Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. august 2012 · Nr. 98 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak E g sjálvur - og mong onnur við mær -minnast ilt aftur á sunnudagsskúla- helvit​is​prædikantarnar, sum slev​andi volkaðu sær í Helvit​ is pínu og ræðuleikum og við rullandi eygum, harðari rødd og lyftum fremstafingri peikaðu sjónarringin runt, meðan ført varð fram: Børn! Ans​ið tykkum, tí Fanin reik- ar runt sum ein brølandi leyva og vil hava tykkum øll í hansara garn. Eg rímdi og fór í annað stað, har tónin og innihaldið var nakað annað og meira barna​vinarligt. Men eg havi mangan síðan tá - vælsaktans í góð 60 ár - tonkt yvir, hvussu hetta kundi lata seg gera, uttan at onkur tilkomin smekk​aði nevan í borðið og segði, at nú er nokk harra Helvitis​prædi​kantur. Út! Men av tí, at mær er fortalt, at Helvitisprædikantar fram​ veg​is tykjast at hava jól og góðar dagar - um mann í heila tikið kann siga so -og halda fram við sínum sadist​iska, perverteraða og religións​forstýraða ágangi, sum sær út til at nøkta teirra egna sadistiska tørv, utt​an at nakað verður gjørt fyri at steðga teimum, so fari eg at avdúka nakað av Helvitisforfalskingini í vón um, at henda vitan kann hjálpa til við at steðga ør​ skapi​num, tí annars má hann steðg​ast við lóg, tí tað átti at sagt seg sjálvt, at sálarligur harð​skap​ur -serliga móti børn​um - men fyri sovítt móti fólki í heila tikið - ikki eig​ur at vera toldur, men at verða steðgaður við teimum am​boð​um, eitt framkomið sam​felag hevur at ráða yvir. Fyri at byrja onkunstaðni, so kann sláast fast við meira enn sjeytummaseymi, at orð​ ið Helviti er ein ein skeiv og sera óheppin umseting av Ge​ hen​na (grisk endurgeving av tí hebraiska Ge (Ben) Hinn​ om, dalurin hjá soni 'Hinn​ om), ein dalur beint sunn​ an fyri Jerusalem. GT greið​ ur frá, at hetta var stað​ ið fyri avguðadyrkan og menni​skja​ofringum við eldi. Í NT verður Ge​hen​na brúkt sum navn fyri Hel​ viti. Í rabb​inskari tradi​tión kann Gehenna eisini merk​ ja reinsingareldurin (skærs​ ilden). Hvør minnist ikki frá undir​vísingini í barna​skúla​ num um trúðbótina, at kirkj​ an hevði pínt pening burt​ urúr teim lítið og onki vit​ andi, tí prædikumenninir lugu fyri hesum neyðars fólki, ið annars vórðu hart rakt frammanundan, og for​taldu teimum, at deyða omm​an ella deyði pápin ella deyða barnið píndist í reinsingareldinum, men at tey - við at gjalda til teirra - kundu stytta teimum líðandi í nevnda eldi, tí við at gjalda fyri tey, so komu tey skjótari úr eldinum. Og fólk guldu og gul​du til tey lítið og onki høvdu eftir. Og síðani fóru tá​tíð​ ar høgravendu hel​vitis​ prædikantar víðari syngj​ andi, sum tað stóð í míni donsku lærubók: Når peng​ ene i kisten springer, snart sjæl​en ud af skærsilden spring​er. Tað hava verið og eru framvegis nógvir mátar at snýta fólk upp á, og tað ser​liga um tey eru óvitandi. Og sokallaði religiøs hava ongan​tíð hildið seg aftur, um tey eru sloppin til tess. Helviti kemur har​aftur​ ímóti frá tí oldnørruna hel- viti, sum merkir "Hel straff​ ar". Orðið er ein sera óhepp​ in týðing av tí bíbilska orði​ num "Gehenna", sum er navn​ ið á einum