Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. august 2012 · Nr. 99 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið løgmanssteypið finalan Blé var bestur Fótbóltur Ítróttartoymið hjá Sosialinum hevur mett um avrikini hjá einstøku leikarunum í finaluni um løgmanssteypið. Ble var bestur, meðan Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen vóru størstu vónbrotini EB/Streymur: 1 René Tórgarð ★★★★★★ Helt eitt gott støði uttan at imponera upp á nakran máta. Lat trý mál fara í gjøgnum, men var prís­givin í hvørjum einasta føri. Kiks­aði síðsta brotssparkið hjá EB/ Streymi. 4 Gert Hansen ★★★★★★ Var lítið sjónligur og gjørdi eitt tápuligt fríspark, sum kostaði honum gult kort. At hann ikki tordi at taka brotsspark, telur eisini niður í samlaðu metingini. 12 Marni Djurhuus ★★★★★★ Besti leikarin hjá EB/Streymi. Stýrdi liðnum og hevði fleiri av­ger­ andi takklingar, og var ósvikaliga tryggur, tá brotssparkið skuldi skjót­ast. 10 Sorin Anghel ★★★★★★ Spældi ein góðan dyst í miðverjuni saman við Marna. Var ógvuliga sjón­ ligur, og hevði næstsíðsta høvdið á bóltinum, tá Leif Niclasen vann EB/ Streymi brotsspark. 14 Jonhard Frederiksberg ★★★★★★ Helt javnt støði dystin á tamb og skoraði fyrsta málið í dystinum. Bar seg undan at skjóta brotsspark og tað er ikki nøktandi við hansara royndum. 7 Levi Hanssen ★★★★★★ Var ógvuliga sjónligur úti á vonginum, og kom eisini væl frá uppgávuni, tá hann varð fluttur meiri sentralt á miðvøllin. Skoraði bæði brotsspørkini, sum hann avgreiddi. 17 Niels Pauli Danielsen ★★★★★★ Helt støðið allan dystin og var ar­ beiddi væl, hóast hann hvarv úr myndini viðhvørt. Orkaði sum ein av teimum fáu hjá EB/Streymi at spæla 120 minuttir og skoraði trygt sítt brotsspark. 16 Pauli G. Hansen ★★★★★★ Spældi ein branddyst og bant liðið saman. Spældi tó ikki meiri enn ein góðan tíma, og tað telur niður í saml­aðu metingini, tí balansan á lið­num skeiklaðist, tá hann fór út. 6 Pætur Dam Jacobsen ★★★★★★ Var ógvuliga sjónligur og týðandi fyri EB/Streym. Fekk tvey gul kort og tað kostaði liðnum nógv í síðsta enda. 11 Hans Pauli Samuelsen ★★★★★★ Tað var sjónligt, at maðurin ikki er í form og hann fekk lítið burtur úr í mun til tað, vit kunnu vænta av honum. Misti eisini fleiri bóltar móti dystarenda, tá EB/Streymur skuldi drýggja tíðina. 23 Leif Niclansen ★★★★★★ Spældi ein góðan dyst og stríddist væl. Hevði fleiri góðar detaljur, skoraði eitt mál, vann EB/Streymi brotsspark og taldist millum teir heilt frægu á liðnum. Innnskiftarar: 22 Arnbjørn Hansen ★★★★★★ Munaði lítið, tá hann komi inn. Bar seg undan at taka brotsspark, men gjørdi tað so loksins og misnýtti tað. 9 Arnar Dam Var lítið sjónligur, men stutta løtan á vøllinum ger, at tað er trupult at meta um avrik hansara. Venjarin: Heðin Askham ★★★★★★ Liðið gav seg sjálvt og hevði hann ikki nógvar aðrar møguleikar enn júst hatta. Tað sama var gald­andi við innskiftingum. Mátin brots­ sparks­kapp­ingin var avgreidd upp á, var tó undir alt lágmark. Víkingur 1 Geza Turi ★★★★★★ Fekk einki gjørt við nakað av teimum trimu málunum, ið fóru í gjøgnum. Gjørdist hetjan í brots­ sparkskappingini, men tað sømir seg ikki, at hann sparkar út eftir Arnbjørn Hansen, tá hesin royndi at vinna bóltin í 71. minutti. Tað dregur niður. 12 Bárður Hansen ★★★★★★ Spældi ein fínan dyst og kom væl frameftir vøllinum. Var nakað passivur í samband við fyrsta mál­ ið hjá EB/Streymi. Hevur rós uppi­ borið fyri at taka ábyrgd, hóast hann brendi brotssparkið. 4 Atli Gregersen ★★★★★★ Røkir sínar uppgávur í verju­part­ inum, og fyllir væl í álopinum, tá Lagt til rættis: Rólant Waag Dam