Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. august 2012 · Nr. 98 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Bárður Nielsen tingmaður fyri Sambandsflokkin N ú verður aftur tosað um at seta sendistovur á stovn runt um í heiminum. Hetta er eftir at uttanlandsnevndin í Løgtinginum hevur havt sam­ráð um spurningin. Tosið er kyknað aftur, longu áðrenn fráboðaða niður­legg­ingin av sendi­ stovu­ni í London er framd - hetta sum liður i neyðugum spar­ing­um. Her hongur ikki saman. Man kann ikki í álvara niður­leggja eina sendistovu, tí man vil spara, fyri síðani at lata eina ella tvær nýggjar sendi­stovur upp aðrastaðni. Flestu munnu vita, at tað er dýrt at tveita pengar í diplomatisk projekt. Held­ ur eiga vit í Føroyum at gagnnýta teir møguleikar, ið vit hava saman við uttan­ ríkis­tæn­astu­ni í ríkinum. Ríkisfelagsskapurin tryg­ g­j­ar okkum atgongd til dons­ ku uttanríkistænastuna, ið er eitt vælvirkandi og pro­f­ fes­si­o­nelt netverk av sendi­ stovum, sendimonnum og konsu­lát­um kring allan knøtt­in. Hetta netverk hevur neyðugu orkuna og allar roynd­ir­nar til at gera mun i al­tjoða samanheingi. Vinnuhúsið hevur fyri kort­um vegna føroyska vin­ nu boðað frá, at tey hava góðar royndir av at sam­ starva við donsku uttan­rik­ is­tæn­astu­na og danska út­ flutn­ings­ráðið. Minnist meg rætt, mælti Vinnuhúsið til, at hetta sam­ starv heldur fram og verður víð­kað. Atfinnarar hava víst á, at í summum førum, har ið mótstríðandi áhugamál eru, er ikki so heppið at brúka danskar sendistovur. Hetta er møguliga rætt. Í slík­ um førum mátti borið til at sent fólk úr føroysku uttan­ landstænastuni til ar­beiðis. Fyri at siga akkurát sum er, so hevur føroyska lands­ húsarhaldið ikki ráð til at stovna­seta nýggjar sendi­ stov­ur, og tað eigur heldur ikki at vera okkara strategi. Vit skulu hava meira fyri minni og heldur bruka pengarnar til vælferð heima hjá okkum sjálvum. Vit mugu i minsta lagi varðveita verandi støði á almanna-, heilsu- og út­bugv­ingar­øki­ num. Hetta er ein av­bjoð­ing i øllum okkara parti av heimi­ num í dag. Lat okkum gera tað skila­ góða og brúka orkuna til at fáa samfelagið aftur á beint og tryggja framtiðar væl­ ferð­ina í Føroyum. Brúka sendistovur í ríkinum Heldur enn at brúka pengar uppá nýggjar sendistovur, eigur landsstýrið at brúka uttanríkistænastuna í ríkinum, ið er ein loysn, sum føroysk vinna hevur góðar royndir av Bergur Nónklett T að liggur í menn­ is­kja­num at geva onkrum øðrum skyldina fyri ónd­ skap. Náttúru­van­lukkur lati eg liggja. Hvat við barna­mis­ nýtslu, ella snýti, buk­ing og nógvum øðrum ting­um, eru hettar ting sum Gud hevur skyldina fyri? Nei! Tað er bara menniskju sum gera slíkt. Tá tað bara eru menniskju sum gera slíkt, hvussu kann Gud hava skyld­ina! Hettar minnir meg um søguna um Ádam og Evu. Tey gjørdu ímóti boðum Guds við at eta av trænum sum tey fingu boð um ikki at eta av. Tey vórðu eisini skjót at blaka skyldina frá sær yvir á ein annan. Ádam segði