fríggjadagur 24. august 2012síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 24. august 2012
6
ársins brak
Hvussu er Atli sum leikari?
Egil: Atli er ein sterkur leikari. Hann
er ikki lættur at flyta, og so er hann
eisini sterkur í luftini. Harafturat
liggur væl fyri hjá honum at stýra
liðnum, og eggja hinum leikarunum
til at gera sítt besta.
Hvussu er Egil sum leikari?
Atli: Egil hevur ótrúlig evni at
plasera seg og gott yvirlit. Hann hvíl
ur í sær sjálvum og tí ger hann ong
ar feilir. Í Frankaríki vóru meiri enn
50.000 áskoðarar, men heldur ikki tað
kundi sláa hann av kós.
Hvørjar eru styrkir hansara?
Egil: Atlasa størsta styrki eru talu
gávurnar. Vit kenna øll hansara
rámandi viðmerkingar í ymiskum
ítróttarsendingum. Á fótbóltsvøll
inum eru hansara størstu styrkir
luftspælið, nærdystir og tað at stýra
liðnum, serliga verjuni.
Atli: Egil er sterkur í luftspælinum,
hevur gott yvirlit, plaserar seg væl,
dugir væl at lesa spælið og er yvir
raskandi skjótur, sjálvt um hann er
vorðin 52-53 ár.
Hvørjar veikleikar hevur hann?
Egil: Talugávurnar eru í ávísum
førum eisini ein veikleiki. Eg vænti
at hann onkuntíð hevði ynskt at duga
betri at tagt. Men eitt skal hann eiga,
hann dugir væl at orða seg speiskliga
og beinrakið. Eg vænti eisini, at tað
eru fleiri við mær sum gleða seg
til fleiri stuttligar viðmerkingar frá
honum. Veikleikarnar á vøllinum ætli
eg ikki at fortelja honum her, tí teir
ætla vit at útnytta leygardagin.
Atli: Sum verjuleikari hevur hann
ongar veikleikar sum so. Eg vildi
kanska ynskt, at hann var meiri
aggressivur, men hann er ikki tann
typan og tað er ikki neyðugt hjá hon
um heldur. Men sum áleypari kundi
hann gott skorað fleiri mál.
Hvør er munurin á
tykkum sum leikarum?
Egil: Sum leikarar er munurin á
okkum helst ikki so stórur. Vit spæla
á sama plássi á vøllinum, og røkja
nøkulunda somu uppgávur.
Atli: Eg fylli kanska meiri í orðum á
vøllinum. Tekniskt haldi eg sjálvandi,
at eg eri betri fyri. Men meðan Egil er
liðspælari burtur av, so vil eg eisini, at
eg sjálvur skal spæla ein góðan dyst.
Tað er ikki so umráðandi hjá honum,
so leingi lið hansara vinnur.
Hvønn týdning
hevur Atli fyri Víking?
Egil: Atli hevur stóran týdning fyri
Víking. Hann er ein góður verjuleik
ari, og onkursvegna er tað hann sum
bindur liðið saman.
Hvønn týdning hevur
Egil fyri EB/Streym?
Atli: Tað eru ikki orð fyri tí. Egil er
Mr. EB/Streymur. Tá hann tosar, so
lurta øll og eg veit ikki um nakran,
sum kann siga nakað ringt um Egil.
Hvussu er at spæla saman?
Egil: Mær dámdi sera væl at spæla
saman við Atla. Hann tók ábyrgd, og
gjørdi altíð sítt besta. Hann hevur
eisini eitt smittandi árræði, sum er
týdningarmikið, tá man stendur fyri
einari stórari uppgávu.
Atli: Tað riggaði sera væl hjá okkum
á landsliðnum. Vit høvdu ongantíð
spælt saman áður, men tað var eingin
trupulleiki, tí Egil er so lættur at
spæla saman við. Tú følir teg góðan,
tá tú spælir saman við honum. Egil
kom eisini nógv for seint á lands
liðið, men tað er kanska tí, at hann
ongantíð hevur gjørt nakað burtur
úr sær sjálvum.
Hvussu er Atli uttanfyri vøllin?
Egil: Atli er ein behagiligur persónur.
Hann er sosialur, og lættur at tosa
við. Har er eingin pínilig tøgn.
Hvussu er Egil uttanfyri vøllin?
Atli: Hann er fantastiskur og hevur
ein fjálgan humor. Var Egil dani, so
var hann heilt sikkurt jyde. Hann er
stuttligur at vera saman við, og er
annars altíð góður í ráðum.
Rópar Atli líka nógv
á sum uttanfyri vøllin?
Egil: Atli rópar eisini á vøllinum,
men eg haldi ikki at hann rópar meira
enn so nógvir aðrir. Á vøllinum er
tað eisini meira góðtikið at man
rópar eitt sindur.
Hvussu leingi kann Egil
blíva við at spæla fótbólt?
Atli: Tað er upp til Egil sjálvan. Men
samanborið við meg, so er Egil ein
typa, sum altíð er væl fyri. Hann er
tó nakað dýrur í blómum fyri EB/
Streym, so ofta sum hann er givin
eftir hondini, men eg hopi ikki fyri
føroyskan fótbólt, at hann gevst enn,
tí hann er ein gentlemaður á vøll
inum, sum tað ikki eru nógvir eftir av
– ein leikari, sum eg síggi upp til.
Vinnur Atli steypafinaluna í ár?
Egil: Eg vænti ikki at Atli vinnur
steypafinaluna í ár, og tann stutta
frágreiðingin er, at hann er í tí skeiva
hópinum.
Vinnur Egil steypafinaluna í ár?
Atli: EB/Streymur er føroyska
steypaliðið fram um nakað annað. Nú
liggja teir nummar eitt, men annars
er tað fullkomiliga líkamikið, hvussu
teir klára seg í landskappingini, tí til
steypadystir raka teir altíð dagin. So
tað eru vit, sum skulu inn at skumpa
teir av trúnuni.
– Atli er fyrst og fremst ein sera góður verjuleikari og
ein undangongumaður. Hann hevur rutinu og leikarar
kunnu lena seg upp at honum. Atli fyllir nógv, dámar
væl at siga sína meining og hoyrist har hann er. Hann er
ein vánaligur tapari, men fittur, dámligur og væl lýddur
hóast alt. Og so er sinnalagið blivið betri við árunum
Niclas Niclasen um Atla Gregersen
– Egil á Bø er mest umráðandi spælarin hjá EB/Streymi seinastu
mongu árini. Hann er ein ómetaliga góður fótbóltsspælari, og
hevur eisini eina kula persónligheit. Egil er róligur, tekur tingini
sum tey koma og leypur ongantíð framav. Men hann er eisini
ein royndur harri, kunnu vit róliga siga, tí maðurin er ikki nakar
unglingi longur. Egil hevur tó eini 3-4 góð ár eftir á hægsta stigi
Marni Djurhuus um Egil á Bø
Tveir av sama slagi
Teir eru báðir liðformenn, miðverjarar, stórir og sterkir. Egil á Bø hjá EB/Streymi og Atli Gregersen hjá Víkingi hava báðir umboðað
Føroyar á hægsta altjóða stigi, og teir hava saman mannað miðverjuna á føroyska landsliðnum. Her lýsa liðformenninir hvønn annan
Tað eru rósandi orð, liðformenninir bera hvørjum
øðrum. Ein gentlemaður, sigur Atli um Egil,
meðan Egil sigur, at Atlasa áræði smittar
mynd: Heinesen myndir