Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. august 2012 · Nr. 99 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið løgmanssteypið finalan Jóannes Hansen Í mest víðgongdu útgávuni eru tað tvey sløg av fótbóltsdystum. Í øðr­ um borðinum eru tað upp­gerð­irnar, tá ið dentur fyrst og fremst og við­ hvørt tíverri mest sum bara verð­ ur lagdur á verjupartin. Í hinum borðinum eru tað uppgerðirnar, tá ið tað verður fokuserað á álopi og møguleikarnar at skora mál í vónini um, at tað fer at eydnast at skjóta í hvussu so er eitt mál meiri enn mótstøðuliðið. Brigdini og møguleikarnir eru nógvir millum hesar báðar út­gáv­ urnar. Leygarkvøldið spældu EB/ Streymur og Víkingur steypafinalu, og tað var ikki hissini finala. Báðir partar vóru tilvitaðir um, at nú galt tað um at leypa á og harvið at vera við til at standa fyri undirhaldi fyri allar pengarnar. Talan var um treytaleysan álops­ fótbólt, og báðir partar eiga rós fyri at hava verið við til at mynda eina tað mest minnisríku og dramatisku finaluna í føroysku steypasøguni, sum røkkur aftur til 1955. Tað var tætt og harvið spennandi í tveir klokkutímar, og talan var fyri tað mesta um væl skipað fótbóltsspæl. Í føroyskum fótbólti verður ofta sparkað í so nógv, og í føroyskum fótbólti er tað ofta soleiðis, at dygdirnar í samanspælinum ikki eru sjónskar á síðsta triðinginum av vøllinum. Soleiðis varð tað ikki leygar­kvøldið. Leikararnir bjóðaðu seg til, teir dugdu væl við bóltinum, teir fluttu seg væl, og ofta var hugflogið stórt, og so var tað bæði krossur og slanga, at ikki færri enn seks mál vórðu skorað í 120 minuttir, og at brotssparkskappingin varð so spennandi og dramatisk. Á kambinum og í dalinum Tríggjar ferðir í vanligu leiktíðini og hálva tímanum í longdu leik­ tíð­ini var EB/Streymur á odda. Allar tríggjar ferðirnar megnaði Víkingur at svara aftur. Tað boðar frá samanhaldi og fínum lið­av­riki, sum at enda varð lønt við sigr­inum og harvið aðru aktiuni í løgmans­ steypinum, sum tað hevur verið spælt um síðani 2009. Fyrsta árið vann Víkingur, og síðani hevur EB/ Streymur vunnið tvær ferðir. Teir í Sundalagnum vóru tríggj­ ar ferðir á veg ímóti sigrinum. Í brotssparkskappingini vóru teir eisini omaná, men so kiksaðu tveir teirra, sum so ofta hava verið bjargingarmenninir, tá ið tað hevur staðið nógv á. René Tórgarð sendi bóltin við síðuna av málinum, og Geza Turi, sum var ein av hetjunum á Víkingaliðnum, bjargaði skotinum hjá Arnbirni Hansen. Toppskjúttin er ikki hundrað prosent. Hann var ikki millum teir fyrstu ellivu, men hann var orsøkin til órógv ta løtuna, sum hann spældi. Eingin tóktist hugaður at taka ábyrgdina á seg at skjóta sjeynda brotssparki hjá EB/ Streymi, eftir at Erling Jacobsen hevði skorað til 8-7. Teir hugdu allir upp á Arnbjørn, sum ikki var álvuligur við støðuna, men hann tók ábyrgdina á seg, og tá ið hann hevði sent bóltin í føturnar á Geza Turi, var eingin endi á fagnaðinum millum teir ljósabláu á vøllinum og teirra viðhaldsfólk. EB/Streymararnir vóru fattir, hóast talan sjálvsagt var um stórt vónbrot, nú teir mistu á stokkinum, eftir at teir fleiri ferðir høvdu verið á veg ímóti triðja finalusigrinum á rað. Hetta gjørdist ikki teirra dagur, og tað varð staðfest, at tað altíð er øgiliga strevið hjá teimum, tá ið Víkingur er mótstøðuliðið. Longu í gjár snaraðu teir sær burtur frá vónbrotinum og fóru at fyrireika seg til lands­kapp­ingar­ dystin í Fuglafirði mikukvøldið. Tað verður stór avbjóðing, nú fyri­ treytirnar verða so nógv øðrvísi enn hjá mótstøðumonnunum. Men tað ræður um at halda fram at stríðast fyri at verja fremsta plássið í lands­kappingini, nú møguleikin at vinna greipuna hvarv í ljóshavinum á Tórsvølli. Vinnararnir Víkingur legði ógvuliga bragdliga fyri, og víkingarnir vóru alla tíðina álopssinnaðir. Vongverjarnir báðir – Bárður Hansen í høgru og Hanus Jacobsen í vinstru – vóru framrættaðir og raskir, Hans Jørgen Djurhuus líktist sær sjálv­ um í ágrýtni og máltevi og Sølvi Vatnhamar og serliga Kaj Leo í Bartalsstovu megnaðu nógv í saman­spæl­inum og vístu stórar dygdir í ein­mans­avrikum. Filip Djordjevic var fremsti maður, og hjá honum haltaði tað í orðsins sanna týdningi. Evnaríki og væl upplagdi Benjamin á Víkinga­ liðnum varð heilt skjótt skaddur í nærdysti, og harvið hevði hann ikki møguleika at folda seg hundrað prosent út. Niclas Niclassen var skilagóður Víkingarnir bastu nógva mótstreyminum Fótbóltur Hóast teir tríggjar ferðir lógu undir og eisini í brotssparkskappingini vóru á veg ímóti tapi, so megnaðu treystu víkingarnir aftur og aftur at svara aftur og at enda at fara avstað við steypinum Sigursharrar Tvær ferðir í brotssparks­ kapp­ingini lá Víkingur undir, men kort­ini megnaðu illa sperdu og sølaðu víkingarnir at standa sum sigurs­harrar. Myndir: Álvur Haraldsen