Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-24, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2012síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 24. august 2012 4 ársins brak – B36 fer at vinna, og tað fara tær tí at KÍ fer at undirmeta B36, sigur Kristina Christiansen, sum fylgir væl við B36-kvinnunum, men ivast í um hon sær steypafinaluna vegna arbeiði Kristina Christiansen, B36 – 0-0, tapa tíverri í 83 minutti. Fáa vit Rannvá úr spælinum og dekka Purkhús rætt, so hav vit ein kjans. Vit mugu geva 100%. KÍ kann noyðast við 70% Heidi Lava Elgeirsdóttir, B36 Á venjarabeinkinum hjá B36 situr enn sum áður legendan í felagnum, Jacob Thomsen. Tað eru skjótt liðin 10 ár síðani hann tók við sum venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá B36, og hevur hann verið við teimum ígjøgnum góðar og minni góðar tíðir. Leingi hevur hann verið við til at givið eina­ ráðandi KÍ skarpan gang, men tá ið dapurt sá út í 2009 og B36 ikki fekk mannað lið og mátti taka seg úr kappingini, tók hann sjálvur stig til at aftur skipa fyri venjingunum og reka góðar gamlar kreftir í felagnum, tær yngru og eisini nýggjar leikarar til venjing. Hetta eydnaðist, og í 2011 var B36 aftur í bestu deildini. Tá vunnu tær átta út av teimum 20 dystunum, og í ár hava tær vunnið heili 15 út av teimum 18 higartil spældu dystunum í landskappingi. Harnæst kemur eisini hetta steypafinaluplássið, so sigast má, at stríðsviljin hjá venjaranum hevur gjørt sítt til, at kvinnuliðið hjá B36 aftur er komið á føtur og nú aftur er partur av steypafinaluni. Í fjør vóru tær úrB36 óhepnar í steypa­kapp­ ingin og hittu KÍ longu í fjórðingsfinaluni. KÍ vann dystin 2-0 og seinni eisini steypafinaluna. Jacob Thomsen hevur góðar vónir, men má ásanna, at KÍ er favorittur í steypafinaluni. – Ja, vit hava góðar vónir, men vit eru ikki vanar við at vera í hesi støðuni. Eg má siga, at KÍ er favorittur, sigur hann og vísir á, at tær hesa vikuna hava vant sum vanligt og ikki lagt seg serliga eftir steypafinaluni. B36-liðið er ógvuliga ungt, og hava flestu av leikarunum ikki roynt at verið í einari slíkari finalu áður. Er hetta ein vansi, ella kanska ein fyrimunur, tí at tær ikki vita betur? – Sjálvandi er tað ein fyrimunur, um ein hevur verið hesi støðuni ofta, heldur Jacob, sum ikki vil avdúka nakran taktikk til dystin, men bara er fáorðaður til tann spurningin. – Tað er ilt at siga. Men nú er tað so bara ein dystur, so vit mugu royna at vinna, heldur hann. Venjarin KÍ er favorittur Ætla okkum at spæla bólt Jacob Thomsen Tað, sum sermerkir liðið hjá B36 í ár, er, at liðið er sera ungt. Miðalaldurin er 19,3 ár, og av teimum fýra, sum hava leikt flestar minuttir fyri liðið í ár, eru allar undir 20 ár. Ein av føstu leikarunum, Brynja Høj, er einans 16 ára gomul, og spælir tískil eisini við U17-liðnum. B36-kvinnurnar komu ikki beinleiðis flúgvandi í steypafinaluna, tí í fjórðingsfinaluni vóru tær aftanfyri 0-1 ímóti Skála, áðrenn tær vendu dystinum og vunnu 2-1. Í hálvfinalunum báðum vóru B36- kvinnurnar tó yvirlegnar og vunnu samanlagt 7-0. Trúgvur liðskipari Liðskipari hjá B36 er 31 ára gamla Anja Weyhe. Hon hevur spælt við fremsta liðnum hjá B36 síðani 1996, og hevur hon upplivað bæði upp- og niðurtúrar. Alt frá steypasigri til at ikki fáa mannað lið og at flyta niður í næstbestu deildina, men nú er hon so aftur á sama stað, har hon altíð hevur spælt. – Vit tóku liðið úr kapp­ ingini og byrjaðu í 2. deild. Vit høvdu nógvar góðar ungar leikarar, men sum kanska vóru í so ungar at spæla í bestu deildini. Nú hava vit so framvegis nógvar ungar við, onkra uttanífrá, men mest okkara egnu. Jacob (Thomsen, venjarin, red.) hevur tímað væl og vit eldru hava hingið í saman við teimum ungu, sigur Anja. Fara at spæla bólt KÍ hevur í nógv ár verið einaráðandi í føroyskum kvinnufótbólti, og Anja viðgongur eisini styrkina hjá klaksvíkskvinnum. – Tað vísir seg at vera trupult at taka KÍ yvir eitt heilt kappingarár. Tær eru seriøsar eitt heilt kappingarár, meðan nógv av hinum liðunum bara mugu byggja upp. Nógvar aðrar ítróttargreinar gera seg galdandi, og vit hava fýra ella fimm, sum taka hondbólt sum nr. 1, sigur Anja. Anja metir ikki, at tær eru eins truplar at taka í steypakappingini, og vísir á, at tær hava tapt nakrar steypafinalur seinnu árini. Fyri góðum tveimum vikum síðani spældi B36 ímóti KÍ í Klaksvík. KÍ vann dystin tepurt 1-0, men sum dysturin gekk, so vísti tað seg, at B36 gjarna vildi spæla álopsfótbólt. Fer B36 eisini at gera tað í steypafinaluni? – Vit mugu leypa á, vit skulu jú hava mál. Sjálvandi má man spæla rímiliga trygt eisini og ímóti KÍ vera vit neyvan spælstýrandi. Vit fara tó at royna at spæla fótbólt, tí vit hava nógvar góðar bóltspælarar. Men vit mugu hugsa okkum væl um, sigur hon og vísir á, at tað í Klaksvík kiksaði við at KÍ fekk eitt mál beinanvegin, men at tær sjálvar spældu væl og eitt nú høvdu tvey skot á tvørtræið. Eiga nógvar vinnarar B36-kvinnurnar eru ikki eins sigurs­ vandar sum KÍ-kvinnurnar og hava fleiri ungar leikarar, sum á fyrsta sinni standa í hesi støðuni. Er tað ein fyrimunur ella ein vansi? – Tað kann vera trupult at siga. Nógvar eru nervøsar og hava ikki roynt hetta áður, men vit hava eisini nógvar vinnarar á liðnum, sum ikki eru vanar við at KÍ altíð vinnur á teimum. Tað kann vera ein fyrmunur, tí í Føroyum kenna nógvar bara til, at KÍ vinnur alt. So bæði og, sigur Anja. – KÍ er favorittur, men eg vil siga, at vit fara at royna at spæla og mugu vera 100% klárar, sigur B36- liðskiparin at enda. Í landskappingini í ár hevur tað leingi einans verið unga B36-liðið, sum hevur lagt veruligt trýst á KÍ. Tveir KÍ-sigrar hava tó lagt B36 afturum, og nú B36 herfyri eisini tapti ímóti AB, máttu tær lata 2. plássið til argjakvinnur Liðskiparin mynd: Álvur Haraldsen