dali sunnan fyri Jerusalem. Í nevnda dali beiv tað í árinum 622 f-Kr. ofrað til ein gud, ið kallaður var Molok. Bæði gentur og dreing​ ir vórðu slaktaði og brend til æru fyri henda guðin. Tá ein kongur (Josias) setti for​boð fyri at dyrka aðrar guð​ar enn Ísraels Jahve, bleiv dalurin "óreinur". Og fram​ yvir stóð ræðsla um staðið, og dalurin bleiv nýttur sum rusk​pláss - eitt stað, hvar "eld​urin ongantíð slóknar," sum tað eitur í Bíbliuni. Og tað hevur ofta víst seg, at hin djúpari liggjandi orsøkin sjáld​an hevur havt nakað við kristindóm og frelsu at gera, men einans fyri at tey við teirra ´umvenda skara' skulu kunnu manifestera seg í samfelagnum og soleiðis skaffa sær og sínum magt og mamm​on. Amen. Jødarnir ímynaðu sær, at Jahve við tíðarinnar enda vildi samla alt óndt og óreint í Gehenna og brenna tað upp við eldi, soleiðis at Heimurin aft​ur skuldi kunnað blívað rein​ur og fullkomin.- Flestu orð í NT um helviti hava eisini hesa hugsan, men tey krist​nu tulka tey ofta sum út​sagn​ir um eina tíðarleysa pínu. Henda uppfatan er litað av øðrum bíbliuorðum. Ser​liga hevur líknilsi um ríka mannin og Lazarus havt stór​ an týdning. Ávirkan frá øðr​ um religiónsfantasium um støðuna eftir deyðan hevur eisini gjørt seg galdandi. Nakað tað norrøna hugtakið "hel-viti" í sjálvum sær av​dúk​ ar. Í flest øllum religiónum fyri​stilla tey religiøsu sær, at tað finnst eitt deyðsríki djúbt niðri ella inni í jørðini, har tey deyðu sum "skuggar" visna burtur í einum troyst​ ar​leys​um lívi til tey verða gloymd. Grikkar høvdu teirra Ha​ des við ymsum av​deiling​ um. Jødarnir kallaðu teirra Sjeol/Sheol og í norrøn​ari mytologi var Hel navn​ið á herskarinnuni í deyðs​ríki​ num. Fyri grovar brots​gerð​ir finnast ofta straffir í deyðs​ ríkinum. Í avdeilingini Tarta​ ros í Hades rullar Sisyfos - sum mong vita um -sín stein sum ein straf givnan av gudu​ num (hvørjaferð Sisyfos hev​ ur rullað steinan niðaná, so fer hann á rull omanaftur, og so má Sisyfus rulla steinin um​aftar og umaftur og um​ aft​ur í allar ævir). Tað er hes​in deyðaríkistankin, sum ligg​ur sum útgangsstøði fyri lík​ni​lsi um ríka mannin og Lazar​us. Saman við tankanum um djevul​in sum Guðs mótpólur, førdi tað so við og við til eitt hel-viti undir jørð, har djevul​ in ræður við eldi og svovli og píndi tey fortabtu. Mest kent er møguliga Dantes út​ greinan av helviti í "Tí gud​ domme​lige kommediuni" frá 1300-talinum. Myndin av hel​ viti, sum vit soleiðis hava fing​ið, er heilt og aldeilis ó​ bíbilsk. Sjálvt rithøvundirin av "Jóhs. Opinbering", sum er tann í Bíbliuni, sum hevur teir mest útviklaðu tankarnir um eina "eviga pínu" í eldi, tonk​ir sær hesa ólukkuna sum nakað, ið fyrst og fremst kem​ur at raka djevulin. Í Ge​ hen​na hevur djevulin onga magt, eftir hvat Bíblian sigur. Kirkjunnar læra om æviga pínu fyri tey vantrúgvandi bleiv eitt vælegnað amboð í magthavaranna hond​um til at for​fylgja mót​støðu​fólk​ unum við tí ringasta tor​turi og ræðu​leikum undir ein​ari tunnari umbering av guð​ sótt​an. Sjálvt nútíðar trúð-boðara​ virksemi hevur rætt​vís​gjørt sína vantandi virðing fyri øðrum kulturum og religión​ um við at vísa til, at einans