Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 27. august 2012 · Nr. 99 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 mar­nar fyri einum nýggjum sam­starvi við Grønland um rá­evn­ini. Danska stjórnin og eg eru fegin um, at Grøn­ land hevur valt ES sum sam­starvs­felaga í hesum máli­num. Men sum vit sjálvi hava havt í nógv ár, kann tú bæði hava sterk áhugamál í Evropa og hava sterk norður­ atlan­tisk áhugamál, og ein sterk­an felagsskap við USA«. Bæði Johannesen og Kuu­ pik Kleist tala fyri sam­band­i­ num millum Danmark og ES. Somuleiðis um evruna. »Tað er áhugavert, at teir siga púra greitt, at tað er ein fyrimunur, at vit eru við í tí evropeiska. Tað eru eisini dømi um, at tað hevur ver­ ið gagnligt fyri Føroyar og Grønland, at Danmark hev­ ur ávirkan á evropeiska sam­ starvið. Ráevnini »Tað sama er galdandi á rá­ evnis­økinum. Tað er onkur sum heldur, at vit hava ikki kent okkara vitjunartíð har, og at vit skuldu verið meira við í tí. Men grønlendingar hava sjálvir gjørt av, at tey hava ábyrgdina av has­um. Tað merkir eisini, at Dan­ mark kann ikki frá degi til dags ráðgeva, hvussu tað skal verða. Vit hjálpa fegin við tí, vit kunnu, men vit skulu eisini virða avtalurnar, vit gera, og ta lóggávuna, sum er galdandi. Tá grønlendingar tóku undirgrundina heim, bleiv undirgrundin teirra ábyrgd«. Er grundarlag fyri at styrk­ja samstarvið við grøn­ lendska sjálvstýrið á hesum øki­num? »Tað eru øki, har ráevnini hava týdning fyri okkara verju­poli­tikk. Um tað hendir, skal Danmark eisini verður part­ur av avgerðunum. Tá hevði eisini verið skilagott við nýggj­um samstarvi, og somu­leið­is, at vit hittast javn­an at tosa um tað. Sjálvstýrisskipanin gevur eisi­ni tann møguleikan at finna aðrar hættir at sam­ starva«. Kuupik Kleist bar fram, at stóra avbjóðingin hjá Grønlandi er at fara sam­ an um møguligar íløgur í rávørumenningina. Tað er lívsneyðugt fyri grøn­lends­ka sjálvstýrið, at rá­vøru­menn­ ingin skapar arbeiðspláss og sosialan framburð fyri grøn­ lendsku borgararnar. Heldur tú, at Danmark fer at hava virkn­an lut sum stuðul í hesi strem­banini? »Bara, um tað verður heitt á okkum. Vit eru til reiðar, um tað verður heitt á okkum at vera við. Tað er eisini í ávis­um førum, at skráirnar hjá okkum eru líkar, har vit skulu samstarva. Uppi­halds­ loyvi er eitt dømi. Grønland hev­ur ábyrgdina av sjálvum rá­evnis­økinum, men vit geva fegin okkara íkast, um grønlendarar vilja tað«. Ímyndar tú tær, at Dan­ mark sum liður í slíkum sam­ starvi fer beinleiðis og spælir ein virknan búskaparligan leik­lut? »Nei. Eg hefti meg við, at landsstýrisformaðurin er sera greiður, tá hann tosar um altjóðagerðina og fríu mark­nað­arkreftirnar«. Ger tú tað eisini í hesum høpinum? »Ja, avgjørt. Og eg haldi, at tann sum bjóðar og kann lata allan pakkan, ið grøn­lend­ ingar meta sum tann rætta, skal hava møgu­leik­an at fara und­ir arbeiðið. Eg kann ikki ímynda mær, at vit fara upp í eina verkætlan, sum ikki er á fullkomnum handils­ treytum, og tað hava vit ikki møgu­leikan fyri júst nú«. Eru taktiskir faktorar í hesum sambandi? »Í mun til tað, vit kunnu fáa burturúr, er tað lætt. Tað skal sjálvandi vera tann fyritøkan, sum hevur bes­ta tilboðið, ið skal seta ferð á námsvinnuna. Eg eri sann­førd um, at grøn­lend­ ingar vita fullvæl, hvat teir skulu taka støðu til. Teir eru noydd­ir at seta treytir. Um tað er eitthvørt, vit kunnu hjálpa við, gera vit tað fegin. Men tað eru grønlendingar, sum skulu heita á okkum, um tað er«. Bæði Kuupik Kleist og ES-kommissjónin eru greitt á einum máli viðvíkjandi, at spurningurin um, hvør í grundini hevur ræðið á hesum strategisku rá­evnu­ num er ikki uttan týdning og er ikki einsamalt treytað av mark­naðinum… »Eg styðji meg at Kuu­pik Kleist, sum sigur, at hann hevur alit á altjóða kapp­ ing­ini, og hann hevur álit á handilsfrælsi. Van­lig náms­ vinna nemir ikki neyð­tur­ viliga okkara strategisku áhuga­mál, sama hvør fer und­ir hetta. Tað er ikki, tí eg fari lætt um hetta málið. Tað kann væl vera, at tað fer at nerta við okkara áhugamál«. Ger tað nakran mun fyri teg, at tað er ein privat ella ein almenn fyritøka? »Eg vil ikki siga nakað um tilhugsaðar spurningar. Eg síggi kortini fram til ríkis­ fund­in at vita, hvat Grønland held­ur um komandi náms­ verk­æt­lanina, og hvønn týdn­ing hetta kann hava á grøn­lendska samfelagið. Bæði fyrimunirnar, og hvørj­ ar avbjóðingar fara at stinga seg upp«. Uni Holm Johannesen týddi Bo Lidegaard Blaðstjóri á Politiken, føddur 23. januar í 1958 í Nuuk, har pápi hansara var prestur. Hann er søgufrøðingur, dr. phil. Bo Lidegaard hevur verið skrivstovustjóri og sendimaður í Forsætis­mála­ráð­num og varav 26. apríl í 2001 útnevndur til ábyrgd­ar­blaðstjóra á Politiken eftir at Tøger Seidenfaden doyði. Bo Lidegaard er sonur Mads Lidegaard og Else Lidegaard, sum er journalistur og rithøvundur – hon hevur skrivað nógv um William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen, eitt nú bókina við brævaskifti teirra, sum kom út í fjør. Hann er beiggi Martin Lidegaard, sum er klima- og orkumálaráðharri fyri Radikala Vinstraflokkin í Danmark. Studentur í 1976 á Gentofte Statsskole. cand.phil í søgu frá Københavns Universitet í 1984. Í 1997 bleiv hann dr. phil upp á ein disputats um Henrik Kauffmann. Umframt arbeiði sum høvdundur hevur hann eisini starvast í Uttanríkisráðnum. Bo Lidegaard hevur – við uppvøkstri sínum í Grønlandi – stóran áhuga í Ríkisfelagsskapinum millum Føroyar, Grønland og Danmark, sum hann heldur hevur alt ov lítlan áhuga og fær alt ov lítla umrøðu í Danmark.