mánadagur 27. august 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. august 2012 · Nr. 99
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein kanning um leka
og valdsmisnýtslu
Í morgin byrjar kanningin, sum eftir ætlanini skal stað
festa, hvør lat fjølmiðlunum upplýsingar um privatu
skattaviðurskiftini hjá Helle Thorning-Schmidt og manni
hennara, Stephen Kinnock. Harafturat skal kanningin
greiða, um leiðandi fólk í skattamálaráðnum misbrúktu
teirra vald í sambandi við málið
Árni Joensen
Í juni í 2010 visti blaðið B.T. at
siga, at maður Helle Thor
ning-Schmidt, Stephen Kin
nock, rindaði ikki skatt í
Danmark, hóast hann var
heima hvørt vikuskiftið og
hvørja feriu. Ein mánað
seinni skrivaði sama blað, at
sosialdemokratiski floksfor
maðurin hevði givið skatta
myndugleikunum skiftandi
upplýsingar um, hvussu nógv
maðurin var í Danmark.
Hálvan annan mánað seinni
fríkendi Skat í Keypmanna
havn Helle Thorning-Schmidt
fyri skattafusk.
Men hvør hevði givið B.T.
upplýsingar um tey privatu
skattaviðurskiftini hjá hjún
unum? Tað er annar spurn
ingurin, sum tann serliga
kanningarnevndin, sum bleiv
sett í fjør, skal greina teir
næstu sjey mánaðirnar.
Hin spurningurin, sum
nevndin skal fáa greiði á, er,
um leiðandi fólk í skatta
málaráðnum
royndu
at
ávirka skattamyndugleikar
nar í Keypmannahavn, tá teir
skuldu taka støðu til skatta
viðurskiftini hjá sosialdemo
kratiska floksformanninum
og manni hennara.
Eitt avgerandi skjal í sam
bandi við hendan spurningin
er ein frágreiðing, sum skatta
stjórin í Keypmannahavn,
Erling Andersen, skrivaði
nýggja skattamálaráðharra
num, Thor Möger Pedersen. Í
frágreiðingini helt Erling
Andersen uppá, at táverandi
skattamálaráðharrin, Troels
Lund Poulsen, royndi at
ávirka avgerðina hjá Skat í
málinum um Helle Thorning-
Schmidt og Stephen Kinnock.
Hetta er ein sera álvarssom
skuldseting, og hon fekk alt
fyri eitt ta avleiðing, at Troels
Lund Poulsen bað um far
loyvi
frá
Fólkatinginum.
Tann seinasta skuldsetingin
í móti Troels Lund Poulsen
kom í B.T. í dag, tá blaðið vildi
vera við, at Troels Lund
Poulsen vildi hava Erling
Andersen koyrdan frá orsak
að av avgerð hansara í máli
num.
Ymisk viðurskifti benda
eisini á, at flokkurin Vinstri
hevði meiri við skattamálið
at gera, enn gott er. Eitt nú
skal okkurt skjal í málinum
stava frá tíðindatænastuni
hjá Vinstra.
Ivi um avleiðingar
Serfrøðingar eru varnir við
at úttala seg um, hvat kann
koma burtur úr kanningini,
og hvussu umfatandi avleið
ingar hon kann fáa. Ser
frøðingarnir eru tó á einum
máli um, at tann avgerandi
spurningurin er, um táver
andi skattamálaráðharrin og
leiðslan í Vinstra løgdu seg
meiri út í málið, enn gott er.
– Tann størsta avleiðingin
kann vera, at málið ger enda
á politiska lívinum hjá Troels
Lund Poulsen og Lars Løkke
Rasmussen og broytir tað
politiska landslagið fullkomi
liga, eins og Tamilmálið
gjørdi á sinni, heldur Roger
Buch, sum er lektari í stat
svísindi á danska journa
listháskúlanum. Hann leggur
tó afturat, at hetta hendir
bara, um teir báðir hava
viðvirkað til ella verið vitandi
um ein leka ella eina roynd at
ávirka avgerðina hjá Skat.
