mánadagur 27. august 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 27. august 2012 · Nr. 99
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
verjukendur miðvallari, og Evrard
Blé vísti sannan klassa – eldhugaður
og skilagóður bæði við og uttan bólt
var hann besti maður á vøllinum.
Atli Gregersen koyrdi á sínar
menn, og tað var týðuligt, at avrátt
var, at Víkinga liðið alt sum tað var
skuldi vera frammarlaga. Skila
góði og skjóti Erling Jacobsen var
garderingin, tá ið kviku og rapp
fótaðu mótstøðumenninir royndu
seg í skjótum umstillingum, og Geza
Turi var eyðsýndur – ikki minst í
brotssparkskappingini, tá ið hann
bjargaði tvær ferðir.
Hugburðurin
og
stríðsviljin
vóru framúr, og at enda hevði tað
avgerandi týdning, at víkingarnir –
hóast illa sølaðir og púra útlúgvaðir
– ferð eftir ferð megnaðu at reisa
seg og svara aftur. Tað boðar frá, at
Jógvan Martin Olsen hevur fingið
nógv burturúr tilfeinginum.
Tapararnir
Heðin Askham plagar at vinna
steypafinalur.
Frammanundan
hevði hann vunnið eina ferð við B36
– ímóti EB/Streymi – og tvær ferðir
við EB/Streymi. Nú hevur eisini
Heðin royndina av at standa eftir
við ongum, men fallið var verdugt
og als einki at skammast yvir.
Tað kom dátt við, at Egil ikki
var førur fyri at spæla, og at
Arnbjørn bara megnaði ein hálvan
tíma. Leif Niclassen og Hans Pauli
Samuelsen vóru rappfótaðir og
hugflogsríkir, sum vit kenna teir,
og Niels Pauli Danielsen vísti við
stórum arbeiðssemi og sjálvsáliti,
at hann væl er førur fyri at vera
við á hægsta støði. Pauli G. Hansen
var so skilagóður, sum hann plagar,
hóast hann var so mikið darvaður,
at hann noyddist av vøllinum,
og Pætur Dam Jacobsen og Levi
Hanssen ofraðu seg. Gert Hansen
og Jónhard Frederiksberg bjóðaðu
seg fram í álopspartinum, og tað
var Jónhard Frederiksberg, sum
eftir snilt samanspæl í vinstru setti
hol á. Hann plagdi at skjóta nógv
mál, men nú er tað rár hending, at
veteranurin skorar.
Marni Djurhuus og Sorin Anghel
vóru tryggir miðverjar, og René
Tórgarð vísti fleiri bjargingar. Iva
leyst iðra bæði hann og venjarin
seg um, at hann skuldi skjóta
brotsspark, tá ið ábyrgdin var so
stór at verja fyri spørkum úr ellivu
metrum.
Topparnir
Víkingur var bragdligur fyrstu løt
una. Tí mundi tað kennast sum
klútur í andlitið, tá ið EB/Streymur
setti hol á eftir hálvan tíma.
Eftir steðgin var Víkinga trýstið
øgiligt. Fleiri sera spentar horna
sparksstøður stóðust av. Kaj Leo
í Bartalsstovu og Hans Jørgen
Djurhuus drógu nógv inn í miðásin
fyri at geva pláss fyri vongverj
unum, og teir vóru báðir málsóknir.
Hans Jørgen stýrdi bóltin í málið til
1-1 eftir horna, og eftir at Blé hevði
roynt seg við fluktara.
Málið var sambært dystar
gongdina
fyrstu
løtuna
eftir
steðgin. Eitt korter seinni var EB/
Streymur
aftur
frammanfyri.
Dagfinn Forná, sum var góður dóm
ari, peikaði á ellivu metra blettin,
eftir at bólturin hevði rakt armin.
Summir døma í sovornum støðum,
og Levi Hanssen var tryggur av
brotssparksblettinum. Løtu seinni
helt dómarin linjuna, tá ið hann
peikaði á ellivu metra blettin í
hinum endanum, og Atli Gregersen
var tryggur.