við Gud: Kvinnan, ”TÙ” gavst mær at vera hjá mær, hon gav mær av trænum, og eg át. Og avleiðingin av synda­falli­num varð hareftir. So­leið­is hevur menniskjan við at geva skyldina sum menniskj­an sjálv eigur, yvir til Gud. Ístaðin fyri at siga: Hví fremja vit óndskap, so siga summi: Hví loyvir Gud slík­um! Hvar er logikkurin! Eg vil spyrja spurningin, loyv­ir Gud ónskapi yvir­høv­ ur? Um vit bara líka nevna tvey av teimum tíggju boðu­ num: Tú mást ikki drepa, tú mást ikki stjala. Hvussu kann Gud verða óndur tá tað er Hann sum hevur givið hasi boðini? Tað eru menniskju sum mugu hyggja inn í seg sjálvi, tí tað er menniskjan sum drepur og stjelur. Menniskjan er ómeta­liga snavurkygd tá tað kemur til ábyrgd av okkara egnu gerum. Við ónd­skapi­num er sakin tann, at tað er menniskjan sum er fallin í synd og ikki tann at tað er Gud sum loyvir tí. Tey allarflestu vita at ónd­s­kapur er til. Og sann­ leik­in er tann, at øll kunnu fremja tað. Eingin er imunur fyri freistingini. So, hevur Gud skyldina fyri óndskap? Nei. Tað er menniskjan sum frem­ur tað. Er tað ikki høpisleyst og býtt at leggja ábyrgdina á ein ann­an? Jú, tað er. Tá vit menn­iskju hyggja inn í okk­ um sjálvi, so eiga vit at vita hatt­ar. Tað eru vit sum eiga at venda við. ber-gur@outlook.com bergurn.wordpress.com Hevur Gud skyldina fyri óndskap! Zakarias Wang N ú var hægsti­ rættur í Før­ oyum og helt rætt­ar­fund at við­gera eitt mál av prin­si­piel­ lum áhuga. Hetta var fyrstu ferð at hesin høgi rættur var her. Men hvørja heimild hevur hesin rættur at døma í okkara málum? Sum kunnugt verður sagt, at vit liva í einum ríkis­felagsskapi. Hetta orð er smíðað 1935 fyri at lýsa viður­skiftini millum Noreg og Danmørk fyri 1814. Tað er alkunnugt, at tá vóru viðurskiftini mill­ um Noreg og Danmørk so­leiðis sum ásett í sam­ bands­sáttmálanum frá 1450, sum segði at hvørt ríki sær stýrdi sínum egnu viður­ skiftum. Rættarmál eru týdn­ingar­mikil viðurskifti, og upprunaliga hevði hvørt ríki sín egna hægstarætt, sum var eitt rættarting, har kong­ur hevði forsæti, ein so­ nevnd­ur harrarættur. Men danir og norðmenn broyttu skipanina í ríkjum sín­um eftir 1660. Tá góvu dan­ir kongi rætt til at skipa fyri øllum viðurskiftum, og hetta vald nýtti kongur til at seta ein serligan hægstarætt á stovn í Danmørk á vári 1661. Í august hetta ár góvu norð­menn kongi somu heim­ild­ir at stýra Noreg sum danir høvdu givið kongi fyrr sama ár, og kongur gjør­di tá av, at rættarmál, sum frammanundan høvdu verið dømd av norska harra­rættinum, nú kun­du skjótast inn fyri hægsta­rætt­ in í Danmørk. Før­oy­ing­ar og íslendingar tóku í 1662 undir við at fylgja norðmonnum. Heimildin hjá hægstarætti at døma í føroyskum málum stavar tí frá okkara egnu sam­tykt. Av hesum stendst, at um so er at vit ikki longur halda tað vera rætt at núverandi hægsti­rættur skal viðgera okkara rættarmál, so hava vit allar neyðugu heimildir at sam­tykkja at vit seta á stovn okkara egna hægstarætt. Hægstirættur