Men tað kann eisini vera nóg
mikið, at teir hava hoyrt um
tað og einki gjørt fyri at
kanna tað, sigur Roger Buch.
Løgfrøðiprofessarin Eva
Smith heldur ikki, at skatta
málið hjá Helle Thorning-
Schmidt og Stephen Kinnock
kann samanberast við Tamil
málið.
– Tað er avgjørt ikki gott,
at upplýsingar leka út frá
Skat, og at tað verður brúkt
politiskt. Men tað er torført
at siga, hvussu álvarssamt
hetta er. Tað veldst um, hvat
kanningarnevndin
kemur
fram til, sigur Eva Smith við
B.T.
Kanningarnevndin, sum í
morgin fer undir sítt arbeiði,
hevur ikki dømandi myndug
leika. Hon skal kanna gongd
ina í málinum, men ikki døma
nakran.
Lars Løkke Rasmussen. Hvussu nógv visti hann
sum forsætisráðharri og sum formaður í Vinstra
um skattamálið hjá andstøðuleiðaranum og
manni hennara?
Troels Lund Poulsen. Royndi hann sum skatta
málaráðharri at ávirka avgerðina í skatta
málinum hjá Helle Thorning-Schmidt og
Stephen Kinnock?
(Mynd: Polfoto)
Gongdin Í skattamálinum
2010
Tann 23. juni í 2010 skrivar
blaðið B.T., at maður sosi
aldemokratiska
floksfor
mannin Helle Thorning-
Schmidt, Stephen Kinnock,
rindar ikki skatt í Danmark.
Blaðið vísir á, at maðurin
arbeiðir
sum
bretskur
diplomatur í Sveis og rindar
skatt har, men at hann er í
Danmark næstan hvørt
vikuskifti, og tá hann hevur
feriu. Fleiri skattaserfrøð
ingar koma til ta niðurstøðu,
at Stephen Kinnock eigur
at rinda skatt í Danmark.
Nakrar dagar seinni fær
Skat í Keypmannahavn
áheitan frá skattamálaráð
num um at biðja Stephen
Kinnock um eina frágreið
ing út frá tí, sum hevur
verið frammi í fjølmiðlun
um.
Ein mánað seinni, tann
29. juli, skrivar B.T., at Helle
Thorning-Schmidt hevur
givið Skat skiftandi upp
lýsingar um, hvussu ofta
maður hennara er í Dan
mark. Thorning, sum held
ur summarfrí uttanlands,
brýtur frítíðina av dagin
eftir, og við fjølmiðlarnar
sigur hon, at hon hevur ikki
verið nóg nærløgd, men at
hon ikki hevur roynt at
snýta.
1. september:
Á einum fundi letur aðal
stjórin í skattamálaráðnum,
Peter Loft, umboðum fyri
Skat eitt notat, sum kemur
til ta niðurstøðu, at Stephen
Kinnock eftir øllum at døma
er skattskyldugur í Dan
mark. Seinni upplýsir Loft,
at hetta notatið møguliga
stavaði frá tíðindatænastu
ni hjá flokkinum Vinstra.
13. september:
Skat í Keypmannahavn
hevur tikið avgerð um
skattskylduna hjá Stephen
Kinnock, og á einum fundi
verður Peter Loft kunnaður
um úrslitið. Hann leggur
fram
eitt
uppskot
eitt
ískoyti, sum hann vil hava
við í avgerðina.
16. september:
Skatt fríkennir Helle Thor
ning-Schmidt og Stephen
Kinnock fyri ákærur um
skattafusk. Stjórin á Skat í
Keypmannahavn,
Erling
Andersen, fær at vita, at
skattamálaráðharrin Troels
Lund Poulsen, spunamaður
hansara Peter Arnfeldt og
Peter Loft, aðalstjóri, finn
ast at avgerðini. Hetta av
sannar Peter Loft.
