Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. august 2012 · Nr. 99 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið steypafinalur yngru Fótbóltur Leingi sá dysturin út til at kunna fara báðar vegir, men tá ið avtornaði var tað B36, sum av álvara gjørdi bart og vann 3-0-sigur á EB/Streymi í steypafinaluni hjá unglingum B36 gjørdi bart at enda Pætur Albinus Fyri unglingadeildini plagar at vera stórur áhugi ímillum áskoðarar, eftirsum fleiri av leikarunum eru teir, sum koma at mynda bestu deildina og kanska annað við í framtíðini. Einki undantak var fríggjakvøldið, tá ið unglingarnir hjá B36 og EB/Streymi brustu sam­ an í finaluni. Linlig byrjan Tað sást frá dystarbyrjan, at hetta var ein dystur, ið hevði alstóran týdn­ing, tí liðini formáddu sær ikki nógv og tóktust hava stóra virð­ing fyri hvørjum øðrum. Mesta spælið gekk fyri seg á mið­vøll­inum, og verjurnar lógu bæði aftar­liga og somikið tættar, at eingin sending varð fullførd aftur um verjuna og harvið útihýsti málmøgu­leik­ unum. Sum heild var fyrri hálvleikur lítið undirhaldandi og endaði eisini hóskandi málleysur 0-0. B36 á odda Um fyrri hálvleikur var lítið undir­ haldandi, so var seinni hálvleikur tað so als ikki. Sum seinni hálv­ leikur leið loysnaði spælið nakað og fleiri málmøguleikar vóru. Karstin Højgaard hjá B36 fekk eina 10 minuttirs útvísing um­vegis eitt gult kort, sum er reglan í ung­linga­ deildini, men EB/Streymur megnaði ikki at gagn­nýta hetta. Hinvegin skuldi B36 bara brúka nøkur sekund at gagnnýta eina útvísing til EB/ Streym, sum liðskiparin Andras Olsen fekk 17 minuttir fyri leiklok. Rasmus Dan Sørensen sendi eitt frísparksinnlegg innfyri málið til Karl Martin Danielsen, sum prikaði B36 á odda 1-0. Staðfestu sigurin B36 vann sær greitt yvirtak og álop­ ini skolaðu inn yvir EB/Streym, sum tó hevði eina góða skotroynd. Hendrik á Fríðriksmørk átti hana, men hon fór beint upp um málið. Tveir minuttir fyri leiklok fekk B36 brotsspark. Rasmus Dan Sørensen var tryggur úr 11 metrum og legði B36 á odda 2-0. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fekk B36 aftur brotsspark. Hesaferð varð málverjin, Jákup Højgaard, settur at skjóta, og við frek­ari detalju lyfti hann bóltin upp um málverjan og í málið. Hann staðfesti harvið ein uppibornan 3-0-finalusigur til B36. B36 - EB/S 3-0 (0-0) 1-0: Karl Martin Danielsen, 73. 2-0: Rasmus Dan Sørensen, 88. (br.) 3-0: Jákup Højgaard, 90. (br.) Málverjin, Jákup Højgaard, staðfesti við brotssparki ein uppibornan 3-0-finalusigur, við frek­ari detalju, tá hann lyfti bóltin upp um málverjan og í málið. Myndir: Álvur Haraldsen