mánadagur 27. august 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. august 2012 · Nr. 99
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bo Lidegaard, Politiken
Sum danska stýrisskipanin
er skrúvað saman, eru ikki
nógv øki, sum forsætis
ráðharrin hevur beinleiðis
ábyrgd av. Men ríkisfelags
skapurin er eitt undantak.
Tað er heldur ikki av tilvild.
Hóast tað í roynd og veru
ofta er uttanríkisráðið, sum
hevur dagliga samskiftið
við Føroyar og Grønland um
hendi, tá tað ræður um teirra
samband við umheimin, er
tað forsætismálaráðið, sum
hevur yvirskipaðu ábyrgdina
av ríkisfelagsskapinum og
fyri samstarvinum millum
einstøku partarnar í ríkinum.
Men hvussu ímyndar Helle
Thorning-Schmidt sær, at
ríkisfelagsskapurin fer at
mennast næstu árini?
Forsætisráðharrin tekur
ímóti á skrivstovu síni. Sam
røðan um ríkisfelagsskapin
hevur verið í álmanakka
num leingi, og hon hevur
havt tíð at hugsa gjølla um
tað, sum føroyski løgmað
urin og grønlendski lands
stýrisformaðurin hava sagt
í samrøðunum, sum Poli
tiken hevur borið seinastu
vikurnar.
»Ríkisfelagsskapurin
er
eindømi og nakað, vit skulu
vera sera fegin um – fegin
um tað, vit hava saman,
men eisini, hvussu vit hava
dagført og ment ríkisfelags
skapin seinastu 10-12 ár
ini. Har er nógv hent. Tað
vísir seg, at vit kunnu rúma
traditiónini,
men
avgjørt
eisini moderniseringini og
endurnýggjanini. Nakað, eg
havi varnast, er serliga, at
ríkisfelagsskapurin er nógv
meira enn ríkisveitingin. Tað
er mentanarligt, tað er vina
ligt, tað er familja, og tað er
nakað, ið er sera tætt«.
»Vónandi hava vit eisini
ein ríkisfelagsskap um 10 og
20 ár, sum er dagførdur, og
sum hevur verið fyri stórari
modernisering. Eg vóni, at vit
enn hava ríkisfelagsskapin, tí
tað er sanniliga serstakt, tað
vit hava saman, og tað skulu
vit varðveita«.
Sær tú fyri tær, at verandi
sjálvstýriskipan, sum er gald
andi í Føroyum og Grønland,
er seinasta fetið á teirra
sjálvræðisleið? Ella heldur tú,
at tann tilgongdin er longri
burtur, og at tað ber til at
menna
ríkisfelagsskapin
innan fyri karmarnar, sum
Grundlógin hevur sett?
»Tað stutta svarið er, at
tað eru grønlendarar og før
oyingar, sum gera av, hvat
næsta fetið er. Sum eg síggi
menningina seinastu 12 árini,
har Føroyar og Grønland
hava fingið sjálvstýri, og har
oyggjarnar spakuliga, men
stútt hava tikið málsøkið til
sín at umsita, er tann løg
frøðiliga støðan jú í lagi«.
»Tað eru nú Føroyar og
Grønland, sum taka avgerð
ina, hvørji málsøki, tey vilja
umsita. Tað er ein av fyri
mununum við hesari sjálv
stýrisskipanini, at danska
stjórnin skal ikki koma sær
uppí tað. Tað stýra grøn
lendska og føroyska fólka
ræðið fullkomiliga. Tá fesk
málsøkir taka seg upp, mugu
vit finna aðrar hættir at
samstarva og skapa nýggj
ar karmar fyri hesum sam
starvinum. Tað eru vit í
holt við nú við ráevni. Tann
møguleikan
hevur
ríkis
felagsskapurin eisini«.
Menning av
egnari ábyrgd
Ein serlig avtala er galdandi
fyri ráevnaøkið. Eitt tað síðs
ta, sum Poul Schulter framdi
sum forsætisráðharri, var
at geva føroyingum rættin
til ráevnini í undirgrundini.
Tað var í 1992. Ein samsvar
andi viðtøka var sett í gildi
í Grønlandi við sjálvstýris
kipanini í 2009. Tað merkir,
at møguligar inntøkur frá
ráevnunum í undirgrund
ini eftir fyrstu 75 millión
ir krónurnar árliga verða
býttar javnstórt, so Grøn
land
fær
helmingin,
og
Danmark fær hin helm
ingin, sum mótroknar tað í
ríkisveitingini. Tað verður
galdandi til ríkisveitingin
er burtur. Stóri spurning
urin er, hvat hendir tá. Í
sjálvstýrisavtaluni stendur
einans, at partarnir skulu
samráðast, um tað hendir.
