mánadagur 27. august 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 27. august 2012 · Nr. 99
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fyrsti maður á
mánanum deyður
Amerikanski rúmdarmaðurin Neil Armstrong, ið var fyrsti maður, ið setti fótin á mánan, doyði um vikuskiftið
Árni Joensen
Neil Armstrong doyði av
trupulleikum, sum hann fekk
aftan á eina hjartaskurðvið
gerð fyri trimum vikum síð
ani. Hann var 82 ára gamal.
Neil Armstrong skrivaði
sítt navn í heimssøguna tann
20. juli í 1969, tá hann sum tað
fyrsta menniskja setti fótin á
mánan. Í hálvan triðja tíma
gjørdu hann og felagin Edwin
Aldrin ymsar kanningar á
mánanum, meðan tann triði
maðurin á ferðini við Apollo
11, Michael Collins, fleyg uppi
yvir
teimum
í
farinum
Columbia.
Tað sigst, at 500 milliónir
fólk sótu og bíðaðu, summi
við sjónvarpstólið, onnur við
útvarpstólið, tá tey hoyrdu
Armstrong kalla á Nasa-
støðina í Houston og siga tey
kendu orðini "Houston, Tran
quility Base here. The Eagle
has landed".
Ikki minni kend eru orðini
"That's one small step for
man, one giant leap for
mankind", ið hann segði, tá
hann var komin úr stiganum
og hevði sett fótin niður á
mánan.
Spenningurin var eisini
stórur, tá Armstrong og
Aldrin skuldu fara upp frá
aftur, og um tað mundi fara
at eydnast at knýta lend
ingarfarið at móðurfarinum.
Men alt gekk sum ætlað, og
tann 24. juli komu teir tríggir
sveimandi í fallskíggja niður
á sjógvin nærhendis Hawaii
oyggjunum.
Tvær rúmdarferðir
Neil Alden Armstrong var
føddur í býnum Wapakoneta í
statinum Ohio tann 5. august
í 1930. Longu sum 15 ára
gamal lærdi hann at flúgva,
og tann dagin hann fylti 16,
fekk prógv sum flogskipari.
Hann gjørdi hertænastu og
var millum annað í krígnum
í Korea í fimmtiárunum.
Seinni gjørdist hann roynd
arflogskipari hjá amerikan
ska flogvápninum, og hann
fleyg ikki færri enn 900
royndarferðir. Í 1962 kom
hann upp í tað serliga rúmd
armannaliðið hjá rúmdar
umsitingini Nasa, og í 1966
var hann á síni fyrstu ferð úti
í rúmdini við Gemini 8. Hetta
var samstundis tann fyrsta
ferðin, at amerikanarar bun
du tvey rúmdarfør saman.
Tá Nasa gjørdi av at seta
fólk á mánan, fall tað Neil
Armstrong í lut at standa
fyri ferðini, sum hann full
førdi í juli í 1969 saman við
Edwin
(Buzz)
Aldrin
og
Michael Collins.
Neil Armstrong gavst hjá
Nasa tvey ár aftan á mán
aferðina. Hann var útbúgvin
verkfrøðingur og arbeiddi í
mong ár sum professari í
verkfrøðivísindi.
Av tilvild
Sum rímiligt er, bleiv Arm
strong ofta spurdur seinni
um tað at hava verið tann
fyrsti, ið hevði verið á
mánanum, men hann gjørdi
ikki nógv burtur úr sínum
leikluti.
– Eg bleiv ikki útvaldur til
at verða tann fyrsti, men tað
vildi so til, at eg kom at
standa á odda fyri júst hasari
rúmdarferðini. Tað vóru ytri
umstøður, sum gjørdu, at eg
fekk handan leiklutin, segði
hann í einari samrøðu, tá
hann fylti 80 fyri tveimum
árum síðani.
Armstrong
varð
fleiri
ferðir heiðraður fyri sítt av
rik. Aftan á ta søguligu ferð
ina heiðraði Richard Nixon,
forseti, teir tríggjar Apollo
11-menninar við the Pre
sidential Medal of Freedom, í
1978 heiðraði táverandi for
setin Jimmy Carter teir
tríggjar við the Congressional
Space Medal of Honor, og í
2009 vórðu teir heiðraðir við
the
Congressional
Gold
Medal.
Barack Obama, forseti,
brúkti eisini óvanliga stór
orð, tá deyðsboðini av Neil
Armstrong bórust um viku
skiftið. Hann segði, at tann
fyrsti maðurin á mánanum
hevði eggjað einari heilari
tjóð til at toyggja seg upp
ímóti stjørnunum.
– Neil var millum tær
størstu amerikonsku hetjur
nar, ikki bara í okkara tíð,
men nakrantíð, segði Obama
í einari fráboðan leygardag
in.
Send honum eitt blunk
Vit onnur kunnu eisini heiðra
Neil Armstrong. Í hvussu er
hava vit fingið eini ráð frá
hansara avvarandi:
-Til teirra, sum vilja sleppa
at heiðra Neil, hava vit eitt
einfalt ynski. Næstu ferð tú
fert út fyri dyr eitt stjørnu
klárt kvøld, og mánin stendur
á himmalinum og brosar
niður til tín, kanst tú hugsa
um Neil Armstrong og blun
ka til hansara.
Tann søguliga løtan.
Neil Armstrong setir
fótin niður á mánan
(Mynd: Nasa)
Fótasporini vóru týðilig
á mánaskorpuni
(Mynd Nasa)
Manningin á Apollo 11: Frammanfyri mánamenninir Neil Armstrong og Edwin (Buzz) Aldrin. Aftanfyri Michael Collins
(Mynd: Nasa)