fríggjadagur 24. august 2012síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 24. august 2012
5
ársins brak
– Ein finala er altíð ein finala, skal ein
altíð minnast til. Men eg giti at KÍ vinnur
4-1, tí at tað er bara so einfalt. KÍ er bara
betri enn B36. Tær hava rutinuna, verið í
Champions League og tær eru í toppformi.
Perfekt at spæla finalu nú!
Unn Stauss, KÍ
– Sjálvandi vinnur KÍ! Tær eru júst komnar
aftur uttanlands og kanska eru tær
troyttar, men eg vænti tær koyra heim
hóast alt. Tað er vegna rutinuna og
góðskuna hjá leikarunum, sigur
fyrrv. KÍ-leikarin, Paula Mikkelsen
Paula Mikkelsen, KÍ
Eins og á venjarabeinkinum hjá B36, so situr
ein legenda á venjarabeinkninum hjá KÍ. Talan
er um Aleksandar Djordjevic, sum hevur verið
knýttur at KÍ síðani tíðliga í 1990-unum og
seinnu árini hevur staðið á odda fyri einaráðandi
KÍ-kvinnunum.
Hjá KÍ-kvinnunum er tað ein vansi, at
Gentur U17 spæla steypafinalu kvøldið fyri
steypafinaluna hjá kvinnum. Har spæla fleiri á
KÍ-liðnum við, og tað kann ávirka eitt sindur,
men KÍ-venjarin sigur, at hann vónar at fáa tær
hvíldar áðrenn kvinnufinaluna.
Eisini drúgva heimferðin hjá KÍ-kvinnunum úr
Champions League kann hava ávirkan, men tað
væntar Aleksandar Djordjevic ikki.
– Vit hava ferðast í 24 tímar og komu aftur
síðsta fríggjakvøld. Vit vóru glað fyri teir tríggjar
dystirnar og eru nú klárar til steypafinaluna,
sigur hann.
Eins og B36-venjarin vísir á, so vísir
Djordjevic á, at nú talan bara er um ein dyst, sum
skal avgera, og at tískil alt kann henda.
Hann sigur, at tær hesa vikuna hava vant
nógv taktiskt í fyrireikingunum til finaluna, har
B36 bíðar. B36, sum KÍ herfyri vann tepurt 1-0
ímóti í Klaksvík.
– Vit skoraðu bara eitt mál. Tær spældu sera
væl, og tær kunnu gott geva okkum kapping.
Hetta er jú bara ein dystur, vísir hann aftur á.
– Vit hava ein truplan dyst í hvørjum einasta
dysti, tí mótstøðulið okkara spæla so verjukent.
B36 royndi tó at spæla álopsfótbólt í Klaksvík
og tær royndu at skora mál, so um tær gera tað
aftur í finaluni, so verður tað gott at síggja hjá
áskoðarunum, vissar Aleksandar Djordjevic.
KÍ er við í heimssøguni og ávegis 13. meist
araheitinum á rað. Tær leggja seg eftir greipuni á
hvørjum ári, og soleiðis er eisini hesaferð.
– Vit fara til Havnar eftir sigrinum. Fáa vit
hann, so verði eg glaður. Um ikki, so er tað ikki
endin á lívinum, flennir Aleksandar Djordjevic
at enda.
Venjarin
Vit fara eftir sigrinum
Lata ikki steypið
frá okkum
Aleksandar Djordjevic
Men tær, sum bróðurpartin av kapp
ingarárinum hava givið teimum eitt
sindur av kapping, er júst mótstøðu
liðið í finaluni, B36. Tískil kann ein
vænta sær eina spennandi finalu
leygardagin.
KÍ-kvinnurnar hava júst verið
á Kýpros og spælt tríggjar dystir í
Champions League, og eftir drúgva
heimferð, sum tók eitt døgn, komu tær
aftur á klettarnar síðsta fríggjadag.
Hvussu man hesin túrurin hava
ávirkað tær – er tað til tað góða ella
tað verra?
– Vit hava spælt tríggjar strævnar
dystir og ferðast langt, so vit eru
troyttar og fáa ikki vant ordiligt. Tað
kemur helst at ávirka okkum, eisini
tí at vit ikki hava hugað so nógv um
steypafinaluna. Men vit hava spælt
nógvar eftir hondini, so vit taka eis
ini hesa, sigur Malena Josephsen, lið
skipari hjá KÍ.
Í eina dystinum á Kýpros mátti
hon flytast á sjúkrahús eftir ein
snudd í høvdið. Tað er óvist, um hon
verður við í morgin.
Einaráðandi
KÍ-kvinnurnar eru vit 12 meistara
heitum á rað við at skriva heimsmet
fyri flest vunnin meistaraheiti á rað.
Nógv kann nevnast fyri at vitna um
styrkina hjá KÍ-kvinnunum aftur í
ár, og vit kunnu taka okkurt burturúr
posanum. Tær hava vunnið ein dyst
26-0. Tær skora í miðal sjey mál í
hvørjum dysti, og tær hava einans
latið fýra mál inn í 14 landskapp
ingardystum. Eisini í Champions
League vóru tær yvirlegnar í eina
dystinum, sum tær vunnu 11-1 ímóti
einum albanskum liði.
Hvat er tað sum ger, at tær eru
so sterkar?
– Eg haldi tað er ein góð blanding
av eldri og yngri leikarum. Vit hava
nakrar eldri, sum stuðla væl undir
tær yngru. Nógvar hava ikki roynt
annað enn at vinna, og tað er ein
vinnaramentalitetur, sum ger at vit
vinna hóast tað stendur nógv á, metir
Malena.
Hon heldur tó, at tað er eitt størri
trýst á teimum, nú steypið skal hava
ein eigara í einum og sama dysti.
– Tað er tað altíð. Tað er tá ið liðini
hava tað trupult. Vit hava ongantíð
nakað at vinna, men alt at tapa. Øll
vænta, at vit vinna, og tað leggur eitt
trýst á okkum. Men um hini liðini
skulu hava okkurt burturav, so er tað
í steypakappignini, at vit gera tað,
sigur Malena.
Fara eftir øllum
Malena Josephsen er yvirlegin, tá ið
vit tosa við hana, men hon hevur tó
eisini nøkur rósandi orð til B36.
– Tær hava eitt gott lið. Vit vunnu
tær 1-0 herfyri, men hetta var beint
áðrenn vit fóru avstað og tá lá
ferðin frammarliga í tonk
unum. Vit gjørdu skjótt
av, skoraðu beinan
vegin og hildu
tað. Men tær
hava nógvar
góðar leikarar,
so hetta verð
ur ein spenn
andi dystur, sig
ur Malena, sum
metir tað verða
eitt stórt vónbrot,
um tær ikki vinna
leygardagin.
–
Sjálvandi
verður tað tað. Vit
vilja vinna tað, sum er.
Tapa vit, so tapa vit – tað
er ikki verri enn tað. Men vit
vilja vinna allar dystir, og tað
vilja vit eisini leygardagin. Vit
geva ikki steypið frá okkum,
sigur Malena Josephsen.
Eiheldur í ár hevur nakar megnað at gjørt nakað við KÍ-kvinnurnar,
sum hava vunnið 14 út av 14 dystum í landskappingini og
somuleiðis vunnið allar dystirnar í steypakappingini
Liðskiparin
mynd: Eydbii myndir