Bæði tann føroyski løgmað
urin og grønlendski lands
stýrisformaðurin hava vi
sjónir fyri ríkisfelagsskapin
í framtíðini. Báðir mæla
rundan um orðini sjálvstýri,
suverenitet og limaskap í ST.
Men samstundis brúka teir
orðingar um eitt serstakt
stjórnarskipanarlag ella ein
felagsskap, sum ikki hevur
sama skap, sum nakað vit
kenna frammanundan, men
sum vit menna í felag.
»Eg haldi, at løgfrøðiligu
karmarnir í ríkisfelagsskapi
num geva so tórar møguleik
ar fyri at menna egna ábyrgd
innan fyri sjálvstýri, at tørv
ur er ikki á nýggjum. Vit
høvdu eina stóra og víðfevn
da kommissión, sum skipaði
viðurskiftini í Grønlandi.
Vit hava víst á øll økini, og
vit hava havt eina tilgongd,
har tað tíbetur stendur før
oyingum og grønlendingum
í boði at gera av, hvat skal
henda í framtíðini. Soleiðis
skal tað vera«.
»Eru tað so um 10 ella 20
ár eitt ynski um at tosa um
sjálvstøðug ríki, so mugu vit
fyrihalda okkum til ta kjakið.
Um Grønland og Føroyar vil
ja vera sjálvstøðug lond, so er
avgerðin teirra. Men tá eg lesi
samrøðurnar, tú hevur gjørt
um hetta málið, er tað ikki
tað, eg lesi. Eg haldi, at Grøn
land og Føroyar vilja heldur
menna seg alt tað, tey kunna,
innan fyri sjálvstýrið. Tað
eru jú risastórar uppgávur,
sum tey átaka sær. Eg síggi
tveir pragmatiskar leiðarar,
sum innarliga vilja gera sítt
besta fyri teirra land og taka
málsøkini heim«.
Teir tosa eisini um hesa
visjónina millum sjálvsræði
og ríkisfelagsskap. Ein ríkis
felagsskap, sum er meira víð
fevndur enn tann, vit hava
nú, men sum kortini ikki er
fult sjálvstýri – okkurt sjálv
stýri, sum trívist í einum
felagsskapi við javnsettum
londum.
»Eg síggi ikki Danmark
sum part av einum samveldi
ella nøkrum, sum minnir
um tað. Vit hava ein sterkan
ríkisfelagsskap við støði í
grundlógini. Tað er torført
hjá mær at siga, hvat tekur
seg upp um 20 ár«.
Ríkisfelagsskapurin
í heiminum
Hvat hevur ríkisfelagsskap
urin at týða fyri Danmark
úti í heimi? Hvat hevur tað
at týða fyri okkara viður
skifti í ES, til USA og hini
stórveldini?
»Ríkisfelagsskapurin
ger okkum øll eitt sindur
størri, enn vit annars høvdu
verið. Tað gagnar okkum
øllum. Danmark er eisini
nakað fyri seg, tí vit hava
ein uttanríkispolitikk, um
framt tað artiska, sum gevur
okkum eitt umdømi í heimi
num, og sum vísir, at vit eru
eitt land, ið tekur ábyrgd.
Tað er eingin ivi um, at
ríkisfelagsskapurin ger okk
um øll eitt sindur størri og
sterkari í heiminum«.
Hvat er tað mest umráð
andi? Hvar kemur áhugin frá
samstarvsfeløgunum?
Tað
áhugaverda við tí artiska
er, at tað hevur týdning fyri
mest sum øll í heiminum,
sama um tað er Korea, Kina
ella USA. ES hevur sýnt ser
ligan áhuga, sum Kuupik
Kleist eisini vísti á.
»Ja, Grønland hevur tikið
samstarvið upp við ES, har
vit eru við at menna kar
»Ríkisfelags
skapurin ger
okkum størri
og sterkari«
RÍKISFELAGSSKAPURIN Tað eru Føroyar og Grønland, sum gera av, um tey skulu verða sjálvstøðug,
sigur forsætisráðharrin Helle Thorning-Schmidt. Hon heldur kortini, at sjálvstýrismyndugleikarnir
vilja heldur menna seg innan fyri karmarnar, sum ríkisfelagsskapurin hevur sett