mánadagur 27. august 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. august 2012 · Nr. 99
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pauli Ellefsen var ríkisgóðkendur
grannskoðari og politikari árini 1974 -
1990. Politiska tindin rakk hann, tá ið
hann 1981-1985 var løgmaður og stóð
á odda fyri borgarligu samgonguni.
Pauli Ellefsen var miðvingur. For
eldrini vóru Joen Elias Ellefsen, sum
var keypmaður, og Sofía fødd Høj
gaard og ættað úr Rituvík. Tey fingu
átta børn, og Pauli er elstur. Hini syst
kini eru Petur, Ása, Svend Aage, Jens
Eli, Jana, Eydna og Jóna.
Pauli var fiskimaður, lærdi til
fjarritara og sigldi úti, áðrenn hann
búsettist í Keypmannahavn. Hann
arbeiddi
sum
grannskoðari
hjá
revisiónsfelagnum
C.
Jespersen,
meðan hann las HD í grannskoðan á
handilsháskúlanum. Í 1969 varð hann
ríkisgóðkendur grannskoðari. Fyrst í
sjeytiárunum flutti hann til Føroya.
Eitt skifti hevði hann saman Jógvani
Sundstein grannskoðaravirkið Sund
stein & Ellefsen. Eftir at teir vóru far
nir hvør til sítt, hevur Pauli staðið á
odda
fyri
Grannskoðaravirkinum
Pauli Ellefsen, KPMG og saman við
øðrum SPEKT. Hann seldi sín part
fyri nøkrum árum síðani.
Pauli gjørdist sum eitt skot ein av
teimum fremstu á politiska pallinum.
Undan valinum í 1974 var hann við
heilt nógvum og stuttum greinum,
ið vóru eyðkendar av løttum máli
og stíli og beinraknum og einføldum
boðskapum, ógvuliga markantur í val
stríðnum.
Sambandsflokkurin
hevði
á
valinum í 1970 fingið eitt umboð í
Suðurstreymi. Tað var Trygvi Samuel
sen, sum varð valdur til floksformann,
eftir at Johan Poulsen ikki lat seg
stilla uppaftur í 1970. Á valinum í 1974
fekk Sambandsflokkurin í Suður
streymi aftur eitt umboð. Men hesa
ferð var tað Pauli Ellefsen. Formað
urin var fallin, og hóast Pauli í stíli
ikki var heilt soleiðis, sum hinir ting
menninir, sum tá umboðaðu Sam
bandsflokkin, vóru, so varð Pauli
Ellefsen beinanvegin, sum hann var
komin í tingið, valdur til formann í
Sambandsflokkinum. Henda sessin
røkti hann inntil í 1990, tá ið hann ikki
stillaði uppaftur.
Eftir valið í 1974 var Sambands
flokkurin í andstøðu. Breið samgonga
millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldis
flokkin og Fólkaflokkin varð skipað.
Hon helt inntil val varð útskrivað
í ótíð í 1980. Pauli Ellefsen var sera
markantur andstøðuleiðari, og á val
unum, sum vóru aftaná, var Sam
bandsflokkurin stórur. Prosenttalið
fór frá 19,1 í 1974 og til 26,3 í 1978 og 23,9
í 1980. Á báðum hesum valunum var
Sambandsflokkurin størsti flokkur.
Samstundis vaks undirtøkan á
folkatingsvalunum ógvuliga nógv.
Pauli varð valdur í fólkatingið 1. mars
í 1977. Tvey ár frammanundan hevði
flokkurin fingið 23,2 prosent av at
kvøðunum. Í 1977 var undirtøkan 31,7
prosent! Pauli sat í fólkatinginum frá
1977 til 1990 við undantaki av tíðar
skeiðnum 1981-1985, tá hann var løg
maður, og so stutta valskeiði 1987-1988,
tá hann ikki varð valdur.
Eftir valið í 1980 skipaðu Sam
bandsflokkurin, Fólkaflokkurin og
Sjálvstýrisflokkurin samgongu.
Pauli varð valdur til løgmann 5.
januar í 1981, og hann sat í løgmans
sessinum til 10. januar í 1985.
Pauli hevði góðan politiskan penn,
og hann dugdi væl at røða. Framvegis
verður tikið til, tá ið hann í 1. mai dags
røðu tosaði um støddina og býtið av
samfelagslagkøkuni.
Pauli var giftur Henni, fødd Ras
mussen.
Henni og Pauli fingu fýra børn:
Jógvan (1964), Árni (1966), Ann (1972)
og Gunn (1975). Árni býr í Havnini, og
hini búgva í Hoyvík.
Pauli Ellefsen fer til gravar úr Hoy
víkar kirkju mikudagin klokkan 14.
Nøvn
Pauli Ellefsen farin
Fríggjadagin bórust deyðsboðini av Paula Ellefsen, fyrrverandi
løgmanni. Hann doyði eftir stutta sjúkralegu, 76 ára gamal
Pauli Ellefsen var løgmaður frá 5. januar 1981 til 10. januar 1985
Hjørleif Niclasen,
fysioterapeutur, hevur
tann 17. august 2012
lokið prógv í “Master in
Fitness and Exercise”
(MFT) við Syddansk
Universitet í Odense.
Masterprojektið bar heitið
“Compliance in Primary
Care”. Hjørleif starvast
sum fysioterapeutur og
fitnessvenjari á Havnar
Fysioterapi.
8. august 2012 tók Sigrun Jónsveinsdóttir, Saltangará
prógv sum Management in Creative Business Processes
(Cand. Soc – CBP) á Copenhagen Business School,
Keypmannahavn
95 ára føðingardagur
Hósdagin 13. september fyllir Poul Christiansen,
fyrrverandi málarameistari í Havn, 95 ár. Dagurin
verður hildin frá klokkan 17 á Ellisheiminum í
V.U. Hammershaimbsgøtu, har øll eru hjartaliga
vælkomin.
90 ára føðingardagur
Hósdagin 30. august fyllir Petra Arge, Tinghúsvegi 59
í Havn, 90 ár. Móttøka verður í Høllini á Hotel Hafnia
30. august frá kl. 15.00 til 17.30.
Prógv
Merkisdagar