kristindómurin kan fría fólk frá ævigari pínu. Hetta umber næstan ein og hvønn átreingjandi og fyrilitaleysan trú​boðara​framferðarhátt. Og hvørjar sálarligar líð​ ingar, ið hava fylgt í kjalar​ vørri​num av helvitis​fyri​ gyk​ling​unum hjá vekingar​ prædiku​monnunum og prest​ u​num, ið hava nýtt helvitis​ fyri​gyk​ling​ar​nar sum um​ vend​ingar​ætlan, vilja vit ongan​tíð fáa álítandi vitan um. Men har fyrigyklingin um "æviga pínu" er sterk, verða vanlig​ir sømuligir normar og framferðarhættir og dag​ lig fyrilit lætt tilsíðissett av religiøsari fanatismu. Og kristin​dómurin, ið skuldi vera kærleikans religión, hevur ikki minst orsaka av læru​ni um "æviga pínu" fyri tey vantrúgvandi útviklað eina søgu, sum er ein sonn marra av ræðuleikum. Tá eg á sumri í 1991 vitjaði á Cuba í ein mánað, legði eg m.a. til merkis, at ein indiáni var avmyndaður á etikettini á einari fløsku, og forvitin, sum eg eri, spurdi eg um søguna aftanfyri avmyndaða indián​an, og fekk tá at vita, at hetta var mynd av indiána, sum - bundin niður - hevði fingið stilla eitt ultimatum: Antin skuldi hann taka við trúgv og harvið sleppa til Himmals, ella eisini skuldi hann verða brendur. Í hesu støðu spurdi hann helvitis​ prædi​kant​arnar um, hvar teir fóru, tá teir doyðu, og tá hann fekk svarið, at teir fóru til Himmals, segði hann uttan himpr, at so vildi hann vera brend​ur, og tað varð hann so. Hann vildi undir ongum um​ støð​um møta teimum aftur - kosta hvat tað kosta vildi. Ein sera sigandi søga um ein mann, ið vildi gjalda hægsta prís fyri at varðveita æruna. At helvitispretikantar fram​hald​andi "spæla við eld", eru vit mong, ið ikki kunnu skilja, tí kristindómurin eig​ur at vera ein kær-leiks​ fullur boðskapur - ein glað​ ur boðskapur: Gleði​boð- skap​urin yvir øllum øðrum boð​skap​um undir sólini: Um hvussu Guð hevur skapt alt: himmal og jørð, fuglar og fisk, áir og vøtn og annars alt, ið vit hava brúk fyri og tað í stórari mongd, og sum hevur skapt okkum øll, sum eru sonn undurverk frá top til tá, og sum ger alt fyri, at vit at enda skulu koma til Hann, at sami Guð skal gerast óndari enn óndur og ræðuligari enn ræðu​ligur, ja, túsund ferðir túsund ferðir verri enn t.d. Hitler, sum hóast alt drap ofrini, meðan Guð verður sagd​ur at pína og brenna fólk í allar ævir. Og tað skulu vit trúgva upp á? Nei, Guð er eingin Fani, men ein góður og kær​ leiks​full​ur Guð, tað átti at sagt seg sjálvt. Hvat helvitisprædikantar hava við kærleika og gleðiboðskap at gera hevur verið - er - og fer altíð at vera ein gáta, tí teir umboða tað mótsetta: fanans​ skap, sálarligan ágang og kúgan, eld, pínu og skríggj og bangin og krúpandi mennis​k​ ju. Ræðuligt. Tíðin hevur leingi verið búgv​in til at vísa helvitis​ prædi​kantu​num dura​fjórð​ ing​in, so kær​leiks​boð​skap​ ur​in fær høvi til at vísa seg á flogi og í verki, og soleiðis at ung sum gomul, kvinnur sum menn kunnu gleðast yvir gleði​boðskapin, yvir skapan​ ar​verkið og lívið, og annars hvíla í vissini um, at vit hoyra Hon​um til annahvørt vit liva ella doyggja. Dagfinnur Danbjørg Gehenna ella sálarligur ágangur av allar allargrovasta slag – ið eigur at verða steðgaður í stundini