Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. august 2012 · Nr. 99 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið steypafinalan kvinnur KÍ fyri tíggjundu ferð Fótbóltur Eftir ein javnan fyrra hálvleik setti KÍ seg tungt á seinna hálvleik, og tá orkan hjá B36 gekk undan ímóti endanum, fekk KÍ sigursmálið, ið gav liðnum tíggjunda steypasigurin ígjøgnum árini Hilmar Jan Hansen Tað vóru tey bæði royndastu steypa­feløgini í føroyskum kvinnu­ fótbólti, ið brustu saman á Tórs­ vølli seinnapartin leygardagin, tí hetta var sekstanda finalan hjá KÍ og áttanda finalan hjá B36, og til­samans høvdu tey vunnið 14 av teimum 20 finalunum, sum høvdu verið síðani 1992. Hesa ferð gjørdist KÍ drúgvari og vann 2-1, men tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at mest vinnandi liðið í kvinnufótbóltinum yvirhøvur megnaði at seta seg tungt á dystin. Í fyrra hálvleiki gekk javnt á, og rættiliga leingi var dysturin eisini merktur av nervum og ótryggum spæli frá báðum pørtum. Onkrar smávegis royndir høvdu verið báðar vegir, tá KÍ fekk hol á hálvantrettanda minutt inn í dystin. B36 misti bóltin í uppspælinum, og so gjørdu tær bláu skjótt av. Ása K. Thomsen sendi til Sigrid Jacobsen, sum spældi bóltin út í vinstru, har Rannvá B. Andreasen fór rennandi. Hon hevði stutt áðrenn havt eina skotroynd, men hesa ferð valdi hon at spæla tvørturum, og har var Sofía Purkhús púra leys við aftaru stong og skuldi bara seta fótin á. So var 1-0 til KÍ. Mál ella ikki… Góðar tveir minuttir eftir hetta málið hevði B36 helst bóltin í KÍ- mál­inum, men tað bleiv ikki dømt, tí í ferðini var helst torført at siga við vissu, at bólturin var inni. B36 hevði hornaspark í vinstru síðu, sum kom nokk so høgt innfyri, og tá roynt varð ímóti málinum, stóð Rannvá B. Andreasen á málstrikuni við øðrum beininum og koyrdi hitt aftur um seg fyri at sparka bóltin upp undir yvirliggjaran og útaftur í spælið. Men mál bleiv ikki dømt, og so helt spælið fram. Fyrri helmingurin av fyrra hálv­ leiki var merktur av, at báðir partar høvdu stóra virðing fyri hvørju­ møðrum, og at hvørki liðið tordi at spæla heilt frítt. So spakuliga byrjaði tað tó at síggja út til, at KÍ hevði hug til at trýsta meira, men so riggaði brádliga alt hjá B36 í einum skjótum álopi, ið varð spælt fram eftir miðásini og endaði við útjavning. Brynja Høj, sum fyri tað nógva varð brúkt sum »yvirfrakki« hjá Rannvá hjá KÍ, sum B36 vildi ansa serliga væl eftir, var við í upps­ pælinum, ið endaði við, at Unnur Danielsen og Margit Magnusdóttir spældu stutt ímillum sín, til Unnur bleiv púra leys ímóti KÍ-málinum. Randi S. Wardum kom út ímóti, men Unnur skjeyt kaldliga bóltin fram við henni og í málið, so nú var 1-1. Minuttin eftir mundi KÍ enn eina ferð lagt seg á odda, tá Sofía úr høgru síðu sendi tvørturum til Mariu K. Thomsen, ið var púra leys við vinstru stong, men hon skund­ aði sær í meira lagi, so skall­arin fór við síðuna av. KÍ orkaði betur Eftir stegðin bleiv dysturin ikki aft­ ur so javnur, sum hann hevði verið tað í fyrra hálvleiki, tí miðvíst setti KÍ seg meira á spælið, og B36 skapti stórt sæð ikki ein einasta líkinda málmøguleika síðstu trý korterini. Tí lá tað mesta av tíðini í luftini, at