fríggjadagur 24. august 2012síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 24. august 2012
9
ársins brak
liðið EB/Streymur
1 Rene Tórgarð
Málverji
3 Árni G. Olsen
Verjuleikari
4 Gert Aage Hansen
Verjuleikari
5 Poul G. Olsen
Verjuleikari
6 Pætur Dam Jacobsen
Miðvallarleikari
7 Levi Hanssen
Miðvallarleikari
8 Egil á Bø
Verjuleikari
9 Arnar Dam
Áleypari
10 Sorin Anghel
Miðvallarleikari
11 Hans Pauli Samuelsen
Áleypari
12 Marni Djurhuus
Verjuleikari
14 Jónhard Frederiksberg
Verjuleikari
16 Pauli G. Hansen
Miðvallarleikari
17 Niels Pauli Danielsen
Miðvallarleikari
20 Jóhannes Hansen
Miðvallarleikari
22 Arnbjørn Hansen
Áleypari
23 Leif Niclasen
Áleypari
24 Jákup Andrias Hansen
Málverji
av styrki
inum. Landskappingin er øðrvísi, men í
steypakappingini ert tú úti ella inni, greiðir
Kaj Leo Holm Johannesen frá.
Líkamikið hvat av liðunum vinnur í
morgin, so hava flestu leikararnir roynt at
vunnið steypið áður og tikið í hondina hjá
løgmanni. Sjálvur náddi Kaj Leo at taka
lógvatak við tríggjar ymsar løgmenn, eftir
at hava vunnið finaluna: Jógvan Sundstein,
Marita Petersen, sála, og Anfinn Kallsberg.
Fylgir fótbóltinum
Kaj Leo hevur í yrki sínum sum løgmaður ov
mikið at síggja til. Men hevur eisini fingurin
á pulsinum, hvat fótbóltinum viðvíkur.
– Eg eri til allar heimadystirnar hjá HB,
og so onkrar útidystir eisini. Mínir tríggir
synir spæla eisini fótbólt, teimum fylgi eg
eisini og merkiligt nokk, so spæla allir við
HB, sigur Kaj Leo flennandi.
Løgmaður viðgongur eisini, at hann
innast inni helst hevði sæð HB í finaluni,
men hóast hetta gleðir hann seg ómetaliga
nógv til leygardagin.
– Tað er ein heiður at sleppa at handa
løgmanssteypið, og eg haldi, at tað er líka
spennandi hvørja ferð, líka mikið hvør
vinnur steypið. Tað er eisini stuttligt at vera
í teirri støðu, at eg nú handi steypið, sum eg
áður havi tikið ímóti.
Kaj Leo Holm Johannesen hevur
vunnið Ísafjarðarsúluna í 1984
og 1988, og løgmanssteypið í
1989, 1992, 1995 og 1998
Tað er ein heiður at sleppa at
handa løgmanssteypið. Tað er
líka spennandi hvørja ferð
Kaj Leo Holm Johannesen