mánadagur 27. august 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 27. august 2012 · Nr. 99
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
steypafinalur yngru
1. deild menn
Rólant Waag Dam
Tað er ikki einans í vaksnamanna
fótbóltinum hjá kvinnum, at KÍ
stendur seg væl. Nógv bendir á,
at tær eisini fara at hava eitt gott
lið í framtíðini, tí steypavinnarar
hjá U14-gentum gjørdist nevniliga
eisini KÍ.
Finaluna
vunnu
klaksvíks
gentur eftir eina sera tætta og
spennandi finalu ímóti B36, sum
eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum
1-1. Evy á Lakjuni legði KÍ á odda í
fyrra hálvleiki, men Katarina Høj
javnaði fyri B36 í seinna hálvleiki.
KÍ og Amanda Johannesen fingu
avgerandi málið stutt eftir at
longda leiktíðin var byrjað, og við
2-1-sigri kundu tær fegnast um
steypasigurin.
Elsa skeyt fyrsta málið
HB eigur fyrsta steypavinnaran
á nýggja graslíkinum á Tórsvølli.
Hetta gjørdist greitt tá ið U17-
genturnar hjá HB vunnu tryggan
3-0-sigur á KÍ í fyrsta dystinum á
stóra finaludegnum. Hann varð
leiktur kl.17.30 fríggjakvøldið.
Elsa Splidt Jacobsen legði HB á
odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá
ið hon skeyt eitt hornaspark bein
leiðis í málið. Hetta var somuleiðis
fyrsta málið á nýggja graslíkinum
á Tórsvølli. Tað vóru ikki nógvir
málmøguleikar í fyrra hálvleiki,
men HB var neyvari og slapp til
hálvleiks á odda 1-0.
Seinni
hálvleikur
var
bara
tríggjar minuttir gamal, tá ið KÍ-
málverjin fór skeiv av einum bólti
og Milja R. Simonsen kom ímillum.
Hon legði bóltin lættliga í málið til
2-0 til HB.
13 minuttir fyri leiklok staðfesti
Elsa Splidt Jacobsen ein tryggan
3-0-sigur til HB, tá ið hon langaði
eitt langskot í handara málhorn.
HB spældi sum heild betur og
serliga í verjupartinum stóðu tær
so væl og hildu KÍ burturi frá mál
møguleikum.
Raskir víkingar
Í U14 hjá dreingjum var ein greiður
vinnari. Tað var nevniliga Víkingur,
um við 5-1-sigri ímóti EB/Streymi
ongan iva lat vera. Við tveimum
frálíka væl greiddum langskotum
syrgdi Annbjørn Svensson fyri, at
Víkingur slapp til hálvleiks á odda
2-0. EB/Streymur bardi seg inn
aftur í dystin í seinna hálvleiki, og
tá ið teir minkaðu til 2-1 var stórur
spenningur í.
Henda spenningin tók Víkingur
tó
skjótt
úr
aftur
dystinum.
Fannhard Skoradal, sum spældi
ein sera góðan dyst á miðvøllinum,
legði eftir einmansavrik Víking á
odda 3-1, áðrenn Adrian Justinussen
og Pætur Kristiansen við einum
máli hvør syrgdu fyri, at Víkingur
vann finaluna heili 5-1.
NSÍ vann U16
Hjá
U16-dreingjum
var
talan
somuleiðis um ein greiðan sigur.
NSÍ lat ongan iva vera og vann 6-2
ímóti FC Suðuroy. Tíðliga í dyst
inum legði NSÍ seg á odda 2-0 við
málum frá Andriasi Poulsen og
Betuel Hansen. Hetta gjørdist eisini
hálvleiksstøðan. Eina løtu í seinna
hálvleiki fekk NSÍ trý mál innan
fáar minuttir. Betuel Hansen økti
til 3-0 áðrenn Andrias Poulsen
við tveimum málum gjørdi tað til
5-0. Meinhard Olsen gjørdi tað til
6-0 áðrenn FC Suðuroy við einum
leikara færri fekk pyntað um við
tveimum málum. Ari K. Poulsen og
Salmundur Bech skutu hesi mál
ini.
Ímóti
dystarenda
fekk
FC
Suðuroy eitt reytt kort afturat. NSÍ-
sigurin var ongantíð í vanda og NSÍ
vann greitt 6-2.
rolant@sosialurin.fo
Stórur steypadagur
hjá teimum yngru
Fótbóltur Tey ungu høvdu somu karmar sum tey vaksnu,
tá ið stóri steypafinaludagurin var nú um vikuskiftið.
Framtíðarleikarar okkara bóltaðu sær í góðveðrinum frammanfyri
hópin av áskoðarum og øllum tí, sum tilhoyrir einari finalu.
Skála á veg
ímóti bestu
deildini
Fótbóltur 07 Vestur vann
oddauppgerðina á Argjum 2-0 ímóti
AB, ímeðan Skála við 1-0-sigri
á HB nú hevur tikið seinna upp
flytingarplássið frá AB
Jóannes Hansen
22. umfar í næstbestu fótbólts
deildini hjá monnum var um
vikukskiftið.
Toppuppgerðin
var
á
Argjum,
har
oddaliðið
07
Vestur vitjaði. Gestirnir vóru
alla tíðina omaná, og tað eydn
aðist 07 Vestur at vinna 2-0 á
AB.
Skála hevði vitjan av teim
um næstbestu hjá HB, sum
seinastu vikurnar hava staðið
seg ógvuliga væl. Tað var
tætt og spennandi, og tað var
ikki fyrrenn í evstu løtu, at
tað eydnaðist Skála at skora
sigursmálið.
1-0 Skála sigurin og at AB
tapti 2-0 ímóti 07 Vestur ber við
sær, at 07 Vestur nú er fimm
stig frammanfyri Skála, ið er á
seinna uppflytingarplássinum.
Hetta er fyrsta ferðin í ár, at
AB ikki er á uppflyingarplássi.
Skála er eitt stig frammanfyri
AB. Hesi bæði liðini hittast
á Argjum mikudagin 5. sep
tember.
Úrslitini bera við sær, at
tað sær rættuliga svart út
hjá teimum báðum liðunum
á eystara armi á Skálafjørð
inum.
joannes@sosialurin.fo
Úrslit:
AB - 07 Vestur 0-2
Skála - HB 1-0
B71 - KÍ 0-3
EB/Streymur - B68 4-2
NSÍ - Víkingur 0-5
23. umfar
Leygardagin 1. september
07 Vestur - EB/Streymur
HB - B71
B68 - NSÍ
KÍ - AB
Víkingur - Skála
Mynd: Álvur Haraldsen