fríggjadagur 24. august 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 24. august 2012 · Nr. 98
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Á Svínaryggi eigur Julianna ein
stein, sum ber boð um ein sorgar
leik. Hon doyði í 1917, bara 32 ára
gomul. Eftir sótu maður og tvey
smá børn, 3 og 5 ára gomul.
Ólavur Clementsen skrivar í
Kvørnini um Norðaru Koytu á Sandi,
haðani Julianna var ættað.
Julianna Maria var fødd 30.7
1884. Foreldur hennara vóru Elsupa
í Miðtúni og Jógvan, f. 1852, úr Beiti
num í Trøðum. Tey bygdu á Koytu
teiginum beint niðan fyri húsini í
Koytu. Umframt Julionnu fingu tey
børnini Henrikka, Anna Dorthea og
Florentina.
Omma Julionnu í faðirætt var
Julianna Jógvansdóttir úr Beitinum
í Trøðum. Abbin var Óli, sum førdi
landbúnaðin í norðaru Koytu fram.
Tey bæði giftust í 1847. Óli var til
tikin fyri kreftir og tí róptur Sterki
Óli. Tað var hann, ið róði tiltikna
“deyðaróður sín”, sum M.A. Winther
skrivaði eina stuttsøgu um. Hon er
m.a. prentað í smáskriftir Varðans.
Veruliga hendingin fór fram í 1870,
tann stóra skaðadagin, tá ið fleiri út
róðrarbátar gingu burtur. Óli sprong
di seg av at rógva til lands undir ring
astu umstøðum, og hann doyði átta
dagar seinni.
Julianna giftist við Dánjal Paula
Egholm í Havn.
Tey fingu tvey børn:
Bertha Maria f. 28.12 1912. Hon
giftist við Robert Debes Fritjof Arge,
f. 1920. Tey fluttu niður. Tey fingu
tvey børn, Astrid og Eyðun.
John f. 11.7 1914. Hann giftist við
Olevinu Debes í Mortanstovubrekku
í Havn. Tey fingu børnini Sólgerð,
Gunnvør, Guðrið og Høgna, sum er
ein kelda til hesa grein. John sigldi
úti í heimi sum yvirmaður á brúnni.
Julianna doyði longu 5.6. 1917, 32
ára gomul. Tá fóru børnini fyribils til
ommuna á Sandi.
Dánjal Pauli giftist aftur við Jo
honnu Elisabeth Johansen f. 21.3.
1882. Hon var dóttir bátabyggjaran
Elias í Rættará. Tey bæði fingu 8
børn.
Eli fekk eina váta grøv
Tað er ein serlig søga um tað elsta
av teirra børnum, sum eru hálv
systkin børnini hjá Julionnu. Hetta
var Eli, føddur 23.7 1921.
Hann er eitt av nøvnunum, sum
er á minnisvarðanum í Viðarlundini
yvir teir, sum fórust á sjónum undir
seinna heimsbardaga.
Men hann varð nærum gloymdur,
tí tað sæst, at hansara navn er sett á
navnaplátuna aftaná, at minnisvarð
in var liðugur.
Í bardagasøguni sæst einans, at
hann var við danska bátinum Annie,
sum hvarv undir Íslandi í 1942, og at
báturin seinni varð funnin uppi á
sandinum á Suðurlandinum. Hetta
var í sær sjálvum løgið, at skipið var
bjargað og ikki manningin.
Eg fekk fyri kortum samband við
íslendingin Bjartmar Sigurdsson,
sum kundi greiða meira frá hesi van
lukku.
Abbi
hansara
hevði
sjálvur
annar nevniliga funnið vrakið av
Annie saman við tveimum líkum
av manningini. Tað er tó ikki greitt
hvørji líkini vóru. Men tey vóru
jarðað i kirkjugarði nærindis Kirkju
bæjarklaustur, ein lítil bygd eystar
laga í Meðallandsbuktini. Abbin
greiddi frá, at líkini vóru í bjarging
arbelti.
Hóast tað er ringt at siga nakað
til orsøkina til vanlukkuna, er hetta
ein ábending um, at manningin hev
ur kent seg tryggari við at fara av
skipinum enn við at vera verandi
umborð. Hesir bátar høvdu allir eina
bjargingarjollu liggjandi á dekkinum.
Teir eru uttan iva farnir í bátin.
Hetta hevur verið teirra bani.
