fríggjadagur 24. august 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 24. august 2012 · Nr. 98
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Símun Pauli
Jacobsen
Maud Wang
Hansen
Forkvinna Føroya
Pedagogfelag
J
a, vissuliga er øll góð
og fullkomin gáva
omanífrá. Tá eg lesi
hesi undurfullu orð í
Jákupsbrævi, renna dýrabar
minni mær í huga.
Sum
øllum
kunnugt
var álvarslig kreppa í landi
okkara í nítiárunum. Landið
skyldaði milliardir, og høv
uðsvinna okkara, fiskivinn
an, lá í andaleypi. Arbeiðs
loysið var komið upp á 20
prosent, og landið átti ongar
pengar. Harumframt vóru
allir tríggir táverandi banka
rnir farnir fallit.
Toskurin
var
nærum
horvin á grunnum okkara,
og bønarflokkar kring landið
fóru at biðja til Harran um, at
hann mátti lata fiskin svimja
aftur á grunnarnar.
Mær lutaðist í eini 20 ár
at vera limur í einum tílíkum
bønarflokki, og rørandi var
at hoyra, hvussu limirnir
á hvørjum fundi kallaðu á
Harran um at lata fiskin
svimja aftur á grunnarnar.
Og vissuliga vóru bønir
nar hoyrdar. Vissuliga var
Harrin ikki smáligur við
hjálpini, tá børn hansara
róptu neyðarróp til hansara.
Toskurin, sum nærum
ikki hevði verið at uppdríva
frammanundan, byrjaði at
svima inn aftur á grunnarnar
– og tað var í slíkari mongd,
at skipini nærum ikki fingu
fiskað fyri toski. Toskurin
var brádliga allastaðir.
Sum kunnugt er Harrin
mentur at hjálpa langt út
yvir tað, sum biðið verður
um, og tað gjørdi hann eisini
hesaferð. Føroyski búskap
urin kom at hava viðrák
innan øll øki, serstakliga
hvat viðvíkti fiskaprísum,
oljuprísum, rentu v. m. og
við avlopum av løgtingsins
fíggjarlógum upp á fleiri 100
millionir krónur.
Danski staturin yvirtók
alla skuld landsins upp á
góðar fýra milliardir krón
ur. Hesa skuld skuldi lands-
kassin gjalda aftur við ein
um 20 ára annuitetsláni upp
á fimm prosent í rentu. Árligi
annuiteturin var góðar 300
milliónir krónur. Eisini fingu
føroyingar
útgoldið
900
milliónir krónur, sum við
víkti uppgerðum við keypi
av Føroya Banka.
Tá ið Harrin hjálpir, hjálp
ir hann til fulnar, og eg ivist
onga løtu í, at hann serstak
liga hugsaði um fólkið, tey
gomlu, tey veiku, tey sjúku,
tey einsamøllu, einkjur og
faðirleys eins og øll, ið standa
á skuggasíðu lívsins.
Og her tyktist vera nóg
mikið av peningi, ser-stakliga
so heilsuverkið, almanna
verkið eins og mentamála
verkið kundu verða lívgað
við
tørvandi
fíggjarligari
styrkisveiting.
Sum kunnugt er land
okkara partur av danska
ríkinum, og umframt alt
tað góða, vit njóta av hes
um felagsskapi, so fingu vit
um aldarskiftið eina heild
arveiting úr ríkinum upp á
umleið 1,3 milliardir krónur
árliga.
Ein trivaligur partur av
hesi peningaupphædd var
ætlaður heilsuverkinum, al
mannaverkinum og menta-
málavertkinum, og hesin
peningur var av sonnum ein
góð og fullkomin gáva oman
ífrá.
Fólkið í landinum var
farið at trúgva upp á eina
bjarta og vónríka framtíð.
Men so skuldi ikki vera. Tí
verri!
Meðan fólkið var í djúp
ari tøkk til Harran fyri
bønarhoyring og bønarsvar,
so valdu fýra fullveldis
flokkar á tingi at skerja
blokkin við 366 milliónum
krónum árliga frá 1. janu
ar 2002 og út í ókomna
framtíð. Fylgjurnar av hesi
fullveldissatykt kom at vera,
at heilsuverkið, almanna
verkið og mentamálaverkið
komu at hava nógv minni av
peningi at arbeiða við.
Eg havi ongantíð skilt
og fari ongantíð at skilja,
hví fullveldismenn vóru so
ágrýtnir at minka um pen
ingin, sum heilsuverkið, al
mannaverkið og mentamála
verkið høvdu at arbeiða við.
Loysnuarorðið hjá full
veldismonnum er, at í Før
oyum skulu føroyingar ráða,
men teir skulu eisini liva, ella
hvat?
