fríggjadagur 24. august 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 24. august 2012 · Nr. 98
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Hanus Samró
Lesandi og løgtingslimur
fyri Fólkaflokkin
H
etta
er
triðja
greinin av seks
pørtum.
Fari
við
hesum
at
viðgera
evnið
fráflyting,
sum hevur fylt eina rúgvu
í miðlunum. Í undanfarnu
greinunum viðgjørdi undir
ritaði játtanina til Fróðskap
arsetrið,
menningina
av
nýggjastu útbúgvingunum
á søgu- og samfelagsdeildini.
Haraftur-at var kjakið um al
tjóða universitet viðgjørd.
Greinarøðin tekur ikki
bara støði í politiska ger
andisdegnum, men verður
harumframt grundað á ger
andisdagin, sum undirritaði
hevur á Setrinum. Saman
tvinningin av praktiskum
og politiskum áhugamálum
er ikki so einføld, men skal
undirritaði eftir besta føri
muni halda tingini atskild.
Hendan greinin snýr seg
um Setrið, sum søluvøru.
Lýsingar
Tað nyttar ikki at hava al
skyns útbúgvingar, um Setr
ið ikki dugir at selja vøruna.
Tíverri hevur Fróðskapar
setrið ikki røkt hesa skyldu
na, tí seinastu árini hava
teir ikki gjørt sær neyðuga
ómakin við at draga nýggjar
og ungar næmingar afturat
sær. Áðrenn eg komi til
grundgevingarnar, fari eg at
lýsa eina hending í Hollandi,
sum eg meti er sambærilig
við lýsingarnar hjá Setrinum.
Var júst fluttur til Hol
land, veðrið var gott, so
vit fóru øll ein familjutúr
oman á strondina í Sche
veningen. Tað uddi av fól
ki. Góðveðursdagurin var
byrjanin til nýggja kapitt
ulin í Hollandi. Fyri at vera
erligur, væntaði eg at síggja
ørgrynnu av vøkrum og væl
trenaðum kvinnum í bikini,
men tað var ikki beinleiðis
tað, sum eg upplivdi. Ístaðin
var fyrsta sjónin á strondini
ein gamal og gráhærdur
maður, sum hevði knýtt síða
hárið í ein langan hestahala.
Maðurin vigaði hálvhundrað
kilo ov nógv, hann stríddi seg
gjøgnum sandin við sínum
strammu stars and stripes
Speedos svimjubuksum.
Tað er óneyðugt at lýsa
kensluna, men onkursvegna
stóð eg við somu kenslu, tá
ið eg opnaði lýsingina fyri
Setrið, tá ið eg umhugsaði at
byrja á Setrinum í 2010.
Faldarin var býttur út á
øllum skúlunum í landinum,
hann var enntá í bløðunum,
tí hetta var fyrsta árið, at
Setrið bjóðaði útbúgvingar
í samfelags- og stjórnmála
frøði aftur aftaná nøkur still
ár. Faldarin bar heitið “Setrið
er betri.”
Við
upplýsingum
um
ymisku
útbúgvingarnar
royndu
lýsingarfólkini
á
Setrinum at fáa meg at
velja Setrið fram um út
búgvingarnar í útlondum,
tí “Setrið var betri” enn hin
ar útbúgvingarnar. Sjálvt
átakið var í lagi, men tað,
sum eg fýltist mest á, var
tað, at av teimum fimm
útbúgvingunum,
sum
vóru umboðaðar í faldara
num, nýtti Setrið myndir
av fólkum, ið vóru oman
fyri tey fjøruti árini. Um
eg valdi Setrið, kom eg í
framtíðini at ganga í flokki
saman við javnaldrunum hjá
foreldrunum hjá mær. Hetta
var somuleiðis faldarin, sum
skuldi fáa miðnámsskúla
næmingarnir at lesa í Før
oyum, tá ið tey vórðu liðug
við miðnám.
Er tað løgið, at tey ungu
velja Setrið frá?
Tað er sum við hasum
gamla manninum á strondini
í Hollandi. Tú kanst ikki nýta
hálvthundrað
ára
gamla
mannin í stars and stripes
Speedos, tá ið tú skal selja
strondina í Schevningen til
ferðafólk!
Sama er galdandi fyri
Setrið.