Skipsdagbókin, sum var funnin
umborð, vísti, at skrivað var seinastu
ferð í hana tann 27. februar, og skipið
varð ikki funnið fyrr enn 9. mei. Tað
var sera ringt veður tann 3. mars, tá
fleiri skip vóru í havsneyð. Hildið
verður fyri vist, at tað var tá, at van
lukkan hendi.
Ein ljósglæma var sædd á sjónum
um hesa tíðina. Ringt varð til Reykja
víkar at spyrja seg fyri, hvat ið skuldi
gerast. Men svarið var, at í krígstíð
var so nógv løgið at síggja, so hatta
skuldu tey ikki hugsa so nógv um. Tá
ið tað kom fyri dagin, hvat var hent,
høvdu tey á landi fortreð av, at einki
var gjørt.
Tað vóru fleiri danskir snurri
váðsbátar, sum veiddu undir Íslandi
undir krígnum. Teir sluppu ikki
heim til Danmarkar og landaðu í
Bretlandi. Summir av hesum bátum
høvdu føroyingar við og løgdu tí ofta
at í Føroyum.
Løgdu nógv fyri
Johan Norðfoss í Havn var við ein
um av hesum bátum, Vesthavet.
Hann hevur fyrr greitt Miðvikuni
frá, at hetta vóru framkomnir bát
ar, sum enntá høvdu wc umborð!
Teir løgdu eisini nógv fyri. Teir
snurraðu á sandbotni, men í Meðal
landsbuktini var ógvuliga útgrunt.
Hetta kundi eisini vera vandamikið.
Hetta var eisini ring ársins tíð,
ikki minst á Suðurlandinum. Hetta
hava føroysk skip nógvar ringar
royndir av. Johan undrast eisini um,
at teir vóru farnir so tíðliga á árinum
til Íslands. Tað riggaði bara at veiða
við snurriváð í dagslýsi, og hesa tíð
ina á árinum var dagurin ógvuliga
stuttur.
Johan minnist eisini, at tað var
kent, at Annie hevði ein vánaligan
motor. So er spurningurin, um hetta
kann hava spælt inn.
Johan minnist eisini skiparan Ole
Larsen f.1896. Hann var ein dámligur
og sáttligur maður.
Bjartmar er við at kanna søguna
um hesa hending, sum hann ætlar
at gera ein film um. Hann ætlar
at fáa sett ein minnisstein yvir
alla manningina, har teir tveir eru
jarðaðir. Tað vóru tilsamans seks
mans við bátinum, sum var úr Frede
rikshavn. Hinir fimm vóru danir.
Skuldi nakar vitað okkurt um
hetta mál, vil hann fegin frætta. Tað
kann eisini sigast mær frá.
Mamman kendi tað á sær
Systir Eli, Elisa, greiðir frá, at
tey hildu, at mamman var sann
droymd. Tá ið Eli fór avstað hendan
túrin segði hon, at hon roknaði ikki
við at síggja hann aftur.
Hon var tískil als ikki bilsin, tá
ið Annie var saknað, og hon visti
við sær sjálvari, at hon sá ikki sonin
aftur. Eli gjørdist bara 20 ár. Johan
minnist hann sum ein fittan og frið
arligan drong. Nú er hann í hvussu er
ikki heilt gloymdur.
Hini børnini hjá Elisabeth og
Dánjal Paula vóru:
Julian, f. 1922, Katrina, f. 1924,
Jensia, f. 1925, Betty, Paula, Anni og
Elisa, sum er ein kelda til hesa
grein.
Julianna Egholm:
Eli var nærum gloymdur
á minnisvarðanum
Julianna doyði ung, og maðurin giftist aftur. Sonur hansara, Eli, gekk
burtur í 1942. Nústani kann sigast nakað um, hvat ið hendi
Komandi partur:
Í komandi parti verður greitt frá ættini hjá Jens
Wenningsted, son kommandantin og amtmannin
Emilus Løbner, og um ættina hjá konu hansara, Marin
systur Niels Winther, kendan fólkatingsmann.
HERUNDER HVILER
MIN KÆRE KONE
JULIANE MARIE
EGHOLM
F. JOENSEN
FØDT 30. JULI 1884
DØD 15.JUNI 1917
GUD ER KÆRLIGHED
Brúðarmynd av Julionnu og Dánjal Paula Egholm
Julianna Beitinum (1826-1889),
omma Julionnu, giftist við
“Sterka Óla”. Her saman við
dótrini Annu Frederiku
Julianna var ættað úr
Norðaru Koytu á Sandi,
sum nú er bygdarsavn
Jógvan í Koytu (1852-1931)
var pápi Julionnu