Vitjunarløtan
Øll góð og fullkomin gáva er omanífrá
A
lsamt fleiri krøv
eru sett starvs
fólkum á náms
frøðiliga
starvs
økinum, og eru hetta krøv,
sum arbeiðsgevarin áleggur
teimum.
Pedagogfelagið
kennir tørvin á, at starvsfólk
verða førleikament, og tað
meta vit, at arbeiðsgevarin
ikki kann vera ósamdur við
okkum í.
Føroya Pedagogfelag hev
ur til fleiri samráðingar við
Kommunala arbeiðsgevara
felagið og Fíggjarmálaráðið
gjørt vart við tørvin á einum
útbúgvingargrunni
fyri
kommunalt sett starvsfólk.
Innan
Nærverkið
í
Trivnaðartænastuni
hev
ur
ein
førleikamenning
arnevnd,
ein
sokallaður
skeiðsbólkur, í áravís um
sitið
førleikamenning
av
starvsfólkum
í
Trivnað
artænastuni. Hetta hevur
gagnað bæði starvsfólkum
og brúkarum, og ikki minst
kann arbeiðsgevarin vera
nøgdur við, at pengar, sum
eru settir av til førleika
menning, verða brúktir við
umhugsni og sambært einari
ætlan, sum ber longur fram.
Pedagogfelagið veit, at
summar
kommunur/kom
munalir arbeiðsgevarar geva
sínum starvsfólkum góðar
møguleikar fyri at førleika
menna seg, aðrar kommunur
hava kanska ikki so nógvar
pengar til førleikamenning
av starvsfólkum. Uppskotið
hjá Pedagogfelagnum um
ein útbúgvingargrunn gekk
út upp á, at kommunurnar
rinda ein ávísan prosentpart
av lønarpuljuni í ein útbúgv
ingargrunn, sum øll starvs
fólk síðani kunnu søkja
pengar úr. Ein samhaldsføst
skipan, har ein og hvør, sum
starvast
hjá
kommunal
um arbeiðsgevara á okkara
sáttmálaøki kann fáa møgu
leika fyri førleikamenning.
Hetta kundi somuleiðis lagt
upp fyri, at munur ikki verð
ur gjørdur á stavsfólkum.
Uppskotið
hevur
ikki
vunnið frama hjá arbeiðs
gevarunum. Grundgevingar
nar fyri ikki at taka undir við
uppskotinum hava serliga
verið frá fomanninum í
KAF,
Heðin
Mortensen,
sum fleiri ferðir hevur sagt,
at Tórshavnar kommuna
brúkar nógvar pengar til at
førleikamenna síni starvs
fólk. Hesum kunnu vit sum
felag ikki burturvísa; vit
ynskja bert eina meira sam
haldsfasta skipan, har allar
kommunur samstarva um at
førleikamenna síni starvs
fólk á námsfrøðiliga sátt
málaøkinum.
Nú ískoytisútbúgvingin
er lýst at byrja á Fróðskap
arsetrinum fríggjadagin 24.
august. 2012, vísir tað seg, at
tað bert er ein námsfrøðingur
av 12 umsøkjarum, sum fær
sína útbúgving goldna frá
arbeiðsgevaranum.
Hetta
skal samanberast við, at
Mentamálaráðið,
sum
varðar av starvsfólkum í
Fólkaskúlanum, rindar alla
ískoytisútbúgvingina
fyri
allar 15 lærararnar, sum eru
slopnir inn.
Hetta
vísir,
at
stórur
munur verður gjørdur á
starvsfólkum, sum starvast
hjá kommunum og hjá landi
num.
Ískoytisútbúgvingin
er gjørd við tí endamáli, at
námsfrøðingar og lærarar
kunnu nema sær ískoyti til
bachelor. Í hoyrigsskrivinum
stóð einki um, at nakar kost
naður var tengdur at hesi
ískoytisútbúgving, og tað
kemur tí sera dátt við at
síggja, at limirnir í Føroya
Pedagogfelag, sum starvast
hjá kommununum, sjálvir
mugu gjalda sín part, meðan
Mentamálaráðið hevur tikið
avgerð um at gjalda fyri
lærararnar.
Føroya Pedagogfelag fer
við hesum at heita á kom
munalu politikarnar, sum
við samráðingarborðið søgdu
seg gera alt fyri at førleika
menna síni starvsfólk, um
at gjalda fyri ískoytisútbúg
vingina hjá námsfrøðingu
num og harvið bera orð og
lyfti í verki. Førleikamenning
er neyðug og er ein fongur
fyri bæði arbeiðsgevarnar,
starvsfólk, børn og brúkarar
og fyri samfelagið sum heild.
Kommunurnar
halda ikki orð
– og svíkja starvsfólk í sambandi við førleikamenning – námsfrøðingar mugu sjálvir
gjalda fyri ískoytisútbúgving, meðan Mentamálaráðið rindar fyri lærarar