So var neyðugt við longdari
leiktíð, og tað gjørdist eitt drama,
sum tað leingi skal leitast eftir.
Fleiri lógu við krampa á nýggja og
harvið tunga undirlagnum, Pætur
Dam Jacobsen sá reytt eftir annað
gula kortið, og tað kendist sum
mønustingurin, tá ið Leif Niclasen
eftir snilda fríspæling frá Arnbirni
Hansen legði EB/Streym framum
3-2.
Víkingur varðveitti høvdið so
kalt, sum tað ber til undir sovornum
umstøðum. Atli Gregersen varð
sendur fram í álopið, og hóast
tað í onkrum førum varð sparkað
langt og høgt, so var talan eisini
um væl spæld álop. Tað var eftir
eitt sovorðið, har innskiftu Joseph
Bassene og Fritleif í Lambanum
vóru innblandaðir, at bólturin datt
fyri føturnar á innskifta Hjartvardi
Hansen, sum skoraði.
120 minuttir og so var líka vítt
sum sítt.
Tvær ferðir í brotssparkskapp
ingini lá Víkingur undir, men kort
ini megnaðu illa sperdu og sølaðu
víkingarnir at standa sum sigurs
harrar. Hóast mótstreymurin hevði
verið øgiligur!
løgmanssteypið finalan
EB/Streymur - Víkingur 2-2 (1-0)
3-3 eftir longda leiktíð 7-8 eftir brotssparkskapping
Finala um løgmanssteypið á Tórsvølli leygardagin 25. August 2012 klokkan 19.45
1-0: Jónhard Frederiksberg 31.
1-1: Hans Jørgen Djurhuus 55.
2-1: Levi Hanssen br 70.
2-2: Atli Gregersen br 77.
3-2: Leif Niclassen 95.
3-3: Hjartvard Hansen 111.
Brotssparkskappingin:
1-0 Kaj Leo í Bartalsstovu
1-1 Levi Hanssen
1-1 Atli Gregersen misnýtir
2-1 Niels Pauli Danielsen
2-2 Hanus Jacobsen
3-2 Hans Pauli Samuelsen
3-3 Joseph Bassene
3-3 Sorin Anghel misnýtir
3-4 Evrard Blé
4-4 Marni Djurhuus
4-4 Bárður Hansen misnýtir
4-4 René Tórgarð misnýtir
4-5 Erling Jacobsen
4-5 Arnbjørn Hansen misnýtir
Dómari: Dagfinn Forná
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Sorin Anghel, Marni Djurhuus, Jónhard Frederiksberg - Pætur Dam
Jacobsen, Niels Pauli Danielsen, Pauli G. Hansen (Arnbjørn Hansen, 64.) - Leif Niclasen (Arnar Dam, 101.), Levi
Hanssen, Hans Pauli Samuelsen
Gult kort: Gert Hansen, Pætur Dam Jacobsen
Reytt kort: Pætur Dam Jacobsen (2 gul) 103.
Venjari: Heïn Askham
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Evrard Blé, Sølvi
Vatnhamar (Joseph Bassene, 101.), Niclas Niclassen (Fritleif í Lambanum, 81.) - Kaj Leo í Bartalsstovu, Filip
Djordjevic (Hjartvard Hansen, 78.), Hans Jørgen Djurhuus
Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus
Venjari: Jógvan Martin Olsen
Myndir: Álvur Haraldsen
EB/Streymur
Hornaspark 5 (2, 0, 3)
Fríspark 17 (3, 11, 3)
Skot 10 (4, 3, 3)
Skot á mál 9 (4, 5, 2)
Offside 1 (1, 0, 0)
Víkingur
Hornaspark 12 (1, 2, 9)
Fríspark 8 (3, 2, 3)
Skot 12 (5, 4, 3)
Skot á mál 8 (2, 1, 5)
Offside 6 (1, 3, 2)
Hagtøl:
Í klombrum standa tølini fyri ávíkavist fyrra
og seinna hálvleik og longdu leiktíðina