Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 27. august 2012 · Nr. 99 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Hvønn dag skulu útvið 850 næmingar og starvsfólk á Før­oya Studenta- og HF- skeiði ferðast eftir Sana­ torii­vegi fyri at sleppa inn í skúlan. Men vegurin, sum bleiv gjørdur til Sanatoriið í 1908, er á ongan hátt egnaður til alla ta ferðsluna, sum ferð­ ast eftir vegnum í dag. - Bilar mugu slaka ferðina, tá teir møtast, næmingar og lærarar til gongu váða lív og mugu mangan leypa niðan ella oman av vegn­ um fyri ikki at verða yvir­ koyrd. Ferðslan her er undir alt lágmark, sigur Jóhan Bech Húsgarð, sum er limur í Næmingaráðnum, sum nú í lesarabrævi vís­ur á sína ónøgd við ferðslu­við­ urskiftini í Hoydølum. Hoydalar sum parkeringssona Næmingar og starvsfólk í skúla­num í Hoydølum halda til í hølum, sum vóru bygd til 300 næmingar, og sum í dag hýsa 751 næmingum og 100 starvsfólkum. Hetta letur seg gera við so­kall­að­ um fyribilsætlanum, með­ an bíðað verður eftir skúla­ depli­num í Marknagili. Einki hevur tó verið gjørt sein­astu árini fyri at bøta um ferðslu­ við­ur­skiftini, sum í áratíggju hava verið ein trupul­leiki. - Tað kann ikki vera rætt, at vit, sum hava okkara dag­ ligu gongd á landsins størsta arbeiðsplássi, ikki kunnu koyra til arbeiðis, tí at økið rundan um skúlan nú er blivið parkeringssona við eini 40-60 básum tilsamans, sig-ur Jóhan Bech Húsgarð og heldur fram: - Øll arbeiðspláss trygg­ ja starvsfólkunum park­ er­ings­pláss. Eitt er at tosa um, hvussu tætt vit sleppa at arbeiðsplássinum, tá tað liggur í býnum, men nú eru vegir­nir, sum liggja nær­ hendis skúlanum, eisini blivn­ir til parkeringssonur, greiðir Jóhan Bech Húsarð frá. Hann heldur, at landið hev­ur víst vegum og park­ er­ings­viðurskiftum í Hoy­ døl­um eina líkasælu, sum er undir alt lágmark. - Tey siga, at bussarnir eru ókeypis at brúka. Men líka­sælan ræður eisini við­ víkjandi smáu gøtunum, sum føra oman til skúlan. Vit sleppa als ikki oman eftir gøtu­num um veturin, tí tær eru sannar glíðibreytir, av tí at salt skaðar trøðini og tískil ikki verður nýtt. Ferðslan hóttir trygdina Javnan hevur verið frammi, hvussu vánaligu ferðslu­ viður­skiftini við skúlan ávirka brunatrygdina. Sana­ tori­i­veg­ur og park­er­ings­ viðurskiftini við skúlan eru alt annað enn optimal, um so var, at eldur kom í skúl­ an. Tað er ein trupulleiki, sum Kartni Jacobsen, brand­ meistari, er tilvitaður um. - Vit hava fleiri ferðir víst á, at tað kann verða rættiliga tru­pult hjá okkum at koma skjótt oman til skúlan, av tí at Sanatoriivegur er so smal­ur, og bilar ofta standa park­eraðir á vegnum oman til skúlan, sigur Kart­ni Jacobsen. Bilar, ið stan­da parkeraðir uttan fyri bás­ar­ nar, eru størsti trupul­leikin fyri sløkkiliðið. - Kemur eldur í, og vit skulu oman á skúlan við stóra bilinum, so er eingin ivi um, at bilarnir, sum standa fram við vegnum, seinka okkara arbeiði, av tí at vit verða noyddir at trýsta hesar bilarnar vekk av vegnum, so vit kunnu sleppa framvið, sigur Kartni Jacobsen. Hóast hann á ongan hátt heldur, at ferðsluviðurskiftini í Hoydølum eru í lagi í samband við brunatrygdina, vísur hann á, at tað er ein hjálp, at økið nú er parkeringssona. - Tað, at økið er blivið til parkeringssonu, ger vónandi, at færri bilar standa uttan fyri parkeringsbásarnar og frammi við Sanatoriiveg, so­lei­ð­is at vit kunnu koma skjót­ari oman á skúlan, um illa vil við verið til, og eldur kemur í skúlan, sigur Kartni Jacobsen. Arbeiðið stendur stilt Fyri fimm árum síðani var farið undir at bøta um ferðalu­viðurskiftini í Hoy­ døl­u­m. Ætlanin var, at gera ein veg tvørtur um fløtuna. Heini Eysturoy, sum er leiðari á deildini fyri infrakervi hjá Lands­verk, var við í hesi verk­ætlanini. - Mentamálaráðið, sum hev­ur ábyrgd av veg­n­um, vildi betra um parker­ing­ viðurskiftini og vegin oman til skúlan. Allir partar í verkætlanini, sum vóru eitt nú Mentamálaráðið, Tórs­ havnar Kommuna og Lands­ verk, vóru samdir um hesa ætlan­i­na, men knappliga vendi Tórshavnar Kommuna kós, og alt arbeiðið steðgaði, greið­ir Heini Eysturoy frá. Sam­bært honum var tað ein ser­lig áseting í byggi­sam­ tykt­ini, sum segði, at fløtan skuldi vera friðað, og Tórs­ havn­ar Kommuna var ikki sinnað at søkja um loyvi at sleppa at gera ein veg tvørtur um fløtuna. Arbeiðið at gera nýggj­ an veg og at betra um park­ erings­viðurskiftini hevur ligið stilt líka síðani. Og fyri tey, sum hava sína dag­ligu gongd á Skúlanum í Hoy­døl­ um, er støðan alt annað enn góð. - Hetta er reinur terror móti okkum. Fólk mugu sita vát til arbeiðis, tá tað regn­ ar, ella tey eru dottin í hálku, tí tey sleppa ikki teir tveir til fimm kilometrarnar til arbeiðis í bili, sigur Jóhan Bech Húsgarð frá Næm­inga­ ráð­num. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Tórs­ havn­ar Kommunu, áðrenn blað­ið fór til prentingar. Næmingar eru í øðini um Sanatoriivegin - Tað er ósklijandi, at einki verður gjørt við vegin, sum førir ferðslu til landsins størsta arbeiðspláss. Hetta er einki minni enn ferðsluterror. Tað sigur Jóhan Bech Húsgarð frá Næmingaráðnum í Hoydølum