Framgongd
Tíbetur dugir Setrið betur at
selja boðskapin í 2012. Nýggja
lýsingin hjá Setrinum, sum
hevur verið á facebook og í
sjónvarpinum, vísir, at Setr
ið er meiri tilvitað um mark
naðarføringina. Tey hava
fingið yrkisfólk afturat sær,
sum royna at spæla við for
vitnið hjá ungdóminum. Við
nýggju lýsingini koma tey
inná trý grundleggjandi ting:
“Vit eta, sova og elskast.”
Hetta
kveikir
áhugan,
tí samanspælingin av tón
leikinum og skjóttskiftandi
myndunum ger, at hyggjarin
ikki keðir seg. Síðani kemur
sloganið hjá Setrinum:
“Viljin til at vita og gera
betur”.
Hetta er alneyðugt, tí
Setrið hevur tíverri nakrar
fordómar hangandi yvir sær,
sum tey partvís hava skyld
ina í:
1. Er tað ikki bara gomul
fólk, ið ganga á Setrinum?
2. Hvat lesa tey á Setr
inum?
3. Hvat er tað fyri fólka
slag?
1. Er tað ikki bara
gomul fólk, ið
ganga á Setrinum
Jú, tað eru bara gomul fólk,
ið ganga á Setrinum, um
Setrið marknaðarførir seg
við gomlum fólkum. Sama er
galdandi, tá ið tey eru til t.d.
Markleys útbúgving og aðr
ar ráðstevnur. Myndirnar
og lýsingarnar eru andlitið
úteftir, og tískil er tað ikki
løgið, at fólk, sum ikki hava
nakað tilknýti til Setrið, hava
hesa fatanina.
Hendan myndin sigur tó
ikki allan sannleikan, tí tað
eru hóast alt ung, sum ganga
á Setrinum. Akkurát, hvussu
nógv, havi eg ikki tøl fyri,
men tað er harafturímóti
umráðandi, at Setrið gagn
nýtir ungu næmingarnar,
tá ið útbúgvingarnar skulu
seljast. Tað ger tað lættari
hjá
miðnámsskúlanæm
ingunum, tá tey skulu velja
millum Føroyar, Danmark
ella okkurt triðja, tí tey hava
meiri til felags við ung, enn
hvat tey hava við tilkomin
fólk.
Tað er harafturat vert
at hava í huga, at tað eru
omanfyri
800
næmingar,
sum eru undir hægri út
búgving í Føroyum. Hetta
eru ambassadørar, eru liv
andi lýsingar, sum til eina
og hvørja tíð kunnu mark
naðarføra útbúgvingarnar á
Setrinum.
Hetta er umráðandi fyri
spurningin um fráflyting, tí
Setrið er ein góður skúli. Til
komin skulu vera vælkom
in, men Setrið hevur tørv
á einari andlitsnákan, um
ungdómurin skal velja Setrið
fram um útlond.
2. Hvat lesa tey
á Setrinum?
Eri av tí áskoðan, at ung
halda, tá ið tey søkja inn á
Setrið, skulu tey vera verandi
í Føroyum restina av lívinum.
Hetta er ikki beinleiðis satt, tí
umvegis Setrið hava lesandi
møguleikan at taka semes
tur og skeið í Danmark,
Skotlandi, USA, Kina, ja, tú
hevur møguleikan at taka
semestur næstan allastaðni
í heiminum. Hetta átti at
verið ein greiður boðskapur,
serliga tá ið fólk fýlast á,
at
samgongan
ætlar
at
gera studningin um til lán.
Summi vilja vera við, at
hetta er at stavnsbinda ung
dómin, so at hann skal koma
aftur til Føroyar, men um
vit hyggja at hini síðuni, er
hetta ein máti at fáa fólk á
Fróðskaparsetrið.
Ung kunnu taka fyrsta
semestrið í Føroyum, fyri
síðani at taka restina av
semestrunum í Danmark,
Bretlandi, Kina, Japan, ja,
tey hava møguleikan at lesa
víðari í øllum heiminum.
Uttan bindingar ella forð
ingar!
Sostatt verða tey bara
skrásett á Setrinum, men tey
hava frælsi í at velja sína út
búgving, akkurát sum teim
um lystir.
Tey koma harafturat held
ur ikki at gjalda fyri nakað
lestrarlán, tí tey eru skrásett
í Føroyum!
Tað kann í sama viðfangi
nevnast, at sjey næmingar á
søgu- og samfelagsdeildini
fluttu til San Diego í august
mánað, har tey fara und
ir fimta semestrið í USA.