17. september:
Helle Thorning-Schmidt al
mannakunnger tvær reglur
úr niðurstøðuni hjá Skat.
Hin partin av teirri níggju
síður longu niðurstøðuni
vil hon ikki almannakunn
gera við teirri umbering, at
har eru privatir upplýsingar
í.
20. september:
Sambært Skat-stjóranum,
Erling Andersen, fær hann
at vita úr skattamálaráð
num, at Troels Lund Poul
sen,
skattamálaráðharri,
hevur roynt at fáa av
gerðina um skattamálið hjá
Helle Thorning-Schmidt og
Stephen Kinnock broytta,
men at aðalstjórin, Petr
Loft, forðaði fyri hesum.
2011
15. september
er fólkatingsval, og Sosi
aldemokratarnir, SF og Radi
kala Vinstra skipa stjórn
við Helle Thorning-Schmidt
sum forsætisráðharra.
10-11. november:
Politiken avdúkar, at Peter
Loft, aðalstjóri, hevur havt
fimm fundir við Skat í Keyp
mannahavn um skattamál
ið, og at aðalstjórin vildi
hava eitt serligt brot sett
inn í avgerðina hjá Skat.
14. november:
Tann nýggi skattamálaráð
harrin, Thor Möger Peder
sen, krevur, at bæði Peter
Loft, aðalstjóri, og stjórin á
Skat í Keypmannahavn,
Erling Andersen, koma við
hvør sínari frágreiðing um
gongdina í skattamálinum
hjá forsætisráðharranum
og manni hennara.
2. december:
Skattamálaráðharrin
al
mannakunnger báðar frá
greiðingarnar, og har sæst
millum annað, at Erling
Andersen heldur uppá, at
fráfarni
skattamálaráð
harrin, Troels Lund Poul
sen, royndi at ávirka av
gerðina í skattamálinum.
Eftir tilmæli frá nýggja
ráðharranum ger stjórnin
av at seta eina kanning
arnevnd at greina málið.
Peter Loft verður loystur úr
starvi.
4. desember
skrivar
Ekstrablaðið,
at
Peter Arnfeldt, fyrrverandi
spunamaður
hjá
Troels
Lund Poulsen, vendi sær
til blaðið um heystið í
2010 og segði seg vera til
reiðar at avdúka partar av
teirri loyniligu avgerðini
í skattamálinum. Troels
Lund
Poulsen
kunnger,
at hann fer í farloyvi frá
Fólkatinginum.
5. december:
Undir valstríðnum veitti
Lars
Løkke
Rasmussen
trygd fyri, at eingin í Vinstra
hevði viðvirkað til at lata
B.T. loyniligar upplýsingar
um skattamálið. Hetta vil
hann ikki endurtaka nú.
Ístaðin fyri sigur hann, at
hann hevur onga orsøk til
at halda, at fólk, ið standa
Vinstra nær, hava brotið
revsilógina.
21. december:
Morten Bødskov, løgmála
ráðharri, hevur orðað upp
skot til arbeiðssetning hjá
kanningarnevndini.
2012
25. juni:
Kanningarnevndin almanna
kunnger nøvnini á 43 vitn
um, sum hon skal avhoyra.
Millum vitnini eru Lars
Løkke Rasmussen, fyrr
verandi forsætisráðharri,
og fyrrverandi skattamála
ráðharrarnir Troels Lund
Poulsen og Peter Christen
sen.
Í morgin byrja avhoyr
ingarnar. Nevndin hevur
ásett 26 fundardagar hetta
til tann 6. mars næsta ár.
Helle Thorning-Schmidt og Stephen Kinnock. Nú skal
kannast, hvør lat fjølmiðlunum upplýsingar um teirra privatu
skattaviðurskifti, og um hon sum andstøðuleiðari var offur
fyri valdsmisnýtslu
(Mynd: Politiken)