Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-24, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2012síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 24. august 2012 8 ársins brak liðið víkingur 1 Geza Turi málverji 2 Petur Dalbø verjuleikari 3 Hanus Jacobsen verjuleikari 4 Atli Gregersen verjuleikari 5 Dánjal Pauli Lervig verjuleikari 7 Evrard Ble Miðvallarleikari 8 Fritleif í Lambanum Miðvallarleikari 9 Filip Djordjevic Áleypari 10 Sølvi Vatnhamar Miðvallarleikari 12 Bárður J. Hansen verjuleikari 13 Erling D. Jacobsen verjuleikari 14 Yoseph Bassene Áleypari 16 Hans Jørgen Djurhuus Miðvallarleikari 21 Kaj Leo í Bartalsstovu Áleypari 22 Ingi Sørensen Miðvallarleikari 23 Niclas Niclasen verjuleikari 25 Hjartvard Hansen Áleypari 88 Rógvi Ryggshamar málverji Ein stað­festing Føroya løgmaður hevur sjálvur vunnið løgmanssteypið fýra ferðir. – At vinna tað fyrstu ferð er fantastiskt, men tað er tað sanniliga eisini triðju og fjórðu ferð, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum heldur tað skal ein serlig styrki til steypakappingar – HB-liðið tá var ikki ólíkt EB/Streymi í dag á tann hátt, at vit høvdu sterkar steypa­ kappingartraditiónir. Tað sigur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, sum leygardagin fer at handa løgmanssteypið fyri fjórðu ferð. Tá hevur hann handað løgmanssteypið líka so ofta, sum hann sjálvur hevur tikið í móti tí. Umframt hetta hevur løgmaður eisini vunnið sonevndu Ísafjarðarsúluna, sum er gamla løgmanssteypið tvær ferðir, so til­ samans hevur løgmaður verið steypavinnari í Føroyum seks ferðir. Tí veit hann um nakar, hvat stendur upp á spæl, tá Víkingur og EB/ Streymur bresta saman leygardagin. Stórur spenningur – Tað er fyrst og fremst spenningur, ið tað snýr seg um, tí at spæla um løgmanssteypið er øgiliga stórt. Og at vinna løgmans­- steypið, tað er ein staðfesting av styrki. Tað skal ein heilt serliga psyka til at fara allan vegin. Og knallhart arbeiði. Leik­ arar skulu psykast upp og vera klárir, tí tú kanst ikki gera tað gott aftur í næsta dyst­