mánadagur 27. august 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 27. august 2012 · Nr. 99
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
steypafinalan kvinnur
kom nakað mál, fór KÍ at fáa tað, tí
bæði Maria og Rannvá høvdu havt
royndir, men Bjarta Johansen í B36-
málinum vardi væl fyri.
Tá eitt lítið korter var eftir, kom
sigursmálið. KÍ fekk hornaspark
í vinstru síðu, sum Elsa Maria
Simonsen sendi innfyri, har Bjarta
fór skeiv av bóltinum og tað síðani
bleiv eitt sindur av trunkaspæli
inni í B36-brotsteiginum, har tað
endaði við, at Sofía Purkhús aftur
var á blettinum og fekk prikað
bóltin inn til 2-1.
Hetta var kanska ikki tað mest
eleganta málið, tú ímyndar tær í
eini steypafinalu, men tað var fult
uppiborið og myndaði gongdina í
dystinum, tí øll sótu bara og bíðaðu
eftir, at KÍ fór at fáa hol á. Og hóast
B36 royndi seg við onkrum smávegis
broytingum ímóti endanum, sást
við hálvum eyga, at orkan slett
ikki var til at hótta KÍ, ið restina
av dystinum hevði fult tamarhald
á og kundi binda um heilan fingur,
so tíggjundi steypasigurin kundi
koma til høldar.
Tí bleiv tað enn eina ferð Malena
Josephsen, ið slapp at taka ímóti
steypinum, ið er tað tíggjunda,
og hetta undirstrikar enn eitt
framúr kappingarár hjá KÍ-kvinn
unum, ið eisini fara at taka tólvta
meistaraheitið á rað, nú lands
kappingin hjá kvinnunum endar í
næstum. B36, sum ikki rakk á mál
hesa ferð, kappast við AB um at
gerast næstfremst, so har eru enn
avgerandi dystir eftir at spæla.
hilmarjan@sosialurin.fo
Spælarin, sum meira enn nakar
annar avgjørdi steypafinaluna
hjá kvinnunum hesa ferð, var
framherjin, Sofía Purkhús, sum
fyri tað nógva lá eitt sindur úti
í høgru síðu og annars ikki
spardi seg, tá teir longu renni
túrarnir skuldu takast.
– Tað er altíð stuttligt at
vinna, og vit eru sjálvandi
glaðar fyri at fáa steypið, og
hesa ferð var tað eitt sindur
ótrygt at byrja við. Men tá vit so
komu upp á 2-1, gav tað okkum
meira orku, segði tvífaldi mál
skjúttin, ið fegnaðist um, at tað
lukkaðist.
– Og so var tað eisini fínasta
slag at fáa bæði málini. Í fyrra
førinum sendi Rannvá innfyri,
so eg bara skuldi nerta við
hann, og í seinna førinum kom
málið eftir trunkaspæl, har tað
akkurát eydnaðist hjá mær at
fáa bibbirnar á bóltin, so hann
fór inn.
– Tað bleiv akkurát, sum eg
hevði væntað, bæði spennandi
og alt tað. Men eg føldi alla
tíðina, at vit kundu vinna hetta,
tí vit høvdu so nógvar kjansir,
at tað var bara ein spurningur
um tíð, segði liðskiparin hjá KÍ,
Malena Josephsen.
– Vit høvdu stýr á tí, og
hóast tær lógu og lúrdu, var
eg ikki so bangin fyri, at B36
skuldi koma afturíaftur.
Um umstríddu støðuna eitt
korter inn í dystin, segði hon
soleiðis:
– Eg stóð væl fyri og sá tað
øgiliga væl. Tað kann gott vera,
at hasin bólturin var innanfyri,
men eg haldi ikki, at hann var
tað. Og tað hevði heldur einki
broytt, tí so høvdu vit bara
spent okkum enn meira út,
segði Malena Josephsen.
hilmarjan@sosialurin.fo
– Tað er altíð øgiliga keðiligt
at tapa eina finalu, men eg
haldi, at vit gjørdu tað, sum vit
kundu. Vit kunnu vera stoltar
av okkum sjálvum, staðfesti
liðskiparin hjá B36, Anja Weyhe,
tá steypafinalan var av og tað
stóð greitt, at tað ikki rakk til
sigurs hesa ferð.
– Orkan hjá okkum gekk
undan ímóti endanum, og
tað var nokk fremsta orsøkin
til, at vit ikki kláraðu tað.
Nú mugu vit so bara royna
at vinna tað, sum eftir er av
landskappingini.
Anja Weyhe ásannaði, at
hon ikki sjálv sá støðuna, tá
B36 longu eftir eitt korter
skuldi fingið mál:
– Nei, tað sá eg ikki sjálv, tí
eg fari vanliga ikki fram við, tá
vit hava hornaspørk. Onnur
siga, at bólturin var innanfyri,
men vit kunnu ikki brúka tað
til so nógv, tí tað bleiv so ikki
dømt mál, segði hon.
– Tað, sum gjørdi, at vit
taptu, var 2-1 málið hjá teimum,
tí tað knekkaði okkum. Og
yvirhøvur høvdu vit trupult
við at skapa nakrar kjansir í
seinna hálvleiki.
hilmarjan@sosialurin.fo
Bleiv sum væntað
Gjørdu okkara besta
Inn við bibbunum
Myndir: Álvur Haraldsen
KÍ - B36 2-1 (1-1)
1-0: Sofía Purkhús, 13.
1-1: Unnur Danielsen, 36.
2-1: Sofía Purkhús, 77.
Dómari: Elsa Andreasen
Linjudómarar: Bent Tommy Linklett & Jan Hermansen
KÍ: Randi Wardum – Una Joensen, Malena Josephsen, Ragna Pataway (Bára Skaale Klakstein, 58.), Katrina
Akursmørk – Elsa Maria Simonsen, Rannvá B. Andreasen, Sigrid Jacobsen – Sofía Purkhús, Ása Thomsen,
Maria Thomsen (Eyðvør Klakstein, 90.)
Venjari: Aleksander Djordjevic
B36: Bjarta Johansen – Kristianna Balle, Anja Weyhe, Rakul M. Johannesen, Sigrid Petersen – Brynja Høj,
Unnur Danielsen, Anna Malena Højgaard, Birita Mortansdóttir (Helena Johannesen, 68.), Margit Magnusdóttir
– Vár Næs
Venjari: Jacob Thomsen