mánadagur 27. august 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 27. august 2012 · Nr. 99
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
løgmanssteypið finalan
hann varð fluttur fram. Skoraði
eisini
brotssparkið
í
vanligu
leiktíðini, men misnýtti í brots
sparkskappingini.
13 Erling Jacobsen
★★★★★★
Spældi ein miðal dyst og var stinnur
í uppbyggjandi spælinum. Mundi tó
kosta dýrt, tá Leif Niclasen trýsti
hann.
3 Hanus Jacobsen
★★★★★★
Spældi ein sera góðan dyst, har
einki lá eftir frá hansara síðu, hvørki
fram- ella aftureftir vøllinum. Var
eisini tryggur í brotssparkskap
pingini.
16 Hans Jørgen Djurhuu
★★★★★★
Var raskur, ágrýtin og skoraði eisini
eitt mál. Tóktist ikki troyttur, hóast
spælt varð í 120 minuttir.
10 Sølvi Vatnhamar
★★★★★★
Var lívligur, sjónligur, raskur og
gekk á odda hjá Víkingi. Eitt frálíkt
avrik frá hansara síðu.
23 Niclas Niclasen
★★★★★★
Loysti sínar verjukenduuppgávur,
sum hann skuldi. Tóktist tó nakað
tungur og var eisini fyrsti leikarin,
sum fór út.
7 Evrard Blé
★★★★★★
Dagsins leikari á Tórsvølli. Var alla
staðni, bant liðið saman, var altíð
spælbarur og vann liðnum týdn
ingarmikla tíð við at halda upp á
bóltin. Eitt fantastiskt avrik!
21 Kaj Leo í Bartalsstovu
★★★★★★
Byrjaði einastandandi, men hvarv
so úr dystinum eina løtu. Kom
sterkt inn aftur, skapti eina rúgvu
og misti ikki ein einasta bólt.
9 Filip Djordjevic
★★★★★★
Eitt miðal avrik frá Filip, sum røkti
uppgávuna sum áleypari, hóast
hetta ikki er hansara pláss.
Innskiftarar:
8 Fritleif í Lambanum
★★★★★★
Eitt frískt íkast, tá hann kom
á vøllin. Hevði síðsta høvdið
á bóltinum, áðrenn Hjartvard
Hansen skoraði og stóð fyri mest
sannførandi avrikinum av teimum,
sum vóru skiftir inn.
25 Hjartvard Hansen
★★★★★★
Var lívligur, gjørdi mun og skoraði
sum innskiftari. Eitt gott avrik.
14 Yoseph Bassene
Legði upp til eitt mál, skoraði
brotsspark og gjørdi sum heild mun
lítlu løtuna, hann var á vøllinum,
sum tó var ov stutt til at geva
honum stjørnur
Venjarin:
★★★★★★
Jógvan Martin Olsen
Hevði blandað kortini rætt og ser
liga innskiftingarnar rakti hann
væl. Hevur rós uppiborið fyri at
vilja vinna dystin og hevði Atla
Gregersen í topp, hóast teir høvdu
javnað.
Myndir: Álvur Haraldsen
Dagsins maður
Evrard Blé var dagsins maður
á Tórsvølli leygarkvøldið
Myndir: Álvur Haraldsen