinum hjá nevndini. Samsýningar til nevndina skulu góðkennast av løgmanni. Stk. 3. Løgmanni verður heimilað at áseta nærri reglur um fyriskipan nevndarinnar. § 4. Nevndin skal lata løgmanni tað í grein 2 nevnda tilmælið í seinasta lagi í aðru tingsetu í hvørjum valskeiði. Stk. 2. Løgmaður almannakunnger tilmælið. § 5. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tað sigur lógin: Í januarmánaði varpaði Sosialurin enn einaferð ljós á ógvusligu skattafríu ágóðarnar, landsstýrisfólk fáa Tað er ikki so galið, at búgva langt frá arbeiðsplássinum, tá tú ert landsstýrisfólk. Til dømis fáa Johan Dahl, Bjørn Kalsø, Jákup Mikkelsen og Karsten Hansen 163.703,80 skattafríar krónur árliga í koyripengum