Hetta er gleðiligt, tí tað
vísir, at sjálvt um ein lesur í
Føroyum, hevur viðkomandi
møguleikan at lesa uttan
lands. Tað er eingin forðing,
tí at útbúgvingin í Føroyum
lýkur altjóða treytir!
Men Setrið má selja boð
skapin!
3. Hvat er tað
fyri fólkaslag
Hetta er ein afturvendandi
spurningur, sum møguliga
hevur sín uppruna í mark
naðaføringini, tí næming
arnir á Setrinum eru ikki
sjónligir í almenna rúminum
- ikki beinleiðis.
Um vit síðani hyggja,
hvat tað er fyri fólkaslag,
sum
annaðhvørt
gongur
ella hevur gingið á Setri
num, kunnu vit nevna brøð
urnar Una og Páll Holm
Johannesen,
Heina
og
Stefan í Skorini, umframt
meg sjálvan. Hvat hava hesir
í felags? Jú, allir hava skrivað
bøkur á lutfalsliga ungum
aldri. Tað mugu vera fáa uni
versiteti í heiminum, sum
hava so nógvar rithøvundar í
einum so lítlum universiteti.
Um vit síðani taka stjórar,
hava bæði Magni Arge (stjóri
á Atlantic Airways) og Hákun
Djurhuus (fyrrverandi stjóri
í Shell og núverandi stjóri
hjá SEV) lisið á Setrinum.
Sostatt er tað umráðandi fyri
Setrið, at tey gagnnýta fyrr-
og
núverandi
næmingar,
tá ið tað kemur til at selja
Setrið, tí ungdómurin ivast
veruliga í, hvør gongur á
Setrinum. Um tað bara eru
óambisjøsir næmigar, sum
ikki tora ella tíma at fara
av landinum. Áðurnevndu
dømi
prógvað
hinvegin,
at tað eru ambisjøsir og
dugnaligir
næmingar,
sum
ganga
á
Setrinum.
Hetta samsvarar væl við
boðskapin í nýggju lýsingini
hjá
Fróðskaparsetrinum,
tí “tú kemur ikki sovandi
ígjøgnum, og her verður
einki fjasarí”
Men Setrið skal selja
vøruna.
Fjølmiðlar
Tað er óneyðugt at harta
fjølmiðlarnar, tí teir gera eitt
gott arbeiði, tá ið teir lýsa
avbjóðingina við fráflyting.
Viðhvørt kemur tað tíverri
fyri, at teir gloyma, at tað
eru omanfyri 800 næmingar,
ið taka hægri útbúgving í
Føroyum. Tað kundi sjálv
andi verið fleiri, men tað,
sum eg vil við hesum er, at
tað eisini er møguligt at tosa
fólk av landinum.
Rás2 hevur ein fína send
ing “Ghetto Føroyar”, har tey
tosa við lesandi í Danmark.
Hesi ungu fólkini eru ikki
heilt eirindaleys, tí tey leggja
ikki fingrarnar í millum, tá
ið tey lýsa, hvørjar ábøtur
skulu fremjast í Føroyum.
Hetta er partvís ábyrgdin hjá
politikarunum, men tað er
eins væl ábyrgdin hjá Setri
num, tí teir hava ikki selt
boðskapin nóg væl.
Tá tað er sagt, hevði tað
ikki verið áhugavert, um
KVF ella Rás2 varpaðu ljós
á næmingarnar í Føroyum?
Gjørdu sendingar um tey?
Hvørjar eru ambisjónirnar?
Hvørjar arbeiðsroyndir hava
tey? Hvat hendir í vikuskfiti
num? Hvussu er at lesa í
Føroyum?
Hetta sigi eg ikki bara,
tí fjølmiðlarnir kunnu tosa
ungdóm av landinum, men
tað er umráðandi fyri um
røðuna á Setrinum, at næm
ingarnir koma í almenna
rúmið, so at miðnámsskúla
næmingar bæði síggja og
hoyra, at tey, sum ganga á
Setrinum, ikki bara eru nøkur
spøkilsir, sum savna dust úti
á t.d. Føroymálsdeildini.
Vit hava góðar og dugna
ligar lærarar, vit hava oman
fyri 800 næmingar, sum
eru undir hægri útbúgving
í Føroyum, og vit hava eitt
universitet, ið lýkur altjóða
treytir.
Boðskapin
skal
Setrið
selja!
Setrið – ein gamal